týsdagur 13. desember 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. desember 2016 · Nr. 144
mikudagsblaðið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Hóast stríð er millum andstøðu og
samgongu um løgtingsfíggjarlógina
fyri 2017, so er ymiskt sum bendir
á, at samgongan hóast alt stendur
saman.
Tíðindi sum tey, at ein skannari
verður keyptur til Suðuroyar sjúkra
hús lukta av onkrum handli við
Kristin Michelsen, sum afturfyri
heldur sær í skinninum og atkvøð
ur við Javnaðarflokkinum – sum
annars er fullmannaður, nú Sonja
Jógvansdóttir hevur farloyvi frá løg
tinginum.
Og júst Sonja Jógvansdóttir – sum
sjálv hevur útrópt seg sum ringa
samvitskan hjá samgonguni – hví
er hon ikki í løgtinginum nú, tá tær
týdningarmestu avgerðirnar yvir
høvur hjá Løgtinginum verða tikn
ar?
Fíggjarlógin er líkasum funda
mentið, sum okkara fólkavalda skip
an byggir á. Tað er har, ið stóru av
gerðirnar verða tiknar.
Tað nyttar so lítið at koma við
góðum hugskotum aftaná, at løg
tingsfíggjarlógin er samtykt og lýst.
Hóast Sonja Jógvansdóttir held
ur seg burtur úr tinginum og loyvir
næsta manni inn, so er einki sum
bendir á, at hon er á veg upp í Javn
aðarflokkin aftur. Hon hevur fleiri
ferðir undirstrikað, at tað er ikki ein
møguleiki.
So eru ikki so nógvir aðrir møgu
leikar. Annaðhvørt gevst hon í poli
tikki, ella fer hon í annan flokk – ella
má hon finna sær undirskriftir til
tess at stovna ein nýggjan flokk.
Tað er ein tung uppgáva at stovna
nýggjan flokk – og tey eru fá – hóast
tey eru nøkur – sum verða vald á ting
einaferð fyri síðani ikki at vilja stilla
uppaftur. Tað er neyvan ætlanin.
Vit hava nevnt tað fyrr, at Sonja
Jógvansdóttir í protest ímóti Javn
aðarflokkinum kann fara upp í Tjóð
veldi, hvørs sosiali profilur ikki er
øðrvísi, enn tann hjá Javnaðarflokk
inum.
Men vildi hon markerað seg, so
átti hon sjálvandi at tikið lut í fíggj
arlógarviðgerðini. Spurningurin er
bara, um hon hevur nakað at trýsta
við, tá Miðflokkurin og samgongan
hava gjørt avtalu um løgtingsfíggj
arlógina. Á tann hátt hevur sam
gongan bundið um heilan fingur við
víkjandi báðum leysu kanónunum í
Javnaðarflokkinum – tað passar
kanska Miðflokkinum væl.
Nú fáa vit at síggja, hvussu
leikur fer. Tað hevur gingið so nøk
ulunda higartil hjá samgonguni at
fáa síni mál ígjøgnum, hóast talan í
veruleikanum er um eina minniluta
samgongu.
Men avbjóðingarnar eru stórar, tí
nógvar breiðar semjur skulu gerast.
Tað hevði tí klætt samgonguni væl,
um tað eydnaðist at gera semju við
fleiri andstøðuflokkar um løgtings
fíggjarlógina.
Tað tykist ikki fara at eydnast. Av
bjóðingarnar hjá løgmanni eru fleiri,
fiskivinnunýskapan, stjórnarskipan
og pensjónsnýskipan bara fyri at
nevnda tríggjar.
Tann breiða semjan
hevði klætt samgonguni væl
avbjóðingarnar eru nógvar
Eitt
er at siga
helvtina...
Heðin Mortensen
Kjak síða 12
Valdi
deyðan
fram um
lívið
Heilsusíða
Síða 10
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Í greinini Alkoholisma er ein
deyðilig sjúka, sum stóð í
Vikuskiftissosialinum 9. des
embur, var ein villa komin í.
Har stóð, at talið á teimum, ið
vóru blivnir edrúir við hjálp
frá Heilbrigdi var 2.000, um
framt 500, ið deyðir eru.
Rætta talið skal vera 2.000
íroknað 500, ið deyðir eru.
Danjal
Rætting
Team
Rynkeby
Føroyar
stuðlar nú eisini børnum
við álvarsligum hjarta- og
lungnasjúkum
Framyvir fara føroysku
súkklararnir í teimum eyð
kendu gulu Rynkeby- troyggj
unum at súkkla til frama fyri
enn fleiri sjúkurakt børn í Før
oyum.
Team Rynkeby Føroyar,
sum seinastu trý árini hevur
súkklað til París, fyri at stuðla
børnum við krabbameini og
familjum teirra, víðkar nú sítt
stuðulsvirksemi.
Ítøkiliga merkir tað, at
framyvir fara børn við lívs
hóttandi hjarta- og lungna
sjúkum eisini at fáa fíggjarlig
an stuðul.
Hetta er í góðum samljóði
við
endamálið
hjá
Team
Rynkeby, ið er at stuðla børn
um við lívshóttandi sjúkum.
Føroyingar
hava
tikið
ómetaliga væl ímóti Team
Rynkeby Føroyum og arbeið
inum við at stuðla børnum
við krabbameini og familjum
teirra. Higartil hava føroying
ar stuðla við tilsamans 3 mió.
krónum. Vónandi fara fólk
eisini at taka væl undir við,
at stuðulin eisini fevnir um
børn við lívshóttandi hjarta-
og lungnasjúkum.
Stuðulin, sum føroyska
Rynkeby-liðið savnar inn, fer
m.a. til familjur, ið eru noydd
ar at fara av landinum fyri
at fáa viðgerð til sjúk børn.
Ein stórur partur fer eisini til
gransking innan tey sjúkuøki,
ið verða stuðlað.
Hópurin, ið fer avstað kom
andi summar er longur farin
undir venjingarnar. Tilsamans
fara 50 súkklarar og 10 hjálp
arfólk til París í juli mánað.
Team Rynkeby Føroyar
Stuðla nú eisini børnum
við øðrum sjúkum
Sunnunáttina 4. desembur
framdi ein maður herverk í
Vágatunlinum.
Mitt á nátt kemur ein bil
ur koyrandi gjøgnum tunn
ilin og steðgar á einum av
víkiplássunum. Menn fara
úr bilinum at lata vatnið av
sær, men av onkrari orsøk
missir ein teirra tamarhald á
sær sjálvum.
Í ovfarakæti ella onkrum
líknandi, tekur ein teirra ein
pulvursløkkjara, sprænir alt
til og tømir pulvursløkkjar
an. Síðani seta teir seg aftur
í bilin og koyra víðari.
Tað er tó einaferð soleið
is, at í Vágatunlinum eru
vakmyndatól sett upp á víki
plássunum.
Vakthavandi á løgregl
ustøðini sigur, at mynda
góðskan á tólunum er so góð,
at lættliga sást, hvør tað var,
ið tømdi pulvursløkkjaran.
Harumframt sást nummar
plátan á bili
num týðu
liga.
H e t t a
gjørdi
tað
lætt hjá løg
regluni
at
finna
við
k o m a n d i ,
og maðurin
verður
nú
skuldsettur
fyri herverk.
Vakthavandi
á løgreglustøðini minnir á, at
pulvursløkkjarar ikki hanga
í tunlunum hvørki til pynt
ella sum leikur.
– Hetta kundi fingið deyð
iligar fylgjur. Ímynda tær,
um ein bilur fór at brenna
í tunlinum, og so var pulv
ursløkkjarin tómur, tá fólk
høvdu brúk fyri honum. Tí
rokna vit hesa gerðina sum
sera álvarsama, sigur vakt
havandi.
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Nú fáa børn við álvarsomum hjarta- og lungnasjúkum eisini stuðul frá Team Rynkeby
Tømdi eldsløkkjara
í Vágatunlinum