Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. desember 2016 · Nr. 141 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 12. desembur fyllir elskaða mamma okkara 70 ár. 70 ár er bert eitt tal fyri okkum, tí í sinn og skinn síggja vit ikki mammu okkara sum 70 ára gamla. Mamma er sera røsk og fantastisk at heita á og er hon altíð klár at hjálpa har tað treingir til, og hevur hon eitt hjarta sum fáur, og hava vit henni nógv at takk fyri. Ommubørnini gleðast ómetaliga nógv um ommuna, sum er besta omman í verð. Mamma varð fødd 12. desembur 1946. Foreldur hennara vóru bónda­ hjúnini Hans Antonius Hansen av Skælingi og Hanna f. Andreasen í Kvívík. Mamma fór tíðliga heimanífrá og út at tæna. Mamma arbeiddi eitt tíðarskeið á sjómannsheiminum í Føroyingahavnini, har hon í 1967 hitta pápa okkara, Eli Joen­sen, sonur John og Oliviu, úti á Bø í Leirvík. Eli er útbúgvin træ­skipa­ smiður og byggifrøðingur. Saman búðu tey í nøkur ár í Danmark, har mamma arbeiddi sum kranførari á Helsingør Skibsværft frá 1970-75. Mamma og pápi bygdu í Leirvík, har tey búgva enn. Tey fingu okkum 5 systkini: Rannvá f. 1972, búsitandi í Odense, Jógvan Hanus f. 1975, búsitandi í Tórshavn, Eystan f. 1977, búsitandi í Klaksvík, Anniku f. 1978, búsitandi í Saltangará og Benjamin f. 1989, búsitandi á Amager. Ommubørnini hava tey 11 í tali. Mamma arbeiddi í mong ár fyrst í Frost og síðani í Tavuni, og dámdi henni sera væl at arbeiða har. Nú mamma fyllir 70 ár verður føðingardagurin hildin fríggja­ kvøldið 9. desembur, frá kl. 18, í "Gott" í Saltangará, sum er í sama bygningi sum Effo, og hevði tað glett hana um familja, vinir og kenningar koma forbí at heilsa uppá til ein góðan bita. NØVN Sólvá 70 ár Fyri hálvum øðrum ári síðani var eg í Danmark og skuldi byrja summ­ arfrítíðina saman við konu míni, tá í telefonin ringdi og ein lágmælt rødd í telefonini segði hendan setn­ ingin: Nú er mamma farin heim til Jesu pápa, eisini kom hetta fram: Burtur úr likaminum, heim í hin æviga himmlska stað, har hvørt Guðs barn í ævir skal búgva. Hesi orð vórðu søgd av míni fittu, lítlu Oddbjørg, dóttir mína høgt elskaðu systur Annu Fíu. Hendan meira kend sum Anne Fía í Køkubúðini, ið nú var farin heim til sín Harra og frelsara, ið hon hevði tænt frá ung­ um árum av. Ein dagin eg var staddur niðast í Tróndargøtu, kom eg í tos við ein miðalaldrandi mann. Hesin mað­ urin hugdi upp, lat eyguni hvíla á mær, hetta meðan eg sá tár renna niður eftir kinnum hansara. Hann spurdi meg, um eg var beiggi Anne Fíu í Køkubúðini og eg svaraði hon­um, at tað var eg. So sigur hann víðari frá, at Anne Fía var so góð við mammu hansara og vísti henni stóran kærleika í tí dagliga lívinum. Eisini fortaldi hann mær, hvussu hon hevði hjálpt henni á ymiskan hátt. Hetta sama kvøldið, tá eg skiltist frá hesum manni, gekk leiðin niðan gjøgnum Tróndargøtu, og kom eg at steðga beint yvirav Køkubúðini. Har stóð eg, og lat tankarnar flúgva aftur í tíðina, tá ið eg sum 15 ára gamal drongur kom til Havnar, hetta var í februar 1952. Eg kom at búgva har í uml. 15 ár hjá systur míni Onne Fíu og Andreasi svági. Børnini vóru Òli, Jóna, Mortina, Lív og Oddbjørg. Vit livdu saman hesi ríku ár sum ein familja. Anne Fía kom at leggja nøkur góð og rík minni eftir seg sum ung genta á Skála. Hon sat sum ung á kontórinum hjá Kjølbro og avroknaði alla løn, ið arbeiðsfólk á Skála skipasmiðju skuldu hava, flest øll hesi eru ikki longur millum okkum. Tað, sum eg minnist best frá mínum barnaárum, var hendan unga gentan, sum var sunnu­dags­ skúlalærari hjá Frelsunar Herinum við Hilmari Andreasen á odda. Har lærdu vit millum annað, at syngja hesi vøkru kór og sangir: Vegin út á krossin gekk hann fyri meg, ja fyri meg, vegin út á kross­in gekk hann fyri meg og doyði fyri meg. Jesus hevur djúpt í mítt hjarta lagt so vakran so vakran ein sang um náðina fríðu og kærleika Guðs so vakran so vakran ein sang. Ein vælkendur maður segði tað so væl í ervinum hjá Anne Fíu og hesa frásøgn hevði hann frá mammu síni, sum hevði gingið í sunnudagsskúla á Skála. Frásøgnin var, at tað í kríggsárunum var so dapurt og svart av tí at øll inni á Skála og aðrastaðni í Føroyum skuldu myrkaliggja øll vindeygu, so einki ljós skuldi síggjast út frá húsum kring landið. Um hetta mundið byrjaði Anne Fía sunnu­ dagsskúlan á Skála og hevði hesin við sær, at ein sólstrála kom at lýsa inn í tær mongu barnasálir, ein sólstrála, ið gjørdi lívið hjá hesum børnum ljóst og glatt og góvu heimum á Skála ljós, sum týskarar ikki kundu síggja. Jú, í stuttum kann sigast, at Anne Fía systur kom sum eitt ljós í kreppuárunum, tá alt var myrkt. Man plagar at siga, tá ið man skal draga bát niðan í neystið, so var umráðandi at leggja góðar lunnar undir bátin. Soleiðis kann eg siga og nógv við mær, at Anne Fía og Andreas svágur løgdu góðar lunnar undir virkið, tey bæði bygdu, ið kallaðist Køkubúðin. Hetta virkið byrjaði við, at tey keyptu eitt lítið gamalt hús, ið stóð á horninum Tróndargøtu/ Niels Winth­ergøta. Hetta lítla hús varð lyft upp og varð sett uppá tí nýbygdu grundina, ið skuldi verða bakarí. Í hesum lítla húsið búðu tey til allar tríggjar hæddirnar vóru bygdar upp. Tá ið tann seinasta hæddin varð bygd, bleiv hetta lítla húsið tikið niður og varð ført inná Skála við einum skipið, sum var kallað Suðuroyggin. Tilfarið varð brúkt til neystið hjá Kjartani og Mikal beiggja. Eisini varð hoyggj­ húsið hjá foreldrum okkara Jensinu og Kristiani evnað úr hesum tilfari. Køkubúðin bleiv eitt stórt virki. Andreas svágur møtti upp hvønn morgun kl. 4 og var verkførari í baka­ríinum. Tá hann var liðugur í bakaríinum, syrgdi hann fyri, at vøran varð send til fleiri bygdir og alla Havnina. Anne Fía systi sat og stýrdi øllum frá skrivstovuni, sum var á 2. hædd í bygninginum. Til seinast Anne Fía systi og Andreas svágur og børn tykkara, tit vóru mær sum foreldur og systkin og løgdu góðar lunnar undir mítt lív í tey 15 ár eg fekk loyvi at búgva saman við tykkum. Eg minnist, sum tað stendur skrivað í skriftini, at orð Harrans búði ríkiliga millum okkum, sum búðu har. Andreas svágur er best kendur, sum tann sum stóð á øllum úti­ møtum og sang gleðiboðskapin út til fólkið. Ein fortaldi mær, at hann minntist Andreas sum ungan drong, sum stóð í Norðagøtu har hann var frá og sang á einum útimøti. Hann sang millum annað: Sørg ikke kjære mor, thi glæden bliver så stor, i himlens lyse sal vi skal mødes, Guds søn har stridt vår strid og i blodet kjøbt os fri og jeg er tvået ren for Gud deri. Góða Anne Fía systi og Andreas svágur, takk fyri alt, vit møtast heima hjá Jesusi. Hesi versini siga so nógv um lív okkara: Um mín túsundársdag verður pløgt á tí stað, har, ið seinast eg setti mín haka, hvør kann tá greiða frá míni gerð, míni trá, Ella hvør kann við leiði mítt raka? 2. Men vit vita tó tað: Alt á Guds minnisblað man í himlinum uppskrivað vera. Tað, sum best tykist goymt, og tað, vit hava gloymt, Skal ein dag verða klárt opinberað. Hjalgrim (Gimme) Davidsen Minningarorð um Onnu Sofíu Jacobsen (fødd Davidsen)