Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-12, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2016síða 42

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 50 • 12. DESEMBER 2016 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen Á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetri Føroya - www.setur.fo - hevur Anfinnur Johansen áhugaverda grein um, hvør upprunin til orðið ”jól” er. - Orðið finna vit heilt aftur til heidna tíð. Vit vita, at finskt, ið aloftast hevur hildið fast við tøkuorð í óbroyttum líki, longu í frumnorrønari tíð fekk orðið jól tvær ferðir sum tøkuorð. Fyrru ferð - umleið ár 200 - var tað í orðforminum juhla, sum í dag merkir veitsluhald ella høgtíð á finskum. Seinnu ferð - umleið ár 600 - tók finskt orðið í sniðinum joula, sum í nútíðarfinskum hevur somu merking sum okkara jól. Anfinnur Johansen heldur, at orðið jól tí upprunaliga kann hava merkt eitt ella annað veitsluhald ella høgtíð. Orðið ”kristsmessa” Sum frá leið varð merkingin avmarkað til bert at fevna um eitt heiðið hávetrarveitsluhald, sum fór fram umleið 12. januar. - Tað er eisini í hesi merking, at vit fyrstu ferð hava orðið skrivliga staðfest - umleið ár 900 - í tiltakinum ”drekka jól”. At drekka jól varð fyrr sagt um tað at ”halda jól”. ”Guð man ráða, hvar vær drekkum onnur jól”, kvøða vit. Anfinnur Johansen vísir á, at seinni er orðið jól at finna í teimum íslendsku søgunum, og her verður orðið brúkt bæði um tað heidna hávetrarveitsluhaldið - og um ta kristnu hátíðina. - Snorri Sturluson (1178-1241) greiðir í Heimskringlu frá, at norski kongurin, Hákun hin Góði (umleið 920-960), flutti hetta veitsluhald til tað mundið, tá tey kristnu hildu jólahátíð. Hetta skuldi vera farið fram miðskeiðis í 10. øld. Tann katólska kirkjan royndi at fáa orðið kristsmessa í staðin fyri orðið jól, men til fánýtis - uttan í Onglandi - har orðið Christmas (tað er kristsmessa), messa til minnis um føðing Krists, fyrst í 13. øld vann á orðinum yule, úr fornenskum géol. Tó at mong kristindómsorð vórðu tikin upp í norrønt úr fornenskum máli, eitt nú hvítusunna og krossur, fekk orðið kristsmessa ikki fótin fyri seg. Snúningur ella snaring? Nógv eru tey, sum eru komin við uppskotum um, hvør upprunaliga merkingin av orðinum jól er - altso tann merkingin, sum liggur aftan fyri merkingina, veitsluhald ella høgtíð. Anfinnur Johansen heldur, at tað liggur nær at hugsa sær, at orðini hjól og jól hava nakað við hvørt annað at gera, eitt nú tí, at forfedrar okkara plagdu at stikla við hjólum, sum eldur var í. Hetta skuldi vera ein sólarímynd av ein hvørjum slagi. - Men, í øldir hevur henda frágreiðing verið kveistrað burtur av teimum lærdu. Ikki fyrr enn á okkara døgum er skotið upp, at orðið jól kann vera komið av einum indoevropiskum orði, sum skuldi merkja snúningur ella snaring og er tí at skilja sum ársringurin, ið nú er um at venda aftur. Annað uppskot er, sigur Anfinnur Johansen, at orðið jól kann vera skylt við fornhátýska jehan, ið merkir at ”siga”/ ”játta”, latínska iocus, sum merkir ”skemt” og fornindiska yácati, sum merkir at ”biðja inniliga”, ”krevja” ella tílíkt. - Tí, kann orðið upprunaliga hava verið navn á bøna- og gandahátíð. Hann heldur, at einki endaligt svar kann gevast viðvíkjandi spurninginum um upprunan til orðið jól, men hvussu er og ikki er orðið avgamalt í málunum í Norður-Evropa. Jól - í okkara huga Anfinnur Johansen sigur eisini eitt sindur um tað pláss, sum jólini hava í huga okkara, og her kunnu vit lesa nakað burtur úr teirri ørgrynni av orðum, ið hava jól sum fyrra lið. - Í orðasavninum á Føroyamálsdeildini eru tey tætt upp ímóti 200 í tali, men fleiri teirra eru lítið merkisverd og tilvildarliga samansett orð, ið valla hava innivist í eini orðabók. Í føroysku orðabókini eru tey 110 í tali. Við øllum hesum jólaorðum í huga, sum til eru, kann tað undra okkum, at tey eru so fá í orðasøvnunum hjá teimum báðum, Jens Chr. Svabo og Nicolai Mohr, sum eru stívliga 200 ára gomul. Tey eru ikki fleiri enn seks. Hann leggur aftrat, at sjálvandi hava orðini verið nógv fleiri, men Jens Chr. Svabo og Nicolai Mohr hava ikki savnað orð á skipaðan hátt og hava tí minni enn so fingið alt við. - Hesi orðini eru, umframt orðið jól, jóladagur, jólaaftan, jólaseyður, jólaskekil, jólastingur og jólavist. Flestu av hesum orðum eru kend enn, sigur hann. Ymisk hugtøk um jól Anfinnur Johansen vísir eisini á nøkur hugtøk, har jólini verða nevnd: • ”Hava jól og góðar dagar” er at hava tað gott. • ”Bera jólini á baki(num)” er at fara avstað uttan at hava fingið vátt ella turt, har ein hevur vitjað um jólahalguna. Hetta er tað sama sum at ”Bera jólini út”. • ”Ganga sum á jólum”, tá tað gongur væl ella sum eftir ánni. • ”Sum lundi á jólanátt” verður sagt um eitt hvørt, ið er sera sjáldsamt. • ”Trøllabørnini gráta eftir hvonnum á jólum” verður sagt um børn, ið biðja um tað ómøguliga ella um ein hvønn, ið vil hava tað, ið ikki er tøkt. • ”Tað er ikki altíð, at jólafríggjari verður páskafríggjari” ella ”Jólafríggjari verður páskaskýggjari”. • ”Tað er ikki altíð, at fríggjarafólk halda longur saman enn frá jólum til páska”. Hann vísir eisini á orðatak úr savni Hammershaimbs: ”Svørt jól gera hvítar páskir” ella ”Jólasummar verður páskavetur”. - Gamalt er eisini, at um tátt og kavaleyst er um jólini, kemur tað aftur um aftur um páskirnar. Anfinnur Johansen sigur, at hetta seinasta er eitt av mongu hugtøkunum, sum hava í sær veðurspádóm. - Ikki man tílíkt vera høgt í metum hjá nútíðar veðurfrøðingum, men tað er so ein táttur úr gamlari gerandismentan, sum er verdur at geva gætur sum so mongum øðrum, heldur hann fyri. – Einki endaligt svar kann gevast viðvíkjandi spurninginum um upprunan til orðið jól. Orðið er avgamalt í málunum í Norður-Evropa, sigur Anfinnur Johansen Hvør er upprunin til orðið jól?