Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN NOVEMBER 2016 30 Eiler Fagraklett er annað enn LGBT aktivistur og serfrøðingur innan marknaðarføring. Hann er eisini ein skapandi sál, sum hevur játtað at geva okkum innblikk í sín skapandi heim. Næstu tíðina fer hann at blogga um innrætting og lívsstíl, har vit fáa íblástur og ráðgeving um hvussu man eisini kann innrætta sítt heim og annars seta lit á gerandisdagin. Hesaferð er evnið jólini. Litføgur jól á Signabø Fagri heimurin hjá Eileri Jólini eru uttan iva mín yndis hátíð. Ikki einans tí, at eg fái enn ein møguleika at prýða og innrætta húsini av nýggjum, men eisini tí tað er ein heit og fevandi árstíð, har hugni og samanhald verðru sett í hásæti. Mítt jólaprýði heima við hús skiftur tema og stíl hvørt ár. Tað eru altíð nakrir klassikarir, ið mugu við hvørt ár, men so er leggist altíð nýtt afturat, meðan annað fer út. Eg havi jólini í baktankanum alt árið. Síggi eg okkurt uttanlands, á netinum ella á loppumarkanð, ið meti kann nýtast til okkurt á jólum, so keypi eg tað. Eisini um talan er um juli mánaða. Eitt jólaheim sum mítt, kemur ikki burturúr ongum. Tað krevur fitt av fyrireiking, tí lítil hjálp er at heinta frá jólanissunum. Í ár havi eg lagt meg serliga eftir trimum ávísum stíl fyri jólaprýðið. Fyrst og fremst er tað siðbudnu reyðu og grønu litirnir, ið seg dám á húsini. Harumframt er tað nokk av gulli og brúnum heystlitum. At enda er tað fitt av kitsch við ymiskum sterkum pang litum. Hvørt rúm ella horn í rúminum hevur fingið sín egna lit ella stíl, so ró og skil hóast alt er á tí, sum fyri summi kann tykast sum kaos, órudd og óendaliga nógvir lutir at støva av. Eitt av mínum slagorðum er hetta: “More is more and less is a bore”, og tað er ongantíð meira hóskandi ella meira galdandi fyri meg enn á jólum. Diskurin í køkinum, sum vanliga er brennidepilin í rúminum, hevur í ár fingið klassiskt Coca-Cola jólatema. Tað var jú amerikanska sodavatni, sum gjørdi jólamannin kendan sum reyðklæddur og soleiðis, sum vit kenna vanliga hann í dag. Lutirnir á diskinum eru keyptir bæði í USA og Føroyum, meðan restin er funnin á loppumarknaðum “Jesus Is The Reason For The Seasons” veit hetta gull jólaprýði at siga okkum. Mær dámar væl at prýða heimið við religøsum lutum og ikonum. Eg haldi tað hóskar serliga væl til hesa árstíðina. Hetta er ein av mínum yndis krossmyndum. Jesus við six-pack Tann siðbudni reyði jólaliturin gongur nógv aftur í stovuni. Har sleppa tó eisini hvítir, grønir og ikki minst gull litir framat