Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 49 • 5. DESEMBER 2016 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ F lestu av føroysku húsunum leka hita, tí tað er alt alt ov nógvur gjóstur. Tað svarar til uml. 75 milliónir krónur, sum vit brenna út í tóma luft um árið, greiðir Baldvin Hardar­son frá. Seinastu árini hevur hann ferðast runt í Føroyum og gjørt gjósturs­kanningar við hita­mynd­um av húsum. Nýbyggningar Nýggj føroysk bygningsreglugerð kem­ur í gildi tann 1. januar 2017. Ein áseting verður, at luftskiftið má ikki fara upp um 1,5 litur luft pr sekund pr m². Og frá árskiftinum mugu nýbygn­ ingar ikki brúka meir enn 70 kWh pr m² pr.ár. Í nøkur ár hevur Hitamyndir bjóða seg fram at gjósturskanna og taka hita­myndir av nýggjum húsunum. Kann­ingin verður gjørd á tann hátt, at eitt undir- og yvirtrýst verður skapt í húsinum, tá dampsperran er gjørd. Um húsið ikki lýkir krøvini, verður leitað eftir feilunum, myndir verða tiknar við einum infrareyðum myndatóli, sum avdúka hvar lekar eru. Í flestum førum er talan um smávegis feilir, ið er lætt og bíligt at umvæla, sammett við kostnaðin av nýta ov nógva olju í áravís. Hús fukta Um ynskist, tekur Hitamyndir eisini royndir fyri fukt í húsunum. Við sínari servitan og útgerð kann Baldvin í nógvum førum finna fukttrupulleikar millum skins og hold. Trupulleikar, ið sum oftast enda við soppi við tíðini og sostatt kunnu gerast ein stór út­ reiðsla. Nógv hevur verið frammi í fjøl­ miðlum um gølur innan stórar byggi­ verkætlanir í Føroyum. Ein av hesum gølum var Skúladepilin í Hovi, har tað blivu staðfestir stórir lekar og nógvur gjóstur. Um ein gjósturskanning hevði verið gjørd áðrenn skúlin bleiv hand­ að­ur, varð eingin gøla. Húsasmiðirnir gera so gott teir kunnu, men kortini kemur meiri enn so fyri, at teir gera feilir. Ongin ger eitt ringt arbeiði við vilja, men í mongum førum vita teir ikki betri. Summir kunnu tí taka til lættari loysnir, tí teir halda tær vera nóg góðar. Hansara royndir siga, at tað serliga er í samankomingini millum betong og træ, í vegg- og taksamlingum at feilinir eru. Nógvir megna ikki at tætta nóg væl og rætt í hesum saman­kom­ ingunum. Kynda fyri krákunum Tá vit keypa strúkijarn, vaskimaskinu, køliskáp og líknandi, hyggja vit altíð eftir AA-merkinum, hvussu nógvan streym, tólið brúkar. Hví gera vit ikki tað sama, tá vit byggja nýggj hús? Sjálvandi skulu vit kannað, hvør orku­ nýtslan hjá húsinum er, sigur Baldvin Haldarson og heldur, at tey, ið byggja sær nýggj hús, áttu at sett krøv til byggiharran, um at orkukanning vórðu gjørdar av húsinum, áðrenn húsini vóru handaði teimum. Orkumerking skuldi verið á øllum húsum. Øll áttu at vita, hvussu nógv kWh teir brúka pr upphitaðan m² pr ár. So kunnu tey samanbera. Húsaeigara kunnu sjálvir rokna sína orkunytslu út. Grundreglan er, at ein litur av olju er ca 10 kWh. Siga vit at húsini hjá kundanum eru upphitað 100 m² og hann brúkar 2500 litrar árliga, so hava vit tølini at rokna brúkið út. 10 kwh x 2500 litrar av olju er 25000 kwh. Hesar 25000 kwh deila vit síðani við 100 = 250 kwh pr. fermetur pr. ár. Eldri hús áttu ikki at nýtt meira en einar 115-120 kwh pr m² ár. Baldvin sigur, at roknistykkið oman fyri er helst ikki lætt at skilja hjá vanligum fólki, men hann bjóðar seg fram at hjálpa fólki at gera ein útrokn­ing, so tey ikki sita við eini ov stórari olju­rokning. – Hitamyndir hava eisini gjósturs­ kannað nakrar ibúðir fyri Bústaðir. Íbúðirnar eru gjørdar eftir donskum byggireglum og brúka ikki nógva orku, tí tær eru gjørdar eftir forskriftinum. Nytslan í hesum íbuðum er 50 til 60 kwh pr m² pr. ár. Hitamyndir hava eisini kannað nøkur hús, sum eru 2 ár og yngri, har hús­eigarin ikki var nøgdur. Hesi húsini vóru ikki gjósturskannað í byggi­tíðini. Húsini vóru bygd við somu bjálvingar­tjúkd og tilfari sum Bústaðir hava nýtt, men hóast tað, so brúktu tey meira orku enn íbúð­ irnar hjá Bústøðum. Orsøkin var, at teir sum høvdu bygt, ikki høvdu verið nóg ansnir við byggingini. Í miðal var nýtslan 128 kWh pr m² pr ár. í hesum húsum. Hon átti ikki at verið meira enn nýtslan hjá bústøðum, uml. 50 – 60 kwh pr m² pr ár. Orkumerking Tað er ikki neyðugt at kynda fyri krákunum, plagdu tey eldru at siga, tá hurðar stóðu á glopp, so at hitin slapp úr húsunum. Sannleikin er tó, at okkara hús eru so ótøtt, at vit kynda fyri krákunum, hóast hurðar og vindeygu eru afturlatin. Vit spilla fyri uml. 75 milliónir krónur um árið gjøgnum hitan, sum seyrar úr húsum okkara Her er nýbygningur við nógvum gjóstri. Verður einki gjørt, so kemur upphitingin at kosta munadi meira enn neyðugt Her er nýbygningur í lagi. Myndin er tikin í einari av íbúðunum, ið Bústaðir hava latið byggja Her vísir myndatólið við reyðum, hvar tað er 1° heitari en kaldasta punkt á húsinum