mánadagur 12. desember 2016síða 52
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 12. DESEMBER 2016
28
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
S
einastu árini hevur verið siður at syngja
jólini inn í Kelduni í Skálafirði hin 23.
desember.
Soleiðis verður eisini í ár, og tí verður
tollaksmessukvøld í ár einki undantak.
Tiltakið byrjar í Kelduni klokkan 21.
Umframt nógvan felagssang, verða eisini
framførslur við Olvheðini Jacobsen, Signu
Andersen, Majbritt Højgaard Johansen og
Eyðuni Jacobsen.
– Tað er ókeypis atgongd, tó verður
ein innsavnan til missión, siga tey, sum
standa aftan fyri Syngið við tiltakið og
sangframførslurnar í Kelduni í Skálafirði
tollaksmessukvøld.
Umframt nógvan felagssang,
verða eisini framførslur í Kelduni
í Skálafirði tollaksmessukvøld
Tollaksmessukvøld klokkan 21 verður Syngið við tiltak og sangframførslur í Kelduni í Skálafirði
Syngja jólini inn í Kelduni
Vilmund Jacobsen
- Foreldur, sum drekka, hugsa ikki nóg nógv
um, at rúsdrekka broytir tey, og at tey -
heldur ikki um jólini - geva sær nóg nógv far
um børnini. Foreldrini leggja ikki til merkis,
at børnini gerast bangin og ótrygg, tá tey
føla, at tey mugu klára seg sjálvi gjøgnum
jóladagarnar.
Tað sigur Inger Chercka, sum er
sálarfrøðingur, knýttur at Barnets Blå Hus í
Keypmannahavn.
- Foreldur, sum eru drukkin, síggja ikki,
at børnini gerast tigandi og sleppa sær inni í
kamarið. Kanska hugsa børnini, at tað er teirra
skyld, at foreldrini heldur velja at drekka enn
at vera saman við teimum. Foreldrini lovaðu
jú at vera saman við børnunum, men nú eru
tey full og hava gloymt alt um - fyri børnini -
hugnaligu jólini.
Gleða seg ikki
Sálarførðingurin vísir á, at tíggjunda hvørt barn
gleðir seg ikki til jólini. Av keðiligum royndum
vita børnini, at jóladagarnir ikki gerast serliga
stuttligir, tá foreldrini skulu ”hugna” sær við
jólasnapsi, øli og reyðvíni.
- Foreldrini hava kanska glett seg til jólini,
tí tey halda, at á jólum hava tey ”loyvi” til
veruliga at ”hugna” sær, sigur Inger Chercka.
Soleiðis liva nøkur børn í ótta fyri jólunum,
samstundis sum vinmenn og vinkonur teirra
gleða seg til nakrar frídagar saman við
familjuni - við hugna, jólagávum og góðum
jólamati.
Nógv børn liva í ótta fyri jólunum, samstundis sum vinmenn og vinkonur teirra gleða
seg til nakrar frídagar saman við familjuni - við hugna, jólagávum og góðum jólamati
Tíggjunda hvørt barn
gleðir seg ikki til jólar
– Foreldur, sum eru drukkin, síggja ikki, at børnini
gerast tigandi og sleppa sær inni í kamarið,
sigur sálarfrøðingurin, Inger Chercka