Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-05, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 49 • 5. DESEMBER 2016 24 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Marin vann ferðina – Eg havi javnan og gjøgnum fleiri ár luttikið í kappingum av ymiskum slag, men hetta er fyrstu ferð, at eg havi vunnið nakað sum helst, sigur Marin Samuelsen Vilmund Jacobsen Ú rslitið av lesarakappingini í Vikublaðnum seinast var, at Marin Samuelsen í Havn vann høvuðsvinningin, sum var ein ferð fyri tvey í bili við Norrønu til Danmarkar og aftur. Hetta er ein stór lesarakapping í Vikublað­ num við nógvum og góðum vinningum, sum byrjaði 21. november og sum varar til og við mánadagin, 12. desember. – Eg havi javnan luttikið í kappingum av ymiskum slag gjøgnum mong ár, men hetta er fyrstu ferð, at eg havi vunnið nakað sum helst. Eg havi bara hildið, at eg als ikki eri millum tey hepnu, tá spælt verður. Tí hevði eg eisini ilt við at trúgva tí, tá eg varð up-pringd av Miðlahúsinum og fekk at vita, at eg hevði vunnið hesa ferðina við Norrønu. Marin Samuelsen sigur, at hon helt, at onkur gjørdi gjøldur burtur úr sær, tá telefonin á arbeiðsplássinum ringdi. – Fartelefonin hjá mær lá eftir heima. Men, tey høvdu fyrst ringt til mannin hjá mær, Heðin Samuelsen, sum hevði sagt teimum nummarið á arbeiðsplássinum. Hetta var kvotan Spurd, um hon nú meira fer at trúgva upp á spæl og vinningar, sigur hon, at tað roknar hon ikki við. – Eg trúgvi, at hetta var mín kvota, sigur Marin Samuelsen brosandi. Hon er ógvuliga fegin um vinningin, sum hon og maðurin ætla at brúka í mai mánaði komandi ár. – Elsta dóttir okkara býr í Danmark, og har eiga vit fýra ommubørn og tvey langommubørn. Dóttirin býr í einum hugna­ ligum øki, tætt við strondina, og hon hevur stóran urtagarð. Vit eru gjarna í Danmark tvær ferðir um árið - í mai og so aftur um heystið. Í mai fara vit sum oftast við Norrønu og hava bilin við, og um heystið plaga vit at flúgva. Keypir fyri at stuðla Marin Samuelsen heldur tað vera stuttligt, at hon hesaferð fekk ”valuta” fyri at hava luttikið so ofta - og gjøgnum fleiri ár - í ymi-skum sløgum av kappingum um vinningar. – Eg plagi eisini at keypa lutaseðlar, tá fólk koma á dyrar, og tað er altíð við tí í huga at stuðla. Tað hevur ikki verið mín lutur at gerast hin hepni vinnarin, men hesaferð eydnaðist tað so, sigur hon við Vikublaðið. STANLEY / LITAVAL | VIÐ SVARTHEYGG 2 | NORÐSKÁLI | TEL. 422 270 Grafix 504251 2 pk. bert 26995 SPAR 7000 999,- SPAR 250,- GÓÐ TUNNILSTILBOÐ TUNNILSDAGIN 10. DESEMBER ER OPIÐ TIL KL. 20.00 fyrr 33995 fyrr 1249,- tilboðsvørur verða ikki umbýttar Regin Joensen á marknaðardeildini hjá Miðlahúsinum handar Ma-rini Samuelsen vinningin - ein ferð fyri tvey í bili við Norrønu til Danmarkar Mynd: Álvur Haraldsen