Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. desember 2016 · Nr. 141 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 16 TALGILDING Árni Gregersen Í grannalondum okkara eru tey komin langt ávegis at tal­ gilda borgararnar, fyri­tøkur og stovnur. Arbeitt hevur verið við hes­um í fleiri ár. Endamálið er at gera umsitingina smid­ ligari og bíligari, umframt at tað í stóran mun verður álagt borgarunum sjálvum at avgreiða nógvar almennar skyldur. Eitt annað endamál er at gera tað lættari hjá borg­ar­ unum at hava eitt gott sam­ skifti við almennar mynd­ug­ leikar gjøgnum eina felags portal, sum er inngongdin til allar almennar myndug­ leikar. Nú eru fyrireikingarar til føroyska almenna port­ al­in komnar so langt, at hálv­an desember verður út­boðstilfar til menning av før­oyska samleikanum lagt á almenna Keypsportalin. Og fyri at kunna vinn­ una, sum vanlig arbeið­ir við slíkum, so fer verk­ætlan­ar­ leiðslan í dag at greiða frá í Vinnuhúsinum, hvussu langt ávegis skipanin er komin. Høvuðsmálini við ætlan­ ini at talgilda Føroyar eru: At borgarar og virki kunnu samskifta og av­ greiða síni viðurskifti við tað almenna - eitt nú um borg­ ara- og virkisportalar. At tænastur hjá tí alm­ enna og hjá vinnuni eru tøk­ ar á netinum At veitingar og manna­ gongdir í tí almenna eru tal­ gildar Yvirskipaða málini eru at: Nútímansgera vælferð­ ina og tænasturnar hjá før­ oy­ingum Útvega fyritreytir fyri effekt­iviseringum í almenna geir­anum Skapa størri kappingar­ føri, vøkstur og framleiðslu­ orku Undangonguland Tey sum arbeiða við stóru verkætlanini siga, at Føroyar eru frammalaga á summum økjum, tá ið tað snýr seg um KT og talgilding. Dømi um hetta sigst vera Talgilda Heilsu­skipanin, sum verður nýtt í Heilsuverkinum. Men samstundis verður stað­fest, at talgildingin er farin fram á tann hátt, at ein­støku stovnarnir hava ment skipanir hvør í sínum lagi. Tað er ongantíð gjørdur nakar yvirskipaður leistur at gera hesa menning eftir. Avleiðingin er, at á summum økjum og geir­um eru KT-skipanir ikki nú­tím­ ansgjørdar og sam­skifta ikki sínámillum, og vit eru eftir­bátur, tá ið tað ræður um talgildar tænastur, har ALLIR FØROYINGAR Størsta verkætlanin innan føroyska umsiting er farin í gongd – og fer at talgilda allar føroyingar og alllar føroyskar fyritøku Árni Gregersen Grunddata eru grund­leggj­ andi upplýsingar,sum verða brúktar av almennum mynd­ ugleikum, borgarunum og virkjum. Grunddata eru upp­lýs­ing­ ar um persónar, virkir, fasta ogn, bilar, bátar, adress­ur, topografisk kort, mynda­ kort, matrikulkort og lendis­ skip­anir. Hesi data verða brúkt av landinum og kommununum í samband við skatting, alm­ ennar veitingar, byggimál, tilbúgving og so framvegis. Í vinnulívinum verða hes­ ar upplýsingar til samskifti við tað almenna, skráseting av viðskiftafólki og annað. Sum er, er atgongdin til før­oysk grunddáta heldur tvørlig og í ávísum førum eisini kostnaðarmikil. Tí kemur tað meira enn so fyri, at vinna og myndugleikar velja sjálvi at  skráseta hesi grund­ardáta, og at tey gera tað hvør sær er ikki serliga effektivt. Slíkar ferfaldar skráset­ ingar elva ofta til feilir, tí vandi er fyri, at onkur skrá ikki verður dagførd og tí inniheldur gomul dáta. Meginreglan er, at tann stovnurin, sum viðger ein ávís­an grundardátalut, til døm­is ein persón, altíð hev­ ur teir rættastu og best dag­ førdu upplýsingar um henda lut. Hetta verður ofta dag­ ført í tí lokalu skránni, men tað verður ikki sent víðari til felagsskránna. Tí uppliva flest allir stovn­ar, at teirra egnu dáta er rættast. Er væl ávegis Stóra verkætlanin, sum skal gera allar Føroyar talgildar er í gongd. Søkt verður í løtuni eftir fólkið og fyri góðum 14 døg­ um síðani, var tað sum tey nevna Heldin tikin í nýtslu. Heldin  er  ein tryggur sam­skiftispallur, sum ger tað lætt og skjótt at knýta KT- skipanir saman, samstundis sum trygdin og próvfesti er eins gott sum í verandi manuellu mannagongdum.  Heldin er ikki bert ein KT-skipan, tí talan er um eitt  tøkniligt und­ir­støðu­ kervi og  fyriskipanarligur karm­ur sum ger tað møguligt at hava trygt, skipað og brongl­að dátusamskifti. Heldin tekur sær av dát­um sum verða fluttar millum telduskipanirnar hjá stovnum og fyritøkum. Vakt ans uttanlands At skapt Heldina hevur tik­ ið minni enn eitt ár, men sambært teimum, sum hava arbeitt við hesxum, hevur tað gingið bæði skjótt og væl. TALGILDU FØROYAR KOSTA Fyri at ein stór KT-skipan fyri Føroyar skal virka, er neyðugt, at grunddata um persónar, fyritøkur og stovnar eru lisin inn á sama stað 1. november var Heldin framløgd alment. Hetta er ein avgerandi partur í verkætlanini at talgilda Føroyar