týsdagur 6. desember 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. desember 2016 · Nr. 141
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Amboð
Blandimaskina
Brúkt blandimaskina ynskist til keyps.
Tlf.221866
Arbeiði
Vit átaka okkum alt timburarbeiði
stórt sum smátt, til ein sámuligan kostna verður
gjørt í Tórshavn Kommunu. Hans Bech Húsasmiðjur
Mail hansbech@kallnet.fo
Tlf 00298 212561
Bátar og bátaútgerð
Bátamotorur til sølu
Sleipner bátamotorur til sølu, árg 62. 4 hestar.
Ring og hoyr nærri á tlf
456907
Býli í Føroyum
íbúð í Tórshavn til leigu
Stova, køkur og 2. kømur. Til einlig, ikki roykjarar
og eingi djór. ring.
218473
Býli uttanlands
Framleiga í Keypmannahavn
Framleiga søkist í Keypmannahavn ella nærhendis
frá 3. januar - 12. mars. hpt@skulin.fo
280277
Dansur
Trettandakvøldstiltakid í Skálavík
Verdur 14 Jan.2017. Nærri kunning kemur seinni.
Dansifeløgini í Sandoy
Innbúgv
Til sølu
Ein sovi briks, ein divan (sofa). Bíliga til sølu
Tlf 287671
Samband
Samband
Einki maður 60 + ynskir samband við kvinnu í
hóskandi aldri, havi egin hús (í havn) og sunnan
økonomi, um hettar hevur tín áhuga so send nøkur
orð, og vit kunnu fáa eitt hugna prát. (100 %
tagnarskilda. Skriva til Bill mrk. 01122016
Velsituert hyggelig mann
fra Nord- Norge ønsker kontakt med kjekk og snill
dame, gjerne sykepleier. For nærmere info ring
meg, så ser vi om kjemien stemmer. Seriøs
+ 47 98456640 dgl e kl. 19.00
Súkklur
Til sølu
Ein súkla og ein hjálmur verða seld bíliga
Tld 287671
Út- & Sjónvarp
Sjónvarp
Mrk. Prosonic, 14 tummar, brúkt, svartur litur,
við elektroniskari inniantennu og útbúnaði til at
heingja upp á vegg, eisini vælegnað til sovikamar.
Prísuppskot 500 kr Vinaliga gevi eitt boð
Tel. ella sms: 275946
Sosialurin / KvR 34 18 00
Heilsutrygd leitar eftir einum fíggjar
fulltrúa at starvast fulla tíð. Sum
fíggjarfulltrúi á Heilsutrygd verða
uppgávur tínar fjølbroyttar, og fara
m.a. at fevna um:
• Tryggja at játtanir og útgjøld
vera framd sambært galdandi
lógum og reglum
• Gera mánaðarligar roknskap ir og
fíggjarliga uppfylging
• Gera framrokningar og hagtøl
• Fremja eftirlit av útreiðslunum
hjá Heilsutrygd
• Menna og viðlíkahalda
tvørgangandi hagtalsskipanir
• Taka lut í umsitingini av
kommunulæknaskipanini
• Luttaka í øðrum uppgávum á
Heilsutrygd eftir tørvi
Tú hevur fíggjarligt tev og dugir at
arbeiða við hagtølum. Tú dugir væl
at orða teg, bæði í skrift og talu. Tú
dugir at arbeiða sjálvstøðugt, at
veita eina góða tænastu, og at
miðla vitan til starvsfelagar og
aðrar starvsbólkar.
Vit vænta at tú hevur:
• Útbúgving frá hægri læru stovni
innan fíggjarviðurskifti
• Royndir frá líknandi starvi
• Starvsroyndir frá almennari
fyrisiting kunnu vera ein fyrimunur
• Góðan teldukunnleika
• Góð samstarvs og
sam skipanarevni
• Góð evni at arbeiða sjálvstøðugt
og saman við øðrum
Tú kanst vænta tær eitt fjølbroytt
og spennandi starv. Til tíðir strævið,
men samstundis áhugavert og
mennandi.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sátt
mála millum avvarandi yrkis felag
og Fíggjarmálaráðið. Fíggjarfull
trúin vísir til stjóran. Starvið verður
sett frá 1. februar 2017, ella eftir
nærri avtalu.
Nærri upplýsingar um starvið fáast
við at venda sær til stjóran, Egil á Bø
á telefon 794002, ella á teldupost
bústaðnum eab@heilsutrygd.fo
Umsókn og avrit av viðkomandi
prógv um og skjølum skulu sendast
til:
heilsutrygd@heilsutrygd.fo
ella
Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 2
FO710 Klaksvík
Umsóknin skal verða Heilsutrygd
í hendi í seinasta lagi
mánadagin 12. desember kl. 12:00.
H E I L S U T R Y G D · P O S T S M O G A 52 · K L A K S V Í K S V E G U R 2 · 710 K L A K S V Í K
H E I L S U T R Y G D @ H E I L S U T R Y G D . F O · T L F : 6 1 40 00
Fíggjarfulltrúi til Heilsutrygd
StarvSlýSing
Laborantur
í fast starv á Mikrobiologisku kanningarstovuni
vit sóknast eftir starvsfólki til spennandi starv á mikrobiologisku kanningarstovuni á
Heilsufrøðiligu starvsstovuni. arbeiðið er skipað við skifti millum arbeiðsuppgávur,
soleiðis at tú kemur at arbeiða við ymiskum avbjóðingum.
Starvsinnihald
• Mikrobiologiskar kanningar av:
• Matvørum
• Drekkivatni
• Fóðri
• Umhvørvi
• Menning og viðlíkahald av góðskuskipan
• Innkoyring av kanningarháttum
• Arbeiði við telduskipanum sum LIMS
• Samskifti við viðskiftarar og eftirlitsdeild
Krøv til útbúgving og førleika
Tú skalt hava lokið prógv sum laborantur, ella hava aðra viðkomandi útbúgving.
neyðugt er at duga føroyskt og/ella annað norðurlendskt mál.
Harafturat er tað fyrimunur, um tú hevur royndir við:
• arbeiði á kanningarstovu
• góðskustýring – serliga eftir ISO 17025
• telduskipanum til kanningarstovur (LIMS) og elektroniskum journalskipanum
Vit vænta eisini at tú:
• dugir at arbeiða miðvíst, bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
• ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta og samstarva
Tíð og setanarviðurskifti
Starvið er fast starv, við setan frá 1. januar 2017, ella skjótast til ber. Starvið er
skipað á Mikrobiologisku deild, men tú kemur eisini at samstarva við hinar kann
ingarstovurnar á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Arbeitt verður fulla tíð. Lønt verður
sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Sí sáttmála
og lønartalvu á www.lnd.fo.
Umsókn
Umsókn við avriti av prógvi, eftirútbúgving, starvsroyndum og viðmælum, skal
verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 9. desember 2016.
Umsókn skal sendast til hfs@hfs.fo.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógvan Páll Fjallsbak, deildarleiðara á
Mikrobiologisku deild, tlf. 556490, jpf@hfs.fo.
Um Mikrobiologisku kanningarstovuna
Mikrobiologiska kanningarstovan er partur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og
veit ir mikrobiologiskar kanningar til vinnulív, eftirlit og gransking. Kanningarstovan
er altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025, og er undir eftirliti av DANAK
(Dansk akkreditering). Á Mikrobiologisku kanningarstovuni arbeiða 10 starvsfólk.
LÝSINGARTORGIÐ