Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. november 2016 · Nr. 138 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Umsíðir hava Mentamálaráðið og Kring­varpið evnað til nýggjan sátt­ mála, sum skal loysa av sáttmálan, sum fór úr gildi fyri fýra árum síðani. Talan er um public service sáttmálan, sum Rigmor Dam, mentamálaráðfrú fer at leggja fyri tingi til umrøðu fríggjadagin. Kringvarp Føroya hevur eina serstøðu sum miðil í Føroyum. Og tað skal stovnurin hara. Hann er Føroya fremsti mentanarber, ið tí er sera umráðandi, at alt virksemi hjá stovninum er væl grundað og byggir á eina greiða avtalu millum fólkið – gjøgnum Løgtingið og Mentamálaráðið – og stovnin sjálvan. Tað er eisini sera umráðandi, at stovnurin verður so væl rikin, at hann ikki kappast við aðrar miðlar – eitt nú um lýsingar, sum tað hevur verið higartil, men sum er steðga við nýggja mátanum, sum Kringvarpið verður fíggjað uppá. At kringvarpsgjaldið verður kravt inn saman við skattinum. Hetta er eitt framstig fyri privatu miðlarnir. Tí privatir miðlar skulu ikki kappast við alemnnar stovnar, sum Kringvarpið, tí tað verður altíð ein kapping, sum slær beinini undan privatum miðlum. Hinvegin so skulu vit øll fegnast um, at vit kunnu hava ein sterkan, føroyskan miðil, sum Kringvarp Føroyar. Eisini vit í privatu miðlunum fegnast um tað. Tí hava vit ein sterkan almennan miðil, so kann hann draga tað tunga lessið og vera fyrimynd fyri, hvussu eisini privatir miðlar eiga at virka. Gamaní, er tað ikki tað sama at reka ein miðil, tá tú við ársbyrjan situr við 80 milliónum í kassanum – meðan privatu miðlarnir á hvørjum ári mugu byrja umaftur við sløttum borði. Men um partarnir virða støðuna hjá hvør øðrum – og skilja tann mun, sum skal vera, so verður úrslitið gott. Tað merkir eisini, at almenn miðilin skilir, at fyri tað um ein prvat útvarpsrás leggur seg serliga eftir onkrum ávísum, tað verið seg fótbólti ella hondbólti, so nýtist almenni risini ikki at gera akkurát tað sama. Tá eigur tann stóri heldur at taka upp annan tátt, so lurtarin fær ein betri uppliving, heldur enn at tann almenni leggur seg á at útvarp sama dyst – ella at royna at dekka júst sama ítróttartiltak betri, enn tann privati miðilin. Kringvarpið skal læra seg, at tey eru ikki ein stovnur í kappin. Kringvarpið er ein tænastustovnur, bæði yvir fyri sínum eigarum – fólkinum, og yvir fyri hinum miðlunum. Nýggja kringvarpsgjaldið er eitt framstig fyri føroysku miðlarnar. Og ein almennur sáttmáli millum Mentamálaráðið og Kringvarpið er eisini eitt framstig. Enn bíðar so stuðulin til privatar miðlar, sum kann verða tað triðja framstigið. Kringvarpið og privatu miðl­ arnir eiga at stuðla hvør øðrum framstig á fjølmiðlaøkinum Nú eydnaðist tað... Bjørghild djurhuus kjak síða 12 Hond­ bólts­um­ hørvvið er gott ítróttur Síða 14-15 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! – Tað var eitt ógvusligt upp­ liv­il­si. Áðrenn eg visti av, vóru rossini uppi á vegnum beint framman fyri bilin. Soleiðis sigur Anfinn Kalls­berg, fyrr­verandi løg­ mað­ur, sum sunnukvøldið var so ó­heppin at koyra á eitt ross í Gøtudali. Anfinn Kallsberg og kon­an Berghild, sum var við hon­um í bilinum, vórðu bæði send á sjúkrahúsið til kann­ing­ar, meðan leitað var eftir rossi­ num. Tey komu koyrandi norð­ ur gjøgnum Gøtudal, so ferð­ in lá um 80 km/t. Tey høvdu júst koyrt fram við om­an­ koyringini til Norðragøtu nær­ind­is Sarpugerði, tá tvey ross brádliga lupu upp á vegin framman fyri bilin. – Tað var kolamyrkt. Hetta er jú út á kvøldið. Ross­ ini komu upp á vegin beint framm­an fyri meg, og eg visti einki, fyrr enn tað eina rossið lá uppi á hjálminum og fór aft­ur­eftir upp á takið og so aft­ur um bilin, sigur Anfinn Kalls­berg. Bilurin fór í knús, men tey bæði sluppu óskadd frá ó­happ­i­num. – Airbaggurin hevur sjálv­ andi bjarg­að okkum. Vit lógu nátt­ina á sjúkrahúsinum til eyg­leiðing, men vit hava ikki fing­ið nakað mein og eru nú á veg heim, segði Anfinn Kalls­ berg, tá in.fo hitti hann á máli. Sambært løgregluni er ross­ið heldur ikki komið til skaða í óhappinum. Hetta undr­ar Annfinn Kallsberg. – Øll gronin er vekk á bili­ num. Rossið fór upp um allan bil­in. At tað ikki skal hava fing­ið mein av brestinum ljóð­ar ótrúligt, sigur hann. Anfinn Kallsberg: Ótrúligt um rossið ikki hevur fingið skaða Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Bilurin hjá Anfinni Kallsberg, fyrrverandi løgmanni, fekk rættiliga stór­an skaða, tá hann rendi á eitt ross í Gøtudali sunnukvøldið. Anfinn Kalls­berg og konan sluppu frá hendingini uttan mein Mynd: Álvur Haraldsen Kunngerð um útskiftingarfund í Kvívík Vísandi til § 9 í útskiftingarlógini nr. 147 frá 27. mars 1939 verður boðað til fundar í Glæmuni mikukvøldið 7. des. 2016 kl. 19. Til viðgerðar verður útskifting innangarðs av Kvívíkar bygd. Nevndarlimir eru: Eyðfinn S. Hansen, Klaksvík Heini á Heygum, Vestmanna N. v. Petur Nielsen útsk. form. Suzuki Alto GF til sølu í sera góðum standi. Árg. 2011 Km. 40.000. Nýggj heilársdekk Nýprísur: 134.000 NÚ einans 65.000 Tel. 511641