mánadagur 12. desember 2016síða 64
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 50 • 12. DESEMBER 2016
40
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturkommuna
Vilmund Jacobsen
S
kómakarin Jákup Hansen byrj
aði at handla skógvar í 1947.
Tá var hann útbúgvin sum
skómakari og hevði verkstað í kjall
aranum í sethúsunum við Gøtugjógv
frá 1937. Hann umvældi skógvar
heilt fram til 2005, tá hann vegna
heilsutrupuleikar mátti gevast.
Jákup andaðist í februar 2006, 91
ára gamal.
Terje tekur yvir
Í 1995 tók abbasonur hansara, Terje
Hansen, yvir raksturin av skógva
handlinum. Hølini í sethúsunum hjá
abbanum vístu seg skjótt at vera ov
smá, tí søla og umsetningur vóru
støðugt veksandi.
Í 2005 flutti Terje í nýggj høli,
sum hann hevði innrættað í kjallar
anum í barnaheiminum hjá sær - og
sum hann nú hevði keypt. Hetta er
grannahúsið hjá kirkjuni í Gøtu.
Terje Hansen sigur, at hann altíð
hevur roynt at selja góða góðsku fyri
rætta prísin.
– Nógv er broytt í sølumynstrinum
seinastu árini. Fyri 10 árum síðan
seldi eg nógv mest av damuskóm,
eitt nú leðurskógvar og stivlar. Men,
hetta er broytt, og nú keypa øll
frítíðarskógvar, ung sum gomul.
Hann sigur, at handilin sjálvandi
hevur lagað seg eftir hesum.
– Seinastu 10 árini havi eg selt
væl kenda merkið Skechers, sum nú
er blivið “flaggskipið” hjá Skósøluni.
So væl eru hesir skógvar umtóktir, at
fólk dagliga koma úr øllum landinum
at keypa sær Skechers-skógvar.
Terje Hansen sigur, at tað er
ikki bara soleiðis, at fólk koma úr
ymiskum heraðshornum dagliga.
– Tey bæði koma og koma aftur.
Og vit kunnu spyrja, hví so er? Jú,
tað er tí, at hetta eru teir bestu
skógvarnir, tey nakrantíð hava roynt,
sigur ein fegin handilsmaður.
Hann vísir á, at Skechers er
skjótast veksandi fyritøkan seinastu
nógvu árini kring allan heimin.
– Í eitt nú Danmark fekk danska
deildin, Skechers Nordic, sum
umboðar merkið í norðurlondum,
danska Gazellu-virðislønina, sum
verður givin fyri skjótast veksandi
fyritøku í Danmark. Tað merkist
eisini á søluni her hjá mær, at fólk
veruliga hava tikið merkið til sín. Tað
eru skjótt fáir føroyingar, sum ikki
eiga eitt par av Skechers í durinum
hjá sær.
Terje Hansen sigur, at Skechers
GO Run og Skechers Memoryfoam
eru tey best dámdu av Skechers-
úrvalinum, og hann roynir altíð at
hava nóg mikið á goymslu av hesum
skóm.
Eisini onnur merki
Men, Skósølan við Gøtugjógv selur
ikki bara Skechers.
Onnur merkir sum eitt nú Helly
Hansen og Viking selja eisini væl.
Hetta eru vatntættir skógvar, sum
eru sera vælegnaðir til føroyska
veðurlagið, og teir eru ikki minst væl
dámdir millum tey, sum dáma at
ganga í fjøllunum.
– Vit hava eisini skógvar við
píkum í sollanum. Hetta er sera gott,
tá svarthálka er.
Terje Hansen sigur, at Skósølan
eisini hevur svartaskógvar til menn
og fínar skógvar og stivlar til damur -
umframt barnaskógvar, sjálvandi.
– Her er næstan ikki gangandi fyri
skóm, sigur Terje Hansen brosandi,
tá hann vísir Vikublaðnum, hvussu
nógv vøra er inni í handlinum, nú
tíðin nærkast jólum.
Jú, Skósølan við Gøtugjógv hevur
sanniliga gjørt seg til reiðar til
jólasøluna.
Fólk koma úr øllum heraðs-
hornum at keypa Skechers
Skósølan við Gøtugjógv hevur gjørt seg til reiðar til jólasøluna. – Her er
næstan ikki gangandi fyri skóm, sigur Terje Hansen, handilseigari, brosandi
– Tað eru skjótt fáir føroyingar, sum ikki eiga eitt par av Skechers
í durinum hjá sær, sigur Terje Hansen í Skósøluni við Gøtugjógv
Vilmund Jacobsen
H
DYGD bleiv upprunaliga stovnað
í 1968 vesturi í Vatnsoyrum og
er í dag vaksið til at vera eitt
av størstu arbeiðplássum í Vágum.
Frá byrjan av hevur felagið framleitt
vindeygu og ger tað enn. HDYGD bleiv
yvirtikið í 2007. Jóhan á Mýrini hevur
starvast á HDYGD seinastu átta árini,
harav fimm tey seinastu sum stjóri.
Ongantíð havt so
nógv at gjørt
– Vit hava higartil í ár levera 10.000
eindir til føroyska marknaðin og tað
má sigast at vera fantastiska gott, tá
hugsað verður um marknaðarstøddina,
sigur Jóhan á Mýrinim, stjóri.
Stóra virksemi endurspeglast eisini
í talinum av starvsfólkum, ið hevur
verið støðugt veksandi.
– Í løtuni er vit 45 starvsfólk til
samans í fyritøkuni, sigur Jóhan á Mýrini.
Jóhan á Mýrini sigur, at tey leggja
seg altíð eftir at hava hægstu góðsku
á teirra vørum og tænastum.
– Vit koyra uppá góðsku, garantíð
og livitíð í okkara vørum og tað hevur
kundin lagt til merkis. Eg haldi tað
er ein av orsøkunum til, at vit hava
havt vøkstur so at siga øll árini, eisini
í kreppuni, sum byrjaði í 2008. Eisini
tey árini høvdu vit vøkstur, sigur Jóhan
á Mýrini.
Hava framleitt nógvar
og stórar ordrar
HDYGD framleiður alt slag av vind
eygaordrum - bæði tað einkulta
vindeygað, til tann sum hevur tørv á
tí, til sethúsið og til størri verkætlanir,
so sum skúlar osfr. Framleitt verður úr
øllum tilfari – timbur, træ/alu plast og
nú eisini vindeygu, hurðar og facadur
úr reinum aluminium.
– Vit hava lagt okkum eftir at
umboða Schüco profilar til okkarar
aluminiums fyrispurningar. Schuco
er ein tann fremsti framleiðarin av
alufacaadum í heiminum. Umframt
at gera eina framúr góða vøru, er
Schuco koncepti sjálvt serliga væl
gjøgnumført, tá hugsað verður um
dygdargóðar tekniskar loysnir, tá
ræður um samanbygging, tættleika,
styrki og útsjónd. Schuco vísur javnan
til HDYGD sum teirra samstarvsfelaga
í Føroyum., sigur Jóhan á Mýrini.
Tað álitið byrjaði við, tá HDYGD tók
um endan á skúlanum í Hovi, ið upp
runaliga var leverað av øðrum veitara og
sum kunnugt hevði stórar trupulleikar.
Hesar trulpleikarnar loysti HDYGD,
saman við Schuco og MT Højgaard.
Seinastu tíðina hevur HDYGD
levera nógv stór arbeiðir. Seinasta
av hesum slagnum var til sermerkta
býráðshúsið hjá Eysturkommunu. Har
hevur HDYGD leverað allar fasadurnar
til vakra og snotuliga nýbygningin.
Av øðrum størri veitingum kunna
nevnast Betesda í Klaksvík, Suðuroyar
Sjúkrahús, SEV í Suðuroy og pyra
midan á teknjuni á skúlanum í Hoyvík.
– Vit kunnu bjóða kundanum allan
pakkan. Alt frá sølu og ráðgeving, til
framleiðslu til montering av vindeyg
um. Vit hava sjálvi fólk til alt. Enntá
eisini at taka mát fyri fólk, sum nógv
gera sær dælt av. Tað er heilt klárt
við til at geva kundanum eina størri
trygdarkenslu omaná, at vit veita 10
ára trygd, sigur Jóhan á Mýrini, stjóri
á HDYGD.
HDYGD – Dentur
lagdur á góðsku