mánadagur 12. desember 2016síða 62
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 12. DESEMBER 2016
38
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturkommuna
Vilmund Jacobsen
Í
samband við umhvørvisgóðkenn
ingina fyri brennistøðina hjá IRF á
Hagaleiti í Leirvík, hava sonevnd
ar immisiónskanningar - ella árins
kanningar - verið partur av ásettu
krøvunum fyri góðkenningini.
Hesi krøv hava eisini verið galdandi
fyri KOB, Kommunalu Orku- og
Brennistøðina á Sandvíkahjalla.
Tá Umhvørvisstovan hevur fingið
áheitan frá KOB um at endurskoða
sýnstøkurnar av mold, grasi og seyði,
hevur stovnurin eisini endurskoðað
sýnstøkurnar hjá IRF í Leirvík.
Kravið um sýnstøkur varð sett, tí
Umhvørvsstovan ynskti at fylgja við,
um dálking frá brennistøðunum sæst
aftur í nærumhvørvinum - í jørðini og
í seyðinum, sum gongur í økinum.
Í brævi til IRF í Leirvík hin 1. no
vember í ár um hesar sýnstøkur og
kanningar, vísir Umhvørvisstovan á,
at kanningarnar nú eru gjørdar yvir
fleiri ár.
– Vit meta, at vit nú hava eina
tíðarseriu, har til ber at hyggja eftir
úrslitunum frá hesum kanningum og
kunnu gera eina meting av, um dálk
ing sæst aftur í nærumhvørvinum.
Ikki neyðugt longur
Umhvørvisstovan vísir í brævinum
á, at út frá fyriliggjandi kanningum
er stovnurin komin til ta niðurstøðu,
at tað ikki er neyðugt at gera hesar
kanningar í framtíðini.
– Henda niðurstøða er tikin út frá,
at brennistøðin klárar at halda tey
markvirði, sum eru sett til emmisión
í umhvørvisgóðkenningini.
Lagt verður aftrat, at úrslitini frá
sýnstøkunum av mold, grasi og seyði
fleiri ár aftur vísa, at innihaldið av
dálkandi evnum er lágt.
– Vit kunnu staðfesta, at eingin
týðandi dálking frá brennistøðini sæst
aftur í mold, grasi ella seyði á Haga
leiti, har brennistøðin er.
Í brævinum til IRF ger Umhvørvis
stovan tó vart við, at um tað verður
mett neyðugt, kann stovnurin krevja,
at sýnstøkurnar verða tiknar uppaftur.
Samandráttur
Umhvørvisstovan hevur eisini sent
IRF í Leirvík ein samandrátt av kann
ingunum, sum eru gjørdar av mold,
grasi og seyði tey seinastu árini, har
úrslitið av hesum kanningum verður
mett í mun til ávís markvirðir.
Um kanningar av moldini kring
brennistøðina í Leirvík, sigur Um
hvørvisstovan, at bæði cadmium og
kyksilvur liggja langt undir markvirðið,
men í summum sýnum sæst, at inni
haldið av blýggi er hægri enn mark
virðið, sum er ásett í Danmark.
– Kanningar gjørdar av mold í
Føroyum hava annars víst, at innihaldið
av blýggi náttúrliga kann liggja høgt.
Tí ber illa til at siga, at høga innihaldið
stavar frá brennistøðini. Um vit brúka
klassifiseringina hjá Noregi, er støðan
við moldini generelt sera góð, sigur
Umhvørvisstovan.
Gras og seyður
Sambært
umhvørvisgóðkenningini
skal gras kannast annað hvørt ár fyri
cadmium, blýggj og kyksilvur.
– Innihaldið av cadmium liggur
væl undir markvirðið, og innihaldið av
kyksilvuri og blýggi liggur eisini undir
markvirðið.
Í umhvørvisgóðkenningini stendur
eisini, at seyðalivur skal kannast fyri
cadmium, blýggj og kyksilvur, og
tálgin skal kannast fyri dioxin. Hesar
kanningar skulu gerast á hvørjum ári.
Innihaldið av cadminum í seyðalivur
liggur væl undir ES-markvirðið, og
sama er við innihaldinum av kyksilvuri
og blýggi í seyði, sum eisini liggja
langt undir markvirðið.
Umhvørvisstovan leggur aftrat, at
innihaldið av dioxini í tálgini á seyði
eisini liggur langt undir tey markvirði,
sum ES ásetir.
Neyðugt er ikki longur við
árinskanningum í Leirvík
– Vit kunnu staðfesta, at eingin týðandi dálking frá brennistøðini sæst aftur í mold, grasi
ella seyði á Hagaleiti í Leirvík, har brennistøðin er, sigur Umhvørvisstovan
– Eingin týðandi dálking frá brennistøðini á Hagaleiti sæst aftur í mold, grasi ella seyði, sigur Umhvørvisstovan