Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 7. desember 2016 · Nr. 141 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Almannaverkið leigar ein bygning í Tórshavn, sum ikki er heilt nøktandi til endamálið. Vit vilja tí fáa at vita, um onkur er áhugaður at leiga okkum ein bygning, sum er gjørdur til okkara endamál. Almannaverkinum tørvar henda bygning til ein búfelagsskap fyri ung, og fara vit í tí sambandi at leiga kømrini víðari til ungfólk við serligum tørvi, sum eru undir lestri ella líknandi fyriskipan. Almannaverkið er sinnað at gera ein langtíðarleigusáttmála við útleigara við røttu hølum. Tørvurin • Bygningurin skal hava 2 lonir, har hvør lon hevur 5-8 kømur/íbúð og felags køk/stovu. (3 lonir er eisini ein møguleiki.) • Kamarið skal verða um 25m2, íroknað wc og lítlan køk • Køkurin skal verða lítil, men hava vask, køliskáp og 2 kóki-plátur. • WC skal verða lítið við brúsu, tó nøkur WC til koyristól • Felagskøkur - í hvørjari lon skal ein vanligur stórur húsarhaldskøkur, tó við væl av borð- og skápsplássi. Borð til 10 fólk. • Felags-uppihaldsrúm við sofu og sjónvarpi. • Lonirnar skulu ikki hava samband hvør við aðra. Tær skulu hava egna inngongd frá vegnum. Felags • Ein skrivstova til starvsfólk 20m2 við lítlum starvsfólka-wc við brúsu • Reingerðarrúm við 2 vaskimaskinum og 2 turkitrumlum - ella smærri rein gerðar rúm í hvørjari lon Krøv til bygningin • Verður gjørdur til okkara tørv, soleiðis at vit kunnu fremja endamálið • Bygningurin er úr tilfari, sum er ætlað til endamálið • Luftskipan skal vera í bygninginum • Bygningurin skal verða heimligur fyri tey, sum búgva har • Skal vera í Tórshavn • Skal ikki verða í ídnaðar- ella handilsøki • Skal verða klárt til innflyting 1 juli 2018 Vilt tú hava meira at vita, ber til at ringja til Inguna M. Jacobsen, trivnaðar stjóra ella Hall Thomsen, viðskiftastjóra á tlf 360000. Høliseigarar, sum vilja bjóða høli til leigu, skulu senda uppskot og stutta lýsing til av@av.fo, viðmerk: hølir til leigu. Frestin er 2. jan 2018 Almannaverkið Bygningur til Almannaverkið Jólaaftan í KFUK Jólaaftan verður hildin í KFUK kl. 18. Húsið er opið frá kl. 16.30 Vil tú verða saman við okkum so ring 31 19 28 / 21 18 24 / 21 27 40 Tilmeldingarfreist: Mikudagin 21. desember kl. 18. Jólainnsavningin hjá Frelsunarherinum Eins og undanfarin ár, fer jólagrýtan hjá Frelsunarherinum at standa í SMS, í tíðarskeiðnum 9.-23. desembur. Gávur, ið givnar verða í jólagrýtuna, geva Frelsunarherinum møguleika at hjálpa føroyingum peningaliga, ið tørva mat, klæðir o.a. til jóla. Henda veiting verður givin serliga um jóltíðir, men tó eisini aðrar tíðir av árinum, um tørvur er á tí. Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul, ið givin verður til innsavningina á jólum. Jólahjálpin hjá Frelsunarherinum: Um tær tørvar peningarliga hjálp til jólar, kanst tú kontakta Frelsunarherin og biðja um jólahjálp. send mail á: torshavn@frelsunarherurin.fo ella tú kanst ringja: 312189 ella senda bræv til: Postboks 352, 110 Tórshavn Freistin at biðja um jólahjálp 2016, er 9. desembur. FRELSUNARHERURIN SØKIR STARVSFÓLK Roðin - økistænastan søkir Heilsurøktarar og heilsuhjálparar 0,7 tíð Starvsfólk til Terapieindina 0,7 tíð Hjálparfólk Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri fyri teim,ið búleikast á heimum okkara, so er tað tær, vit leita eftir til at gerast eitt av okkara starvsfólkum Setanin er frá 01.01.17 at rokna – ella eftir nærri avtalu. Umsókn Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmæli skal sen- dast við Teldupost til rodin@rodin.fo ella til ROÐIN øksistænastan, Friðartún 1, 620 Runavík, att: leiðarin og skal verða okkum í hendi innan 20.12.16. Nærri størvinum viðvíkjandi kann síggjast á heimasíðuni hjá Roðanum: www.rodin.fo (leys størv)