Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. desember 2016 · Nr. 143 FÍGGJARLÓGIN Árni Gregersen – Løgtingið er vorðið eitt stempulkontór fyri lands­ stýrið. Soleiðis plagdi tað ikki vera, men undir hesar við­gerðini av fíggjar­lógar­ uppskotinum er tað so. Jacob Vestergaard, Fólka­flokkurin, er limur í Løgtingsins fíggjarnevnd. Hann er stak ónøgdur við tann mátan, sum fíggjar­ nevndin hevur arbeitt uppá í ár. – Vit spurdu í fíggjar­ nevndini fyri mánaðum síðani, hvussu ætlanin var at arbeiða í ár og vit fingu tað svar, at hon fór at arbeiða sum vanligt. Men soleiðis hevur tað ikki verið, leggur hann afturat. Álitið um fíggjarlógar­ uppskotið fyri 2017 verður lagt fram í dag, men talan verður ikki um nakað felags álit frá einari samlaðari fíggjar­nevnd. Fólkaflokkurin og Sam­ bandsflokkurin fara at gera sítt egna álit. – Um vit megna at koma niður í allar greinarnar veit eg ikki, men vit fara at gera vart við okkara ónøgd við arbeiðsgongdinar í sam­band við viðgerðina av fíggjar­ lógaruppskotinum, sigur Jacob Vestergaard. Mannagongdirnar Sambandsflokkurin og Fólka­flokkurin finnast ser­ liga at, at fíggjarnevndin als ikki hevur viðgjørt ein­ støku greinarnar í fíggjar­ lógaruppskotinum. Teir siga, at tað er lands­ stýrið og landsstýris­fólk­ ini, sum hava stýrt fíggjar­ lógararbeiðnum. Sjálvt um ssamgonguumboðini við­ hvørt hava hildið okkurt annað, so eru tey alla tíð­ina sett uppá pláss av lands­ stýrinum. Vanligt er í fíggjarlógar­ arbeiðnum, at ein stórur part­ur av útreiðslunum liggja fastar frá byrjan. Talan er tá vanliga um framskrivingar, tí útreiðslurnar eru lógarfestar gjøgnum aðrar lógir. Til dømis ger hetta seg galdandi, tá ið tað snýr seg um sosialar veit­ ingar, almennar lønir og so framvegis. Tá eru tað upphæddir, sum lítil og ongin møguleiki er at gera nakað við gjøgnum sjálvt fíggjarlógararbeiðið. Hinvegin er tað vanligt, at nakrar milljónir krónur eru til meira leysar uppgávur og tá ber til hjá fíggjarnevndini og seinni Løgtinginum at raðfesta hesar pengar til uppgávur, sum ein meirluti heldur er skilagott. – Tað er tað vanliga, men í ár er tað so, at tá ið landsstýrið hevur fingið sett sínar upphæddir á fíggjar­ lógina, so eru bert átta milljónir eftir, sum fíggjar­ nevndin sjálv kann raðfesta, sigur Jacob Vestergaard. Miðflokkurin við Miðflokkurin, sum eisini er partur av andstøðuni, hevur eisini umboð í fíggjar­ nevndini. Flokkurin hevur eisini funnist at arbeiðsgongdini í ár, men í skrivandi løtu bendir alt á, at flokkurin fer at verða partur av meir­luta­ álitinum hjá samgonguni. Flokkurin hevur nøkur áhugamál, sum hann helst vil hava á fíggjarlógina í ár og tað er orsøkin til, at flokkurin verður partur av álitinum. – Tað er ikki endaliga avklárað enn, men vit rokna við at fáa tingini uppá pláss og so eru vit vælnøgd, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, tá ið Sosialurin tosaði við hann seint fyrrapartin í dag. Ein onnur, kanska meira politisk, orsøk til at flokk­urin er partur av meirlutaálitinum er, at hann hevur ró framundir at gerast partur av samgonguni. Tað vil siga, at flokkurin vil hava ávirkan og vil tí eisini sleppa framat og fáa eitt sindur av sínum politikki ígjøgnum. Tað er heldur ikki óhugs­ andi, at hetta fer at henda, tí tá ið Løgtingið er full­ mannað, so hevur sam­gong­ an bert 16 av 33 tinglim­um. Fyri at hava meirlutan skulu 17 til og 17. tinglim­ urin, sum tryggjar parla­ men­tariska meirlutan undir samgonguni, er uttan­ flokkakvinnan Sonja Jógv­ ans­dóttir. Fyri landsstýrið vil hetta siga, at samgongan vanliga eisini kennir seg noydda at atkvøða fyri uppskotum frá uttanflokkatingkvinnuni. Uppskot, sum tá ikki hava verið í gjøgnum lógar­ smíð­maskinuna hjá lands­ stýrinum. Tað hevði veirð nakaða lættari hjá landsstýrinum um samgongan hevði 17 tinglimir ella meira sjálv, so slapst undan hesri støðuni og tí er tað ikki óhugsandi – sæð politiskt taktiskt – um Miðflokkurin gerst partur av samgonguni. Um tað gerst veruleiki er ikki til at vita, men har eru forðingar fyri at tað hendir. Tá ið tað snýr seg um rættin hjá samkyndum at giftast eru Framsókn og partvís Tjóðveldi á reinari samanstoytskós við Miðflokkin Álit fram í dag Fíggjarnevndin hevur havt fund allan fyrrapartin, men ætlanin er, at álitið kemur fram seint í dag. Nevndin hevur havt inn­kallingar í dag, hóast so langt er liðið, at álitið verður skrivað í dag. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin gera sítt egna minnilutaálit og so ger meirlutin í nevndini sítt egna álit. Fíggjarlógin skal sam­ tykkjast endaliga í tinginum í ár. Í fjør arbeiddi Løgtingið millum jólannna fyri at fáa lógina lidna, men í ár er ætlanin at fáa hana samtykt fyri jól. Politiska grøvin millum samgongu og andstøðu er djúpari enn nakrantíð fyrr. Andstøðan kennir seg ikki vera part av viðgerðini av fíggjarlógini HARÐARI STRÍÐ UM FÍGGJAR­LÓGINA ENN Í MONG ÁR Ætlanin er at fáa fíggjarlógina samtykta fyri jól Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, og Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin fara at skriva eitt minnilutaálit.