týsdagur 29. november 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. november 2016 · Nr. 138
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
PUBLIC SERVICE
Árni Gregersen
Vanligt er í teimum londum,
har kringvarpsgjald verður
kravt inn við lógarheimild, at
stovnarnir, sum fáa part av
gjaldinum hava ein sáttmála
við almennu myndugleikar
nar um public-service virk
semi.
Soleiðis var eisini í Før
oyum í árunum 2011, 2012 og
2013, men tá fór sáttmálin
millum Kringvarp Føroya og
mentamálaráðið úr gildi.
Men sjálvt um ongin sátt
máli hevur verið síðani tá, so
hevur Kringvarpið kortini
arbeitt eftir teimum fyri
setingum, sum vóru í gamla
sáttmálnum.
Mentamálaráðið
sigur,
at av ymiskum orsøkum, so
hevur ongin sáttmáli verið
hesi seinastu árini, men nú er
ætlanin, at nýggjur sáttmáli
skal koma í gildi aftur frá
1.januar 2017.
Kringvarpið er eisini væl
nøgt við at hava ein sáttmála.
- Bara vit fáa karmarnar,
so skulu vit nokk fylla teir
út, sigur Dia Midjord, stjóri,
í Kringvarpi Føroya.
Hann sigur, at sjálvt um
gamli sáttmálin fór úr gildi
31. desember 2013, so hevur
Kringvarpið framvegis arb
eitt eftir teimum áseting
unum, sum eru í tí gamla
sáttmálanum.
Nýggi
sáttmálin
verð
ur lagdur fram í tinginum
fríggjadagin og aðalorða
skifti verður um sáttmálan
8. desember.
- Í komandi sáttmála
skeiði verður raðfest at
leggja dent á tíðindi og
aktuelt, mál og mentan,
á tilfar til børn og ung, at
teksta
føroyskar
send
ingar til gagns fyri fólk, ið
hava hoyribrek, og at gera
upplýsandi tilfar til tilflyt
arar fyri at stuðla upp undir
integrasjón, sigur Rigmor
Dam, landsstýriskvinna við
mentamálum.
Fyri fólkaræði
Grundleggjandi hava lond
um okkara leiðir útvarps-
og sjónvarpsstøðir, sum fáa
almenna fígging, so ella so.
Í Føroyum hava vit til fyri
einum ári síðani havt eitt
kringvarpsgjald, ahr vit sum
borgarar skuldu boða frá, at
vit hava sjónvarp ella útvarp.
Tá ið vit so høvdu gjørt tað,
so fingu vit rokning frá
Kringvarpinum. Var hon ikki
goldin, so kom pantifútin
eftir pengunum.
Nú fer kringvarpsgjaldið
beinleiðis yvir skattin. Tað
vil siga, at samstundis sum
løntakarar verða avroknaðir
fyri skatt, tá ið tey fá løn
útgoldna, so verða vit eisini
trekt fyri kringvarpsgjaldið.
Tað er hendan skipan
við gjaldinum – ella tann
gamla
–
sum
gera,
at
almennu
Føroyar
kunnu
seta krøv til Kringvarpið
um public-service tænastur,
sum altso verða ásettar í
kringvarpslógini, men eisini
meira nágreiniligt í einum
sáttmála.
- Tað er mín vón, at pub
lic service-sáttmálin, orðas
kiftið á tingi um sáttmálan
og teir karmar, vit kunnu
bjóða Kringvarpi Føroya,
kunnu virka við til, at vit fáa
ein óheftan public service-
stovn í fólksins tænastu,
sum vit øll kunnu standa
saman um.
- Tað er av alstórum týd
ningi, at Kringvarp Føroya í
øllum virksemi sínum viður
kennir, at kravið um óheftni,
fjølbroytni og ópartískheit
er serliga stórt í Føroyum,
her at kalla eingin kapping
er um tíðindaflutning frá
øðrum óheftum miðlum.
-
Vit
skulu
ongantíð
gloyma, at ætlanin við einum
public service-sáttmála er
ikki, at landsstýrismaðurin
og Løgtingið skulu leggja
seg út í ábyrgdina av skránni
ella frælsið Kringvarpsins at
leggja innihaldið og útsjónd
ina til rættis, sigur altso Rig
mor Dam, landsstýriskvinna
við mentamálum.
Í februar næsta ár eru 60
ár liðin síðani Útvarpið fór at
senda fyri fyrstu ferð undir
heitinum Útvarp Føroya.
KVF NÝGGJAN
SÁTTMÁLA VIÐ
ALMENNU FØROYAR
Eftir at hava ligið í sáttmálaloysi í trý ár, gera Kringvarp Føroya og mentamálaráðið nú nýggjan trý ára sáttmála
Rigmor Dam, landsstýris
kvinna við mentamálum,
leggur upp til aðalorðaskifti
í tinginum um public-
service sáttmálan
Dia Midjord, stjóri í
Kringvarpi Føroya, vil hava
karmarnar greiðar, so skal
Kringvarpið fylla teir út.