mánadagur 5. desember 2016síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 49 • 5. DESEMBER 2016
28
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
HEILSU- OG SLANKIKLINIKK
Lucas Debesargøta 8, 2. | FO-100 Tórshavn
Tlf. 00298 31 05 54 | torshavn@bailine.dk
Brekkuskákið 5 | 700 Klaksvík
Tlf. 00298 27 12 72 | klaksvik@bailine.dk
Niðari Vegur 21 | FO-660 Søldarfjørður
Tlf. 00298 27 12 72 | klaksvik@bailine.dk
Trygvi Ljósá Østerø
- ryggtrupulleikar
Eg havi havt trupulleikar við rygginum,
síðan eg var smádrongur og javnan gingið
til viðgerð hjá fysioterapeuti, men tað hevur
einki hjálpt. Eg fekk ikki sitið í skúlanum
uttan at verða tarnaður av rygginum. So
fór eg til Bailine at vita, um tað kanska
kundi hjálpa. Eftir heilt fáar viðgerðir
var trupulleikin so at siga burtur‚ og
gerandisdagurin er batnaður heilt nógv. Eg
eri enn í viðgerð hjá Bailine í teirri vón, at
ryggurin ongantíð fer at órógva meg aftur.
Jónhild Kjærbo
hevur MS sclerose
Eg fór til bailine fyri at fáa
kroppin styrktan aftur, tí eg
havi MS Sclerose
Tað hevur gjørt
gerandisdagin lættari
Tað hevur minkað um pínu í
kroppinum.
Paula Solmunde
hevur diabetes II
Eg fór til bailine, tí eg føldi meg
móða og troytta. Tað, ið síðan hendi,
var, at eg, sum havi diabetis 2, havi
fingið heilt ótrúliga góða vegleiðing
og hjálp. Eg havi fingið eitt nýtt lív.
Hugsa tær, at rulligardinurnar fara
upp, og alt verður ljósari .
Tann góða
jólagávan til
HANN ELLA HANA
ER EITT GÁVUKORT
FRÁ BAILINE
Vilmund Jacobsen
Í
samband við, at rognkelsi er vorðið
ein týðandi liður í herferðini móti
laksalús, bjóðar Fiskaaling eina
tæna-stu til føroysku alivinnuna, sum
staðfestir, um rognkelsi trívist, hevur
nøktandi umstøður og ikki minst - um
tað etur lús.
Vanliga mannagongdin er, siga
tey á Fiskaaling, at rognkelsi verður
dripið, áðrenn hugt verður í magan
fyri at staðfesta, um fiskurin hevur
etið laksalús.
– Søgur hava javnan verið frammi
um, at fleiri enn hundrað lýs eru
funnar í rognkelsimaga. At neyðugt er
at drepa nógvar lúsaátarar fyri at fáa
hetta staðfest, er ikki sørt óheppið, tí
tað eru júst slík lúsafegin rognkelsi,
sum gera nyttuna, og sum ynskiligt er
at seta við.
Lagt verður aftrat, at í Noregi
verður magaskol brúkt fyri at fáa eitt
mát fyri, hvussu virkin rognkelsini eru
- og fyri at sleppa undan at drepa tey.
– Ein slanga verður løgd niður í
magasekkin, og vatn verður sproytað
niður og sogið uppaftur. Hetta verður
endurtikið fleiri ferðir, áðrenn maga
innihaldið er fingið upp. Henda
mannagongd hevur fingið hvassar
atfinningar, og í mars 2016 kom
norska Mattilsynet til ta niðurstøðu,
at magaskoling var í stríð við djóra
vælferðarlógina og mælti til, at fisk
urin verður dripin.
Verða DNA-kannað
Tað hevur leingi verið ynski hjá
Fiskaaling at kunna staðfesta, um
rognkelsi hevur etið lús, uttan at
drepa lúsafegin rognkelsi, samstundis
sum djóravælferð er í hásæti.
– Vit hava brúkt nógva orku upp á
hesa avbjóðing og hava nú ment ein
nýggjan kanningarhátt, sum ger het-
ta møguligt.
Á Fiskaaling siga tey, at í nýggju
mannagongdini verða sýni tikin av
svølgvætuni/magaflotinum,
sum
síðan verða DNA kannað fyri at stað
festa, um rognkelsini eru lúsaátarar.
– Nýggi kanningarhátturin gevur
okkum møguleika at taka nógv sýni
upp á stutta tíð, og tískil ber betur
til at fáa eitt skjótt yvirlit yvir lúsaát,
og eina heildarmynd av umstøðunum
á einum aliøki, samstundis sum vit
halda lúsaátufrek rognkelsi á lívi, vita
tey á Fiskaaling at siga.
Átufrek rognkelsi
sleppa at liva
Tað hevur leingi verið ynski hjá Fiskaaling at kunna staðfesta, um rognkelsi hevur etið lús -
uttan at noyðast at drepa lúsafegin rognkelsi, samstundis sum djóravælferð er í hásæti