Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. desember 2016 · Nr. 141 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VIÐMERKING Jógvan I. Olsen Nú um dagarnar var eitt av mín­ um næstra­fólk­ um áhalds­ið, datt og breyt beinið. Skjótt varð atborið at fáa sjúkrabil og síðani á Lands­ sjúkra­húsið. Sjúklingurin bleiv so kannaður í røntgeni, og staðfest varð eitt álvarsligt beinbrot. Hetta var kl 02:00 leygarnátt, og Landssjúkrahúsið hevði ikki tøka kompetansu til at taka støðu til, hvat gerast skuldi, so bíðast mátti til mánadagin, áðrenn støða kundi takast til, hvat gerast skuldi. Sjúklingurin hevði sjálvandi nógva pínu og mátti doyvast nógv, og hvørja ferð doyvingin minkaði, so var tann ógvusiga ilskan aftur har. Mánadagin bleiv so støða tikin til at skurðviðgera beinbrotið. Skurðviðgerðin fór so fram týs­dagin, læknarnir, sum skurvið­ gjørdu beinbrotið, vóru báðir pen­ sjoneraðir. Sigast skal, at opera­ tiónin var sera væl úr hondum greidd. Eftir at vera vitni til eitt slíkt upplivilsi, so meldar spurningurin seg: Hava vit eitt tíðarhóskandi Landsssjúkrahús? Har eitt álvarsligt beinbrot ikki verður viðgjørt fyrr enn aft­ an á hálvt fjórða samdøgur eftir, at sjúklingurin er komin á Lands­ sjúkra­húsið? Læknar hava alsamt ver­ ið frammi og sagt frá, at lands­ politikararnir ignorera tørvin at fáa læknar til at støðast á Lands­ sjúkrahúsinum. Hetta burdi verið ein av alvor­ ligu og fremstu uppgávunum hjá landspolitikarunum at tikið hond um, fyri at fólkið skal hava eitt gott og trygt heislsuverk at líta á. Nú hoyrist, at Løgtingið skal hava eitt aðalorðaskifti um heilsu­ verkið, alt gott um tað. Men skal tað muna nakað, so mega tit beinanvegin taka tykkum um reiggj og játta teir pengar, sum skulu til fyri at fáa yngri læknar at støðast á Landssjúkahúsinum, sjálvt um talan er um nógvar pengar. Játtið nú pengar til Landssjúkrahúsið Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi Nýggj stjórn er skipað í Danmark, og nýggjur uttanríkisráðharri er Anders Samuelsen. Hann fer at fáa nógv at gera við føroysk viðurskifti - og til tess beinanvegin at fáa tað á dagsskrá, hevur Sjúrður Skaale sett honum fýra spurningar. Tað mest ítøkiliga snýr seg um uttanríkispolitisku heimildar­ lóg­ina. Her er støða Danmarkar, at Føroyar og Grønland í altjóða felagsskapum mugu tosa við einari rødd - eisini, tá londini eru ósamd. Grundgevingin er, at Danmarkar ríki ikki kann býtast sundur og at tey, sum formliga umboða hetta ríkið í uttanríkispolitikki tí mugu mæla við somu tungu. Hetta er bara ikki rætt. Í felags­ skapinum NEACF, sum snýr seg um umsiting av fiskastovnum í útrnyrðingspartinum av Atlants­ havinum, umboða Føroyar og Grønland í felag formliga Dan­ mark­ar Ríki - men Danmark sjálvt verður umboðað av ES. Ríkið er altso býtt sundur í tvey - og tí kann tað sjálvsagt eisini býtast í trý, heldur Sjúrður Skaale. Aðrir spurningar snúgva seg um Brexit og Arktis. Sjúrður fer eisini at taka spurn­ ingarnar upp undir orðaskiftinum á Fólkatingi, sum verður í morgin í sambandi við, at nýggj stjórn er skipað. Spurningarnir - §20 spørgsmål til udenrigsministeren Hvad er ministerens holdning til den udenrigspolitiske fuldmagts­ lov og Færøernes ønske om at revurdere den? Begrundelse: Den færøske regering har i sit regeringsgrundlag udformet et ønske om at revurdere den uden­ rigs­politiske fuldmagtslov. Den såkaldte DFG-ordning ("Kongeriget Danmark for så vidt angår Fær­ øerne og Grønland") kan skabe problemer på flere områder - mest oplagt inden for fiskeriforvaltning - fordi en eller flere af de tre dele af Kongeriget ikke har samme holdning. §20 spørgsmål til udenrigsministeren Hvad er ministerens indstilling til en mulig revurdering af den såkaldte DFG-ordning med den hensigt at ændre den således, at Grøn­land og Færøerne behøver ind­ tage samme holdning i fx NEAFC (North East Atlantic Fisheries Comm­ission). Begrundelse: En af grundene til, at regeringen ikke tillader Færøerne og Grønland at indtage hver sin holdning i internationale organisationer er, at Kongeriget kun kan tale med een stemme. Men DFG-ordningen gør i sig selv, at Riget taler med mere end en stemme - Danmarks og Færøernes/Grønlands. Spørgsmålet er blot om stemmerne kan være to eller tre. I NEAFC har Færøerne og Grønland een fælles stemme, mens Danmark er repræsenteret af EU. Derfor forekommer det ulogisk, at Færøerne og Grønland ikke kan have hver sin stemme - specielt da der ikke har været mod­ stand mod denne tanke fra andre medlemslande. §20 spørgsmål til udenrigsministeren Hvad er ministerens holdning i forhold til Færøernes muligheder i de kommende Brexit forhandlinger og hvordan vil han arbejde for at de færøske interesser også bliver tilgodeset? Begrundelse: I det nye regeringsgrundlag bliver det nævnt, at regeringen vil arbejde for at hele rigsfællesskabets inte­ resser, herunder Færøernes og Grønlands interesser, bliver til­ godeset i de kommende Brexit forhandlinger, men ikke hvordan regeringen vil arbejde for dette. §20 spørgsmål til udenrigsministeren Hvad er ministerens holdning til Færøernes position i Arktis og muligheden for at tiltrække inter­ nationale investeringer? Begrundelse: Kongerigets Arktiske Strategi beskriver at de nye muligheder for økonomisk udvikling i Arktis og den stigende interesse fra inter­ nationale investorer i området bør udnyttes i tæt samarbejde med erhvervslivet, og at der skal skabes optimale rammevilkår for eksport og investeringer. Danmarkar ríki eigur at býtast í trý Sjúrður Skaale setir fýra spurningar til nýggja danska uttanríkisráðharran Sosialistisk Ung Møguliga vóru vit í SU ov góð­ trúgvin, tá vit trúðu, at Sam­ bandsflokkurin var sinnaður at fáa eina marknaðargrundaða fiski­vinnunýskipan, har eisini hædd var tikin fyri, hvør veru­liga eigur tilfeingið í sjónum rund­ anum okkum – men so varð ikki! Vit hava fingið sjón fyri søgn, hvussu nógv hesi fiskirættindi – ogn Føroya fólks – eru verd, tá ið reiðaríir hava selt loyvini sínámillum. Tí er tað púra burtur­ við, at hesi rættindi framvegis skulu verða útlutað ókeypis, so nakrir reiðarar kunnu ríka seg upp, uttan at Føroya fólk skal fáa ein part av køkuni, sum Sam­ bands­flokkurin her leggur upp til. Harafturat vil Sambands­ flokkurin, at tey somu rullandi loyvi skulu halda fram við at rulla. Hesaferð við 8 ára uppsagnartíð í staðin fyri 10. Hetta merkir, at vit ikki fáa eina marknaðargrundaða skipan, men fara aftur til politisku útlutanina, ið ber brá av bæði nepot­ismu og korruptión. Vit kunnu semjast um kvota­ skipan fyri betri stovnsrøkt, eins og reiðaríini sjálvi kunnu avgera, hvørji amboð tey velja at nýta, so leingi tey halda seg innanfyri ásettu kvotuna. Tó er nýggja uppskotið hjá Sambandinum til fiskivinnu­ nýskipan als ikki nøkur nýskipan, men einans nakrar smáar justeringar av gomlu skipanini. Hon, sum hevur ríkað 10 familjur ovurhonds nógv, meðan talið av familjum í fátækraváða bara økist ár fyri ár. Sambandsmenn mugu ásanna, at eitt so ríkt samfelag sum tað føroyska ikki bara kann lata standa til, meðan hetta hendir, og at loysnin liggur í at býta virðini javnt millum alt fólkið. Javnaðarflokkurin hevur sam­an við nýggju samgonguni roynt at tikið fleiri neyðug stig fyri at minka um ójavnan, men tað er torført, tá ið aðrir flokkar í Løg­tinginum seta seg upp í móti einari rættvísari skipan. Í staðin verður roynt at halda fast um eina skipan, ið let­ ur ríkidømið til tey ríku uttan kapping og møguleika hjá nýggj­ um aktørum at sleppa framat. Sannleikin er, at tey ríku als ikki eiga rættindini til ríkidømið í havinum sjálvi. Hetta tykjast nøkur at hava gloymt! Latið okkum nú fáa eina fiski­ vinnunýskipan, sum tryggjar øll­um borgarum javnbjóðis at­ gongd til fiskivinnuna. Eina nýskipan, sum ikki letur fólksins ogn ókeypis til nøkur fá. Eina nýskipan, ið heldur enn at tæna teimum útvaldu, tænir okkum øllum. Nýtt er tað, ið fyrr var gamalt!