mánadagur 5. desember 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 49 • 5. DESEMBER 2016
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
Enn eru árarnar sum borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu ikki lagdar inn, og framvegis situr
Heðin Mortensen við róðrið. Nýggja býráðið
hevur ikki skipað seg enn, og vit plaga at siga,
at einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt.
Nú jólini nærkast, mugu vit siga, at
hetta er ein tíð, sum hevur fylt nógv hjá
Heðini Mortensen, og hetta er ein tíð, har
borgarstjórin - ikki minst seinastu dagarnar
undan jólunum - hevur verið sera virkin.
– Tað kemur ikki av sær sjálvum, at
miðbýurin og gamla Havnin eru so snotulig og
vøkur á at líta í jólamánaðin. Hjá okkum hevur
tað nógv at siga, at borgarar savnast til tiltøk í
miðbýnum, tí tað skapar trivnað og samanhald.
Soleiðis segði Heðin Mortensen, tá tíðin
nærkaðist jólum í fjør.
Hann legði aftrat, at jólini í Havn er eitt
úrslit av góðari og neyvari planleg-ging,
samstarvi, ídni, fakligheit og áræði.
Tað mesta av trøðni
Undan jólunum og ársskiftinum vitja nógv fólk
á skrivstovuni hjá borgarstjóranum at avgreiða
stórt sum smátt, sum fáast skal frá hondini
fyri árslok.
Ein fastur táttur hevur verið, at borgar
stjórin bjóðar starvsfólkunum til eina hugna
løtu á Ráðhúsinum tveir dagar fyri jól.
Á trøðni í Havnardali hevur Heðin
Mortensen gæs, sum skulu avlívast og gerast
klárar at koyra í ovnin, og hann hevur eisini
dunnur og høsn.
Umframt at bæði dunnu- og høsnaregg
koma av trøðni, er tað mesta til jóla á
borðinum hjá borgarstjóranum heimagjørt,
eitt nú rullu- og kjøtpylsa, skinsakjøt, ræst og
turt kjøt - og ikki minst hin víðagitni suðu-
royarsperðilin.
Nógv skal røkkast
Siður er, at borgarstjórin vitjar kommunalar
stovnar uppundir jól. Ein teirra er Tilhaldið.
Annar er Heimið í Vallalíð, eins og sambýlini
skulu vitjast.
Jólahugni verður í Undirhúsinum,
og jólaaftan er fastur siður, at borgar
stjórin vitjar til eina hugnajólaløtu og
gudstænastu á Herberginum, á Tjarnargarði,
Boðanesheiminum, Lágargarði og seinast á
Ellisheiminum.
Tá alt hetta er fingið frá hondini jólaaftan,
fer borgarstjórin í kirkjugarðin við blómum,
áðrenn farið verður heim at gera klárt til
døgurða.
Borgarstjórin plagar at siga, at hann
gleðir seg sum eitt barn til jólastákanina og
soleiðis, sum politiska landslagið í Tórshavnar
kommunu er, verða hetta seinastu jólini hjá
Heðini Mortensen – á hesum sinni – sum
borgarstjóri.
Alt hevur sína tíð, og tað hevur tíðin hjá sjeyti ára gamla, Heðini Morten-sen, sum borgarstjóri í
Tórshavnar kommunu eisini. Borgarstjórin hevur altíð verið sera virkin um jólini, og hann hevur
ongantíð krógvað, at hann gleðir seg sum eitt barn til jólastákanina
Seinastu jólini sum borgarstjóri
Umframt at bæði dunnu- og høsnaregg koma av trøðni
í Havnardali, er tað mesta til jóla á borðinum hjá
borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu heimagjørt
Vilmund Jacobsen
Sertakir føroyskir jólasiðir síggjast ikki minst
í mati, sum varð etin jólaaftan og aðrar
aftansdagar.
Hinvegin eru nógv onnur ting - ja, vit kunnu
siga pátrúgv um mangt og hvat - knýtt at jóla-
og nýggjárshøgtíðini.
Fyrr var vanligt at eta ræstan fisk og sperðil
á jólaaftan. Nú eta tey flestu dunnu, gás ella
ræst kjøt.
Jólaaftan, nýggjársaftan og trettandaaftan
høvdu fólk í eldri tíð vanliga ræstan fisk og
sperðil til nátturða, síðan greyt og siropp - og
triði rættur var smør og breyð við rullupylsu og
drekka.
Onkur hevði saltaðan fugl aftan á greytin.
Nú verður ræsti fiskurin, har hann enn
verður brúktur jólaaftan og møguliga aðrar
aftansdagar, ofta kókaður og etin til døgurða.
Hvat er jólatrøll?
Tá tú ikki var liðugur at binda bulin, ella
hvat tað nú var, sum lá í stok-kunum, royndi
arbeiðskonan ella tann, ið átti hálvgjørda
verkið - sum kallaðist trøll - at krógva trøllið.
Men, húskallarnir hugdu so væl eftir, at
teir næstan altíð fingu fatur í trøllinum. Tað
ráddi um fyri teir ikki at fáa trøllkonurnar um
høgtíðina.
Tá teir funnu jólatrøllið, vórðu seks
torvkonglar bundnir fastir í tað, og var tað
nýggjárstrøll, vórðu níggju torvkonglar bundir
í trøllið.
Var farið um trettanda ella tjúgunda, vórðu
ávikavist trettan og tjúgu torvkonglar bundir í.
Trøllið varð hongt upp í ljóðaran ella
onkustaðni í mønuna í roykstovuni til
skomm fyri tann, ið átti tað, og eigarin av
trøllinum fekk gjarna nakað í skammbót frá
húsbóndafólkunum.
Ymisk pátrúgv
Fyrstu jólanátt, nýggjársnátt og trettandu nátt
brendu tey ljós fyri, at tað komandi árið skuldi
verða ljóst fyri heimini.
Nýggjársaftan sótu tey uppi til á midnátt, tí
so komu tey ikki at sova tíðina burtur í nýggja
árinum.
Slóknaði ljósið nýggjársnátt, kom feigd at
vera í húsinum í komandi árinum.
Tey fólk, sum dugdu á at skyna og sótu eftir
í kirkjuni nýggjársdag, ko-mu at síggja tey, ið
feig vóru í tí árinum.
Var nýggjársdagur ikki ljósur, kom tað árið
ikki at vera eydnuríkt.
Kelda: www.heimabeiti.fo
Nógv ymisk ting og vanar vóru í sínari tíð knýtt at jóla- og nýggjárshøgtíðini
Matur og pátrúgv
um jól og nýggjárið
Tað eru framvegis tey, sum eta ræstan fisk og sperðil
jólaaftan. Flestu eta tó gás, dunnu ella ræst kjøt