mánadagur 12. desember 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 12. DESEMBER 2016
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Danjal av Rana
A
ftur í ár ber til at taka jóla
myndir í væl umtóktu Mynda
boksini hjá Janusi Gunnarson.
Myndaboksin er í ár flutt yvir í Dr.
Jakobsensgøtu, yvir av FK í miðbýnum.
Myndaboksin er vorðin væl kend
um landið. Hon hevur verið at sæð á
festivalum og stevnum, á ólavsøku og
so hava tey bjóða jólamyndir tá nærk
ast adventstíðini.
Hugskotið er, at tað skal bera til
at støkka inn á gólvið og taka nakrar
skjótar jólamyndir ella portrettmyndir
til jólagávuna.
– Vit bjóða sjálvandi tær kendu,
meiri roksutu, Myndaboks-myndirnar,
sum fólk kenna væl. Vit bjóða tó
eisini fólki at støkka inn á gólv at taka
portrettmyndir, sum kanska egna seg
betur sum jólagávur til familjuna,
sigur Miriam Gunnarson. Tað er hon,
sum tekur portrettmyndirnar. Átakið
kallast Myndaboks Eyka, júst tí at nú
ber til at fáa nakað meiri enn bara
Myndaboks.
Hon er kanska best kend frá
listakendu myndunum hjá samtak
inum Miriam og Janus. Hesar por
trettmyndirnar eru ikki listakendar
á hendan hátt, men kortini ikki so
roksutar, sum Myndaboks-myndirnar
blíva.
Miriam og Janus Gunnarson siga,
at fólk hava tikið væl ímóti hesum til
boðnum.
– Familjur hava kanska í fleiri ár
gingið og hugsað um, at tey burdu
tikið nakrar familjumyndir. Men so
fáa tey tað ikki upp í lag, og børnini
blíva eldri og tað er ringt at fáa eina
avtalu í lag við ein fotograf. Við
Myndaboks Eyka hava tey møguleikan
at seta familjuna í bilin, støkka inn á
gólvið hjá okkum og fara avstað við
myndunum 20 minuttir seinni, sigur
Janus Gunnarson.
– Hetta er eitt tilboð til tað
modernaða menniskja. Tað gongur
skjótt, men samstundis er tað hugna
ligt og siðbundið. Og ikki minst, so
hava vit opið eftir arbeiðstíð, so fólk
hava møguleikan at koma framvið,
eftir at børn eru heinta í barnagarði og
skúla, tá øll familjan er savnað, sigur
Miriam Gunnarson.
Menningin innan myndlist gongur
við rúkandi ferð. Vit minnast øll,
hvussu spennandi tað var at fáa
myndirnar aftur, sum høvdu verið til
framkalling. So var spurningurin, um
nøkur var góð nokk at heingja upp.
Vit hava kanska ongantíð átt fleiri
myndir enn vit gera í dag og eisini fleiri
góðar myndir. Avbjóðingin er, at tær
eru talgildar og liggja á telefonum,
teldum og geymum. Tað eru ikki fáar
ommur, sum ilskast um, at tær ongar
myndir hava av ommubørnunum, sum
tær kunnu heingja upp á veggin.
– Myndaboks Eyka hóskar seg fram
úr væl til júst hesar jólagávurnar. Vit
hava vaksin systkin, sum koma inn at
taka eina systkinamynd til foreldrini,
ella familjur, sum vilja hava myndir
til ommu og abba. Tí hvat skal man
keypa hesum, sum í veruleikanum
hava alt annað, spyr Janus Gunnarson.
Ikki ber til at bíleggja tíð hjá
Myndaboksini, tað er bara at støkka
inn á gólvið. Miriam og Janus hava tó
eina áheitan á fólk.
– Komið fyrr heldur enn seinni.
Hóast tað ikki er bíðitíð eftir mynd
unum, so verður altíð kø, tá vit nærk
ast jólum, og kemur tú 23. desembur,
so verður heilt víst kø, siga tey.
Nútímans men siðbundið
– Hetta er eitt tilboð til tað
modernaða menniskja. Tað gongur
skjótt, men samstundis er tað
hugnaligt og siðbundið. 20 minuttir
seinni hevur tú portrettmyndirnar í
hondini, sigur Miriam Gunnarson