týsdagur 6. desember 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. desember 2016 · Nr. 141
mikudagsblaðið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í morgin verður public service sátt
málin millum Kringvarp Føroya og
Mentamálaráðið á skránni í Løg
tinginum, tá aðalorðaskifti verður
um málið, sum Rigmor Dam, menta
málaráðfrú, hevur lagt fyri tingið.
Tað er gott, at vit aftur eru kom
in hartil, at ein nýggjur public ser
vice sáttmáli skal gerast. Ikki tí, vit
kunnu altíð seta spurngartekin við
endamálið, um fíggjarligi bogin
verður ov hart spentur við slíkum
kravi, uttan at pengar fylgja við.
Men fyri fólkið – og ikki minst
fyri føroysku fjølmiðlarnar annars,
er tað bæði gott og gagnligt, at eitt
mark verður sett ímillum, hvør
uppgávan hjá almenna public
service miðlinum og teimum priv
atu miðlunum er.
Tað er munur og, og tað skal
vera munur á, hvat almenni miðilin
kann gera, og hvat privatir fjølmiðl
ar kunnu gera.
Her kunnu vit bara vísa á út
gangsstøðið, sum er so ymiskt.
Saman við kringvarpsgjaldinum
og øllum tænastum, sum almenni
stovnurin fær, so veit hann við árs
byrjan, at hann hevur hesar 60,70
ella 80 milliónirnar at arbeiða við.
Privati miðilin skal út hvønn
dag at stríðast fyri at fáa inntøkur.
Eitt stríð, sum hann í fleiri ár hevur
kappast við almenna kringvarpið
um.
Tá útvarps- og sjónvarpsmono
polið varð avtikið, var tað við lyft
um um, at nú skuldu karmar skap
ast soleiðis, at privatir miðlar eisini
skuldu kunnu reka útvarp og sjón
varp. Tá Miðlahúsið í 2007 keypti
Rás2 var tað millum annað á tí
grundarlag, at mentanarnevndin
hjá Løgtinginum lovaði, at næstu
fimm árini skulu lýsingarnar í
Kringvarpinum niðurlaðast.
Men úrslitið var júst tað øvugta.
Privatu miðlarnir máttu brúka alla
orkuna at kappast við alemnna
miðilin um lýsingarnar – sum longu
vóru farnar at minka.
Úrslitið var, at almenni miðilin
fór við lýsingunum – og privatu
miðlarnir mistu inntøkur. Afturat
hesum fingu vit ein almennan
miðil, sum setti øll segl fyri at vinna
lýsingarmarknaðin
frá
privatu
miðlunum. Sendiflatan var tillagað,
so hon passaði best lýsarum.
Tað er gott, at Kringvarpið ger
sáttmála við fólkið, har tað verður
staðfest, at Kringvarpið skal tæna
borgarunum fyrst og fremst.
Vit ynskja okkum eitt sterkt og
gott kringvarp, har journalistikkur
í breiðastu merking er í hásæti.
Ein miðil, sum umframt at vera
ein sterkur mentanarberi er ein
fyrimynd fyri privatar miðlar,
ein stovn, sum er óheftur av
seráhugamálum og sum gevur
fólkinum
atgongd
til
týðandi
upplýsingar og kjak um týðandi
samfelagsviðurskifti.
Tí er tað gott, at hesi viðurskifti
verða staðfest í slíkari avtalu.
Vit ynskja okkum eitt
gott og sterkt kringvarp
ein stovnur fyri fólkið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Dr. Jacobsensgøta 21, tel. 315 315
JÓLAGÁVURNAR & JÓLASTÁSIÐ
FINNUR TÚ HJÁ OKKUM
STÓRT
ÚRVAL AV
JAKKUM OG
FRAKKUM
PYJAMAS
HEIMADRAKT
KIMONO
STÓRT URVAL AV
NÁTTKJÓLUM
Grafix 504251