mánadagur 12. desember 2016síða 57
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 12. DESEMBER 2016
33
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Jólakonsert í Vest
manna í kvøld
Í gjár vóru konsertir í Kvívíkar kirkju og Sandavágs kirkju, og í kvøld verður
konsert í Vestmanna kirkju
Vilmund Jacobsen
V
ágakórið og Vestmanna Sangkór eru
í hesum døgum á konsertferð saman.
Hetta eru jólakonsertir, sum kórini eru
saman um, nú vit nærkast jólum.
Seinnapartin í gjár og í gjárkvøldið høvdu
kórini konsertir í ávikavist Kvívíkar kirkju og
Sandavágs kirkju.
Í kvøld - mánakvøldið 12. desember - fara
kórini at syngja í Vestmanna kirkju, og tiltakið
byrjar klokkan 20.
Á skránni eru kendir og minni kendir
føroyskir og útlendskir jólasangir, sum kórini
syngja saman og hvørt sær.
Fjølbroytt konsert
– Vit kunnu lova tykkum, sum koma at lurta,
eina fjølbroytta konsert undir leiðslu av
teimum báðum kórleiðarunum, Sámali Matras
Christiansen og Benjamin Gaasedal - og umleið
hávthundrað væl uppløgdum kórsangarum úr
vesturøki Føroya.
Tað siga tey, sum standa aftan fyri
Vágakórið og Vestmanna Sangkór.
Eftir at hava havt konsertir í Kvívík og
Sandavági í gjár, verður seinasta konsertin í
hesum umfari í Vestmanna kirkju í kvøld
STANLEY / LITAVAL | VIÐ SVARTHEYGG 2 | NORÐSKÁLI | TEL. 422 270
Jólagávurnar finnur tú í Stanley