mánadagur 5. desember 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 49 • 5. DESEMBER 2016
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
– Fyri tíð síðan spurdi átta ára gamla Jenny, um
eg fór at gera hen-ni og Idu, sum er 11 ár, ein
pakkakalendara aftur í ár. Eg svaraði, at tað
væntaði eg ikki. Eg hevði hug at finna upp á
okkurt annað, men var ikki enn vís í, hvat tað
skuldi verða.
Soleiðis greiðir Jona Thune í Saltangará frá
á sínari Facebook-síðu.
Jona Thune sigur, at tá hon hevði svarað
Jenny soleiðis um pak-kakalendaran, var hin
átta ára gamla skjót við sínum svari.
- Jamen, so havi eg eitt hugskot, mamma.
Vit kunnu lána 24 bøkur á bókasavninum. Tú
pakkar bøkurnar inn, og so velja Ida og eg ein
pakka um dagin. Og ta søguna lesur tú fyri
okkum...”
Sjálv helt mamman hugskotið hjá Jenny
vera frálíkt.
Tað var hin 28. november, at Jona Thune
legði hesa fittu frásøgn út á sína Facebook-
síðu, og tá skrivar hon eisini soleiðis:
– Í dag vóru vit tríggjar á bókasavninum og
funnu 24 bøkur!
At enda í sínari fittu – og jólaligu – frásøgn
skrivar Jona Thune:
– Eg trúgvi, at eg gleði meg minst líka so
nógv, sum tær báðar, til nógvar hugnaligar
løtur næsta mánaðin við søgu og nærveru -
nærveru, ið okkara lítla Jenny var so umhugsin
at skjóta upp.
Allar seinast í frásøgnini leggur Jona Thune
aftrat, at hugskotið við bókunum gjarna má
lánast.
Og við hesum hevur so Vikublaðið
kunnað alt Føroya fólk um eitt frálíkt
kalendarahugskot til jólamánaðin.
Átta ára gamla
Jenny gav
mammu síni
eitt frálíkt
hugskot til
ein genialan
– og sosialan
– pakka
kalendara
Ein genialur
pakkakalendari
– Eg trúgvi, at eg gleði meg minst líka so nógv,
sum Jenny og Ida, til nógvar hugnaligar
løtur næsta mánaðin, sigur Jona Thune
Bøkurnar eru læntar, og nú
verður pakkað inn. Eitt frálíkt
kalen-darahugskot, má sigast