týsdagur 29. november 2016síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN NOVEMBER 2016
28
Gløgg – heimagjørt
Tjóðhild Patursson
‘Mær dámar ikki gløgg’ segði vinkonan,
‘tað er onkursvegna so insisterandi’.
HEY EG EITI GLØGG! Soleiðis rópar tað.
‘Nei, so hevur tú ikki roynt mítt gløgg!’
sigi eg og fái samstundis smá-angist við
tankanum um at skula liva upp til tað.
Tað fái eg ofta, og irriterist inn á mín
ov stóra munn. Men sagt var sagt. Hon
fór upp á loft og eg tók grýturna, vínið
og kryddini fram, fekk mær ein sipp av
víninum og fór ígongd við at gera mítt
‘eg-havi-alt-ov-stóran-munn-eg-veit-ikki-
um-eg-klári-at-liva-upp-til-tað’-gløgg.
HEIMAGJØRT GLØGG EKSTRAKT
Eigur tú tilfarið inni, so er ógvuliga
skjótt at gera ekstraktið, og tá ið
ekstraktið er gjørt, so er enn skjótari
at gera gløggið. Mær dámar best at ikki
krydda gløggið ov nógv, bara soleiðis at
tað merkist. Vínið verður jólaligari, men
tó ikki ‘insisterandi’ sum vinkonan kallar
tað. Eg veit ikki, men eg haldi, at tað er
nelikari, sum ofta verður latið í gløgg,
sum er tað ið hon kallar ‘insisterandi’ -
‘Eitt sindur av nelikar er gott, ov nógv
er oyðileggjandi’ soleiðis segði einaferð
ein nólsoyingur (smáákærandi) við meg
eftir at hava roynt mín jólasnaps - fyrstu
og einastu ferð eg havi gjørt jólasnaps
(nei, eg hevði ikki bryggjað sjálv, ikki allir
nólsoyarbúgvar bryggja - hvat sker við
tínum fordómum!? ;) Tvætl, hevði tað
bara verið so væl at eg dugdi).
Tá ið gløggið ikki verður kryddað so nógv,
so ber til at drekka meira enn eitt glas - uttan
at fáa vaml, og tað gjørdu vit, eg og vinkonan,
hetta kalda vetrarkvøldið.
Men tað ber saktans til at krydda tað
meira. Kardamumma, appelsinskal, nelikar
og allehånde eru krydd eg onkuntíð brúki,
og so rabarbur - Ja, Rabarbugløgg. Tað er
gott, men tað verður ein onnur uppskrift í
einum øðrum blaði.
Til gløgg ekstrakt skalt tú brúka
(røkkur til á leið 20-25 gløs av gløgg):
1
fløsku av víni (spyr í Rúsini eftir víni
ið hóskar seg væl til gløgg, tey duga
væl at vegleiða. Mær dámar væl at
brúka eitt smakkríkt vín, ið smakkar
nógv av frukt)
4 dl av sukuri
2
anisstjørnur
1
kanelstong
Koyr alt í eina grýtu. Rør í meðan tað
kemur uppá kók. Lat so smákóka í á leið
15-30 minuttir. Tað skal minka niður í
næstan eina helvt. - Eg veit at alkoholið
dampar burtur, men tað koyrir tú í aftur,
tá ið tú gert sjálvt gløggið, hetta er bara
ekstrakt, sum skal brúkast til smakk. Tá
ið næstan helvtin av tí, ið er í grýtuni er
minkað burtur tekur tú anisstjørnur og
kanelstongina uppúr, og stoytir veskuna
gjøgnum eina trakt niður í eina fløsku.
Nú er ekstraktið klárt at brúka. Tað ber
væl til at gera tað klárt nógvar dagar
frammaundan, tí tað heldur sær væl.
Minnst eina viku í kuldaskápi.
Soleiðis gert tú gløgg við heimagjørda
gløgg-ekstraktinum:
Til 5 fólk (ella tvey tyst) skalt tú brúka
1
fløsku av víni (Eg plagi at brúka
sama slag sum eg gjørdi ekstraktið
burturúr - hetta so at ikki ov nógvir
smakkir verða blandaðir saman)
1 dl av gløggekstrakt
Møguliga rosinur og mandlur
Koyr vín og gløgg-ekstrakt í eina grýtu
og set á lágan hita. Um tú vilt hava
rosinur og mandlur í, so kanst tú koyra
tær í beinanvegin, ella bíða til síðst - alt
eftir um tú vilt, at rosinurnar skulu
vera bleytar ella ikki. Mær dámar best
gløgg uttan ov nógv roks, so eg koyri
ikki rosinur og annað roks í. Statt
uppiyvir grýtuni meðan tað hitnar. Tað
skal ikki kóka, uttan so at tú vilt hava
alt alkoholið at hvørva ;) Tá ið gløggið
er liðugt drekkur tú fyrst eitt glas sjálv
fyri at sissa nervarnar, síðani rópar tú
uppá loft til vinkonuna, og sigur (uttan
presentatións angist) at nú er títt geniala
gløgg klárt. Og so vónar tú tað besta.
P.s. Hon DYRKAÐI tað!
Preið:
Gløgg eksraktið smakkar eisini
ógvuliga væl omaná ís, og sum
siroppur á eina vafflu við róma.
Eigur tú eina sovorðna fløsku
í kuldaskápinum, so er ein góð
dessert altíð løtt at smekka
saman.
OBS: Minnst til, gløgg smakkar best um tú ikki stressar um tað. So um tankin
um heimagjørt gløgg stressar teg, ja, keyp so heldur eina liðna fløsku, drekk
eitt glas av tí, og far so í gongd við tað heimagjørda ;) Nei. Roks. Eg ætli ikki
at mæla til at drekka fyri at fáa stressið niður. Men heimagjørt er altso bara
betur!