týsdagur 6. desember 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. desember 2016 · Nr. 141
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
www.landshandilin.fo
Akranesgøta 11 · Tórshavn · tlf 311385
Hettan er stoypt úr aluminium. Tilfarið rustar
ikki.
Hettan, sum verður fest niður á kaminuna
við patentlásum, er løtt at førka til viks hjá
skorsteinssóparanum.
Hettan er sniðgivin soleiðis, at hon sendir
hitageislingarnar frá fýrinum niður aftur
í kaminuna. Hetta gevur betri trekk og
orkusparing.
Hettan forðar fyri, at ov nógv vatn setir niður
í kaminuna. Eisini brýtur hon vindin og minkar
tí um vandan fyri, at tað slær niður.
Hettan er føst og gevur tí ongan gang.
Mát: Uttan: 540 x 540 mm
Innan: 480 x 480 mm
Holið: 275 mm diam.
Loysnin tiL
skorsteinin
Sandoyar Skúlasamband søkir eftir avloysara
fyri húsavørð í farloyvi, at byrja 1. januar 2017.
Farloyvisstarvið er fram til 31. august 2017, og
møguliga árið út.
Arbeiðið umfatar:
Húsavørðurin hevur saman við verandi
húsavørðum dagligu ábyrgdina, eftirlitið, raksturin
og samskipanina av virkseminum í :
• Meginskúlanum
• Svimjihylinum
• Nýggju Ítróttarhøllini
Arbeiðsuppgávur:
• Taka sær av dagliga arbeiðinum umfatandi
eftirlit, viðlíkahald, lata upp og stongja, tryggja
at galdandi reglugerð verður hildin.
• Samskifta við brúkarnar og umsita alla
útleigan av svimjihylinum og høllini og hava
ábyrgd av fíggjarviðurskiftunum av útleigan av
høll, skúla og svimjihøll.
• Fyriskipa innkeyp, innheinting av tilboðum av
allari viðkomandi útgerð til reingerð o.a.
• Samskipa nýtsluna í samráð við Skúlastjóra og
Skúlasambandið og tryggja, at skúlin og høllin
og svimjihøllin verður gagnnýtt á besta hátt.
• Røkja og vera við til at gera vanligt
viðlíkahaldsarbeiði av bygningunum innan og
uttan.
• Halda bygningarnar, høllina og svimjihylin
reinan.
• Halda øki uttanfyri bygningarnar reint, ruddiligt
og grava kava tá ið tað er neyðugt.
• Hava áhuga í orkustýring av olju og streymi og
virka fyri bíligum rakstri.
• Duga at bjóða út og selja høllina til
ítróttarvirksemi v.m.
• Hava ábyrgdina av øllum vaskiarbeiðinum og
leiðsluni av vaskifólkunum. Arbeiðið umfatar
eisini at søkja eftir nýggjum vaskifólkum og
skipa fyri setanarsamrøðum.
• Fyrireika og fyriskipa umvælingararbeiði sum
skal bjóðast út.
Arbeiðstíðir og arbeiðstreytir:
• Arbeiðið kann vera allar dagar millum kl. 07:00
og kl. 24.00
• Arbeiðið verður skipað í vaktum.
• Tá ið arbeitt verður um kvøldarnar og í
vikuskiftinum, verður hetta avspákað sambært
vaktarskipanini.
Lønar og setanarviðurskifti:
Talan er um eitt fast starv við eini fastlønar- og
eftirlønarskipan, har setanarviðurskiftini verða
sambært sáttmála við Starvsmannafelagið.
Yvirtímar verða avspákaðir sambært
vaktarskipanini og sáttmálanum hjá
Starvsmannafelagnum.
Skúlasambandið væntar at tú:
• Er nærlagdur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• Hevur góðar samstarvs- og fyrisitingarførleikar
• Torir at leiða og stýra
• Hevur neyðugan telduførleika at samskifta og
umsita dagføringar av heimasíðuni.
• Hevur skil uppá fíggjarstýring
• Hevur koyrikort
• Hevur skeið í fyrstuhjálp og útbúgving sum
lívbjargari ella er sinnaður at taka neyðugu
útbúgvingina.
Meira fæst at vita um arbeiðið, reglugerðir,
lønar- og setanarviðurskifti, vaktarskipanir og
annað, við at seta seg í samband við Sandoyar
Skúlasamband, Poul Klementsen formann, á tel.
505670
Umsókn:
Um tú metir at hetta starv hóskar til tín, so send
okkum eina umsókn við viðmælum og upplýsing
um útbúgvingar og royndum.
Umsóknin sum skal vera merkt “Húsavørður”
og vera okkum í hendi áðrenn leygardagin 10.
Desember 2016.
Farloyvisstarv
sum húsavørður
SANDOYAR SKÚLASAMBAND
Meginskúlin
Heimasandsvegur 142
FO - 210 Sandur
Tórshavn
Vit selja í Vágsbotni
fríggjamorgunin 9 desembur frá kl. 9.00
Eysturoy
Vit selja við kommunuskrivstovuna
í Saltangará
leygarmorgunin 10 desembur frá kl. 10.00
UTTASTOVUGARÐURIN Á SANDI - 211870
Sandeplir, røtur og
gularøtur til sølu