mánadagur 5. desember 2016síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 49 • 5. DESEMBER 2016
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
Tey eru mong, sum í hesum døgum fara til
jólaborð, og her verður bæði etið og drukkið
nógv.
Onkur drekkur so mikið nógv, at viðkomandi
ikki veit, hvat hann ella hon gjørdi á
jólaborðhaldinum.
Eitt hugskot er at keypa sær ein alkohol-
mátara og hava hann við til jólaborðhaldið. Tá
kanst tú lætt halda eyguni við, hvør promillan
er, sum kvøldið gongur.
Koyr ikki eftir veitslu
Tað er altíð ein vánalig loysn yvirhøvur at
hugsa um at koyra bil, um nakað sum helst er
ella verður drukkið á jólaborðhaldinum ella á
veitslun annars.
Eingin yvirhøvur eigur at taka kjansin at
koyra, um viðko-mandi ikki frammanundan
hevur fulla vissu fyri, at alkohol ikki er í
blóðinum, sum liggur omanfyri loyvda promil-
lumarkið.
Skalt tú tryggja tær, at promilla ikki er,
kanst tú heldur ikki brúka ein og hvønn
alkohol-mátara, tí her er avgerandi neyðugt, at
promillan verður máld ógvuliga ítøkiliga, um tú
yvirhøvur skal hugsa um at koyra bil.
Eitt annað, sum ov lítið verður hugsað eftir
váttligt jólaborð og aðrar slíkar veitslur, er, at
tú saktans kanst hava eina høga promillum av
alkoholi - eisini dagin eftir.
Ikki ein og hvør mátari
Alkohol-mátarar, sum eitt nú løgreglan brúkar,
eru rættiliga
kostnaðarmiklir og neyvir, og hesir verða
vanliga ikki keyptir til privata nýtslu.
Heldur er tað soleiðis, at virkir ella stovnar,
sum hava brúk fyri at “testa” síni starvsfólk,
hava kostnaðarmiklar og neyvar mátarar.
Men, tað finnast eisini alkohol-mátarar til
privata nýtslu, sum hava sama neyvleika og
mátarar, ið løgreglan hevur.
Tveir alkohol-mátarar, sum finnast á danska
marknaðinum til privata nýtslu og sum eru
rættiliga neyvir, eru Alkometer LifeGuard og
AL9000, ið byggja á somu tøkni sum teir, ið
løgreglan brúkar.
Hesir kosta einar 1800 til 2500 krónur.
Kelda: www.birkaklub.dk
Rúsdrekka og koyring hoyra slett ikki saman
Eitt, sum ov lítið verður hugsað eftir váttligt jólaborð og aðrar slíkar veitslur, er, at tú
saktans kanst hava eina høga promillum av alkoholi - eisini dagin eftir veitsluna
Alkohol-mátarar, sum eitt nú
løgreglan brúkar, eru rættiliga
kostnaðarmiklir og neyvir
Vilmund Jacobsen
Í
gjárkvøldið - sunnukvøldið 4. desember
2016 - var árliga jólakonsertin hjá
Tórshavnar Manskóri í Vesturkirkjuni.
Kórleiðarar eru Bjarni Restorff og Kári Bæk.
Tað hevur verið fastur siður hjá
manskórinum at halda konsertina saman
við einum øðrum kóri, og árið í ár varð
jólakonsertin hildin saman við Tarira, sum
Johannes Andreasen stjórnar.
Tarira varð stovnað av eldhugaðum
einstaklingum í 2002, og hevur 14 ár á baki.
Eins og Tórshavnar Manskór hevur Tarira eisini
fleiri fløguútgávur at vísa á.
Tórshavnar Manskór hevur í ár 30 ár á baki.
Kórið varð stovnað í 1986 av Bjarna Restorff,
sum framvegis er kórleiðari og Kára av Reyni.
Kórið hevur nógvar framførslur hvørt ár,
og millum annað hevur kórið hvørt ár vanliga
eina várkonsert umframt árligu jólakonsertina,
umframt nógvar aðrar framførslur til bæði
størri og minni tiltøk.
Tórshavnar Manskór 30 ár á baki
Bjarni Restorff, sum saman við Kára av Reyni stovnaði Tórshavnar Manskór, er
framvegis leiðari av kórinum
Tórshavnar Manskór, sum er
stovnað av Bjarna Restorff og Kára
av Reyni, hevur í ár 30 ár á baki