mánadagur 5. desember 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 49 • 5. DESEMBER 2016
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Shanghai er nýggja
matstovan í Havn
– Asiatiski maturin er ógvuliga góður og vælsmakkandi; hann hevur bæði saft og kraft, sum eg
plagi at taka til. Matarskráin seinnapart og um kvøldarnar líkist sera væl umtóktu matarskránni,
sum eg hevði á Herford í Klaksvík, sigur Hans Jacob Garðalíð
Vilmund Jacobsen
N
æst seinasta hósdag læt Hans Jacob
Garðalíð upp nýggja matstovu í Havn.
Matstovan kallast Shanghai og húsast
í hølunum, har Nantong var áður í Havnar
Klubba.
Hølini eru sett í stand og dagførd, og
her er sera hugnaligt inni. Stórur partur av
útbúnaðinum í køkinum er skift og dagført.
Tá vit biðja Hans Jacob Garðalíð seta orð á,
hvat Shanghai er, sigur hann, at her er buffet
um middagin, og síðan er steakhouse frá
klokkan 17 og út á kvøldið.
– Góða og vælsmakkandi buffét’in er opin
frá klokkan 11.30 til 14, og yrkadagar er
steakhouse frá klokkan 17 til 21.
Hann sigur, at á buffét’ini verður dentur
lagdur á væl tilreiddan asiatiskan mat við
íblandingi av góðum føroyskum mati, eitt nú fiski.
– Tá klokkan fer av 17, hava vit búffar av
grillini, og vit hava stoktan lambarygg, t-bone
steak og helst eini tvey sløg av fiski - fyri at
nevna nøkur ting úr matarskránni.
Hans Jacob Garðalíð sigur, at hann
leggur stóran dent á at hava bestu rávøru á
matstovuni, og hann fer á ongan hátt at spara
í góðskuni.
– Sparir tú í góðskuni av rávøruni, missir
tú viðskiftafólk, og tað er viðskiftafólkini, tú
hevur brúk fyri. Motto’ið er besta rávøra fyri
sámiligar og kappingarførar prísir, sigur hann.
Asiatisk buffét
Hans Jacob Garðalíð hevur í nógv ár arbeitt
við mati, og í nøkur ár he-vur hann rikið
matstovuna Herford í Klaksvík.
– Matarskráin á Herford var sera væl
umtókt, og eg havi lagt meg eftir at hava
umleið somu matarskrá á Shanghai.
Hann sigur, at umframt buffét’ina,
er steakhouse til klokkan 21 yrkakvøld,
undantikið mánakvøld, fríggjakvøld og
leygarkvøld til klok-kan 22 og sunnukvøld til
klokkan 21.
Spurdur, hví hann hevur lagt seg eftir
asiatiskum mati á buffét’ini, ásannar Hans
Jacob Garðalíð, at eisini føroyingar elska
asiatiskan mat.
– Asiatisku starvsfólkini, sum eg havi í
køkinum, tá buffét’in er, eru sera dugnalig.
Tey eru ófatiliga ordilig, og reinleikin er í
hásæti. Asiatiski maturin er ógvuliga góður og
vælsmakkandi; hann hevur simpulthen bæði
saft og kraft, sum eg plagi at taka til. Tú fært
eitt rættiligt matarupplivilsi við asiatiskum
kryddi, skilt á tann hátt, at sterki smakku-rin
líka sum kámast av søta smakkinum, soleiðis
at upplivilsið gongur upp í eina hægri eind,
leggur hann aftrat.
Nýtt og dagført
Síðan Hans Jacob Garðalíð gjørdi leigusáttmála
við Havnar Klubba, eru hølini dagførd - frá
innast til uttast.
– Eg havi eisini fingið mær góða sofu og
sofaborð í einum horni inni í matarsalinum,
soleiðis at fólk kunnu seta seg niður, um tey
kanska bíða eftir øðrum, sum eru á veg. Her
kunnu fólk eisini seta seg, tá tey hava hug,
bæði fyri og eftir máltíðina.
Hann sigur, at nýggjur og nútímans
konventiónsovnur er keyptur, nýgg-jar
friture-grýtur og grillpláta. Uppvaskimaskina,
kølidiskur og kuldaskáp eru nýggj, og
eymhettan er bygd størri.
– Nú eru vit nýliga komin í gongd her
á Shanghai, og eg eri stak væl nøgdur við
undirtøkuna higartil. Longu nú eru vit eisini
nógv eftirspurd eftir mati, sum arbeiðspláss og
fyritøkur ynskja út við. Vit eru eisini eftirspurd,
tá ræður um jólaborðhald her í hølunum, tó
at vit eru sein í gongd, og nógv hevur verið at
fingið upp á pláss.
Men, Hans Jacob Garðalíð so líkt, fryntligur
og hjálpsamur, sum hann er, sigur hann, at fólk
altíð kunnu ringja og spyrja seg fyri.
– Vit hava ikki lýst við beinleiðis
jólaborðhaldi, men øll eru vælkomin at
ringja og bera síni ynski fram, og so fáa vit
at síggja, hvat letur seg ge-ra, sigur nýggi
matstovueigarin í Havn.
Tey, sum vilja hava eitt orð á matstovu
eigaran, kunnu ringja á tlf. 318080 - ella á tlf.
264829.
– Nú eru vit nýliga komin í gongd her á Shanghai, men eg
eri stak væl nøgdur við undirtøkuna higartil, sigur Hans
Jacob Garðalíð, eigari av nýggju matstovuni í Havn
Mynd: Birgir W. Høgnesen