týsdagur 6. desember 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. desember 2016 · Nr. 141
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
PISA KANNINGIN 2015
Sólvit E. Nolsø
PISA kanningin 2015 bleiv
løgd fram í dag á Menta
málaráðnum.
PISA,
ið
stendur
fyri
Programme
for International Student
Assessment, er ein kanning,
ið OECD stendur fyri, ið
kannar førleikarnir innan
náttúruvísindi,
støddfrøði
og lesing hjá 15-ára gomlum
næmingum. Føroyar luttóku
fyrstu ferð í 2006 og hava
verið við í kanningunum
síðan. Orsøkin til júst hesi
trý kjarnuøki er, at tey verða
mett at verða grundleggjandi
fyri, at næmingar hava før
leikar at luttaka aktivt sam
felagnum eftir lokna skúla
gongd.
Næmingar verða kannað
ir hvussu støði er munnligt
og skrivligt. Tað er ikki
bert tað faktuella, ið verður
kannað, men eisini hvussu
væl næmingar nýta tað, ið
teir hava lært. Tað íroknar
millum annað fatan av hug
tøkum og førleikan at virka
í eini røð av ymsum støðum,
ið krevja, at ein skilir lýstar
trupulleikar.
Framgongd á
øllum økjum
Sum
sagt,
so
eru
tað
náttúruvísindi,
støddfrøði
og lesing, ið verða kannaði.
Føroyar hava størstu fram
gongd í lesing. Har hava vit
fingið eitt úrslit, ið eitur
470 PISA stig (sí stigatalvu),
ið leggur okkum í 2. før
leikastig, ið OECD metir
sum
miðal
førleikastigið,
ið næmingar skulu liggja
í. Síðan 2006 hava vit havt
eina framgongd á 60 PISA
stig, ið svarar til hálvtannað
ársverk, ið er ein stor fram
gongd. Vit eru enn niðast av
norðurlondum, men hava
størstu framgongd. Ísland er
næst okkum við 482 stigum.
Hini norðurlondini liggja
millum 482 og 525 PISA stig.
OECD miðal er 493 stig.
Hægsta stigatal
í støddfrøði
Okkara besta stigatal er í
støddfrøði, har vit liggja
á 482 stigum. Tað er ein
hækking á 10 stig síðan
2012. Næst okkum er Ísland
við 488 stigum og ovast eru
Danmark og Finnland við 511
stigum. Miðal fyri OECD er
491 stig, so vit eru ikki langt
frá at koma uppá sama støði
sum hini norðurlondini.
Tað er í náttúruvísindini,
at tað stóra takið skal tak
ast. Har hava vit eitt miðal
tal á 447 stig. Tað er eitt
líknandi úrslit, sum kann
ingarnar í 2009 og 2012 vístu.
Úrslitið er muna betur enn
tað var í 2006, men eftir
tað kanningina blivu átøk
framd fyri at betra um
úrslitið, serliga miða eftir
innskúlingini. Føroyar liggja
niðast av norðurlondum og
eitt fittur teinur er upp til
Ísland, ið er norðurlandið
frammanfyri okkum. Miðal
stig fyri OECD londini eru
493 stig, so tað eru 46 stig
upp til miðal OECD talið, ið
svarar til meir enn eitt árs
verk.
Skulu ikki brúka til
samanberingar
Rigmor Dam, landsstýris
kvinna í skúlamálum, sigur,
at hetta úrslitið skal ikki
brúkast til at samanbera
okkum
við
onnur
lond.
Vit skulu ikki brúka hetta
fyri at kappast við onnur
lond um at gerast best. Vit
skulu brúka hetta sum eina
støðumynd av okkara egnu
børnum og hvar tey liggja
í hesum lærugreinum. Rig
mor Dam sigur, at hetta fer
ikki at gera, at øll lóggávan
innan skúlaverkið verður
endavend, men at vit kunnu
nýta hetta sum eina ábend
ing á hvat kann gerast betur,
tí lærugreinirnar skulu held
ur ikki undirmetast.
– Vit hava heldur ikk
áhuga í, at framleiða næm
ingar, ið eru nógv best til bert
hesir økir, men vit vilja fáa
ein litríkari skúla, ið eisini
leggur dent á samanhald,
trivnað og fólkaræði til døm
is, sigur Rigmor Dam.
Rigmor Dam sigur, at tað
er ikki neyðturviliga mál
ið hjá okkum at raka teir
hægstu bólkarnar innan øll
økir, men tað má sannast,
at vit eiga at lyfta okkum á
eitt sindur hægri støði innan
tey trý økini, og tað eigur at
verða fyrsta mál.
– Ítøkiliga, tað, sum vit
fara at gera nú, er at menna
námsætlanirnar í fólkaskúl
anum og fáa lærarar at brúka
tær. Vit skulu eisini førleika
menna
og
endurútbúgva
okkara verandi lærarar sam
stundis sum vit eisini mugu
hyggja ítøkiliga at náttúru
vísindaligu lærugreinunum
og fáa fleiri lærarar innan
tær lærugreinirnar, sigur
Rigmor Dam.
Føroyskt tilfar ger mun
Tað er sjálvandi torført at
siga hvat tað er, ið er orsøk til
stóru framgongdina. Tað er
eitt ógvuliga samansett svar.
Tó kann sigast, at jú størri
úrval av føroyskum frálæru
tilfari vit hava, jú betur verða
næmingarnir førir fyri at
skilja ástøði og samanhangir,
tí tey lesa tað á egnum málið.
Serliga innan lesing er nógv
føroyskt tilfar framleitt og
tað sæst væl aftur.
solvit@sosialurin.fo
Framgongd í PISA kanningini
PISA kanningin í 2015 vísir okkara besta úrslit higartil. Kanningin bleiv handað
landsstýriskvinnuni í mentamálum frá føroyska stýrisbólkinum í gjár
Talva 5 – Samandráttur av lýsingunum av teimum sjey førleikastiginum í PISA 2015 fyri náttúruvísindi
Stig
Niðara
mark-
virði
Næmingurin skal duga
6
708
Á stigi 6 duga næmingar at gagnnýta og knýta saman náttúruvísindalig hugskot og hugtøk frá
materiellu, lívfrøðiligu og jarðar- og rúmdarvísindum og brúka innihalds-, háttalags- og ástøðisvitan til
at geva eina frágreiðandi hypotesu um nýggj náttúruvísindalig fyribrigdi, hendingar og tilgongdir, ella at
gera forsagnir. Tá tey tulka dátur og úrslit duga tey at gera mun á viðkomandi og óviðkomandi
upplýsingum og duga at gagnnýta vitan, sum ikki er í vanligu námsætlanini. Tey skilja munin millum
grundgevingar grundaðar á náttúruvísindaliga próvførslu og ástøði og grundgevingar sum eru
grundaðar á onnur viðurskifti. Næmingar á stigi 6 duga at meta um ymsar uppsetingar av torførum
kanningum, kanningarferðum ella simuleringum og duga at grundgeva fyri sínum valum.
5
633
Á stigi 5 duga næmingarnir at brúka abstrakt náttúruvísindalig hugskot og hugtøk at greiða frá
ókendum og torgreiddum fyribrigdum, hendingum og tilgongdum sum hava fleiri møguligar liðir. Tey
duga at brúka fjølbroytta ástøðisvitan at meta um ymsar uppsetingar av kanningum og at grundgeva
fyri teirra valum, og nýta ástøðiliga vitan at tulka upplýsingar ella at gera forsagnir. Næmingar á stigi 5
duga at meta um ymsar mátar at kanna ein ávísan spurning vísindaliga og duga at síggja avmarkingar
í, hvussu dátur kunnu tulkast, bæði í mun til keldur og í mun til óvissur í náttúruvísindaligum dátum.
4
559
Á stigi 4 duga næmingar at nýta heldur torføra ella heldur abstrakta innihaldsvitan, sum tey antin hava
fingið útflýggjaða ella minnast aftur, til at skipa frágreiðingar av samansettum ella ikki serliga kendum
støðum og tilgongdum. Tey kunnu gera royndir, sum hava tveir ella fleiri óheftar variablar í einum
avmarkaðum samanhangi. Tey megna at grundgeva fyri einari kanningaruppseting við at gagnnýta
partar av háttalags- ella ástøðisvitan. Næmingar á stigi 4 kunnu tulka dátur, sum stava frá lutfalsliga
samansettum dátum ella úr heldur ókendum viðurskiftum, gera hóskandi niðurstøður, sum lyfta seg
upp um dáturnar og duga at grundgeva fyri sínum valum.
3
484
Á stigi 3 duga næmingarnir at gagnnýta eitt sindur torføra innihaldsvitan til at vísa á og gera
frágreiðingar um kend fyribrigdi. Í minni kendum ella meiri truplum umstøðum kunnu tey gera
frágreiðingar, um tey fáa røttu stikkorð ella stuðul. Tey kunnu gagnnýta partar av háttalags- ella
ástøðisvitan at gera einfalda kanning í einum avmarkaðum samanhangi. Næmingar á stigi 3 megna at
síggja mun á náttúruvísindaligum og ikki-náttúruvísindaligum viðurskiftum og duga at visa á próvførslu,
sum stuðlar eitt náttúruvísindaligt uppáhald.
2
410
Á stigi 2 duga næmingarnir at nýta kenda innihaldsvitan og grundleggjandi háttalagsvitan til at finna
fram til eina hóskandi náttúruvísindaliga frágreiðing, tulka dátur og at síggja, hvønn spurning ein
einføld kanning roynir at svara. Tey duga at brúka grundleggjandi ella gerandis náttúruvísindaliga vitan
til at finna fram til eina rímiliga niðurstøðu burtur úr einføldum dátum. Næmingar á stigi 2 hava so frægt
av grundleggjandi ástøðisvitan, at tey kunnu staðfesta, hvørt ein spurningur kann verða svaraður við
eini náttúruvísindaligari kanning.
1a
335
Á stigi 1a duga næmingarnir eitt sindur at brúka grundleggjandi innihalds- og háttalagsvitan til at
kenna aftur ella greiða frá heilt einføldum náttúruvísindaligum fyribrigdum. Fáa tey hjálp, kunnu tey
gera náttúruvísindaligar kanningar við í mesta lagi tveimum variablum. Tey eru før fyri at síggja
einfaldar orsakir ella sambond, og at tulka grafar, sum seta fá krøv til fatanarevni. Næmingar á stigi 1a
duga at velja ta bestu náttúruvísindaligu frágreiðingina fyri viðurskifti, sum tey kenna aftur frá
persónligum, lokalum og globalum samanhangum.
1b
261
Næmingar á 1b stigi kunnu brúka grundleggjandi náttúruvísindaliga vitan til at kenna aftur tættir um
kend, einføld fyribrigdi. Teir duga at finna einføld mynstur í dátum, kenna grundleggjandi
náttúruvísindalig heiti og kunnu gera eina náttúruvísindaliga roynd, um tey fáa heilt ítøkiliga at vita,
hvat tey skulu gera.
2.8
PISA metingin í verki – eitt dømi
Hóast hvør spurningur í PISA 2015 uppgávunum er
ætlaður at kanna ein ávísan førleika, er ofta neyðugt
at brúka fleiri av førleikunum fyri at loysa eina uppgávu.
Um leið helvtin av øllum uppgávunum krevja, at
næmingarnir í høvuðsheitum náttúruvísindaliga greiða
frá fyribrigdum, um leið 30% krevur, at tey tulka dátur
og úrslit náttúruvísindaliga, og síðsti fjórðingurin
leggur dent á at duga, at meta um og leggja til rættis
náttúruvísindaligar kanningar. Viðhvørt er í somu
uppgávu lagdur dentur á fleiri førleikar, soleiðis sum
tað sæst í leysgivnu uppgávuni “Flytifuglar”.
Næmingarnar verða bidnir um at greiða frá einum
fyribrigdi náttúruvísindaliga, tey verða biðin um at
meta um og leggja til rættis náttúruvísindaliga kanning,
og tey mugu tulka dátur og úrslit vísindaliga. PISA er
soleiðis háttað, at øll fáa ikki somu uppgávurnar. 116
føroyskir næmingar fingu møguleika at svara hesari
uppgávuni.
Rigmor Dam fekk handað greining
og tilmælir frá Inga Højsted, ið var í
arbeiðsbólkinum fyri PISA kanningina