Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. desember 2016 · Nr. 144 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÍGGJARLÓG Árni Gregersen Vaksandi ferðavinnan í Føroyum vísir, at tørvurin á fólki í vinnuni við hóskandi útbúgving er vaksandi. Tí er ein milljón sett av á fíggjarlógini fyri næsta ár til at stovnseta eina slíka útbúgving. Bæði meirlutin og minnilutin í fíggjarnevndini taka undir við at peningurin verður settur av. Í álitinum til fíggjarlógina sigur meirlutin, at ein slík útbúgving skal staðsetast á fiskivinuskúlanum í Vestmanna. Enn er tó ikki avgjørt, hvat slag av útbúgving tal­an skal vera um. Latið verð­ur upp í hendurnar á menta­ málaráðnum at av­gera, hvussu long ella stutt út­ búgvingin eigur at vera og hvat innihaldið annars eigur at vera. - Sjálvur haldi eg, at vit eiga at byrja í smáum, eins og tey hava gjørt í Íslandi, sigur Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi, og limur í fíggjar­ nevnd­ini. - Men hinvegin so haldi eg eisini,a t mentamálaráðið skal sleppa at fyrireika inni­ haldið í útbúgvingini, sigur hann. Fíggjarnevndin hevur frammanundan havt fund við vinnumálaráðið um mál­ ið og tey fólkini í vinnu­mála­ ráðnum, sum arbeiða við ferðavinnuni halda eisini, at tað er rætt at seta eina slíka út­búgving á stovn. Í broytingaruppskotinum frá meirlutanum í fíggj­ar­ nevdnini, er eisini ein mill­ jón krónur settar av til ein skannara á Suðuroyar Sjúk­ rahúsi. Hetta eru fyrstu peng­ arnir sum eru settir av, tí vanliga kostar ein skannari um 10 milljónir krónur. Árni Gregersen Tað tykist koma sera illa við hjá Fróðskaparsetri Før­oya at meirlutin í fíggjarnevndini hevur lækkað játtanina til setrið við einari milljón. Grundgevingin er, at játt­ anin til Setrið seinastu ár­ ini er hækkað og tí heldur meir­lutin, at játtanin kann lækka eina milljón í mun til uppskotið frá lands­stýr­ inum. Fyri Fróðskaparsetrið ger tað, at játtanin lækkar eina milljón afturat, at samlaða játtanin er fimm milljónir lægri enn tað, sum stovnur­ in hevur biðið um. - Og eg haldi eg tori at siga, at okkara umbøn er ógvu­liga neyv í mun til rann rakstur, sum Setrið hev­ur, sigur Hugin Skaalum, fíggj­ ar­leið­ari. 1000 næmingar ganga á set­rinum, so har er stórur aktivitetur. - Vit mugu eisini hugsa um, at tá ið ein næmingur verður tikin inn, so eru vit bundin av honum í fleiri ár – til hann ella hon hevur tikið sína útbúgving, sigur fíggj­ arleiðarin. Tað er eisini soleiðis, at tá ið Setrið byrjar eina nýggja útbúgving, so er talan um ein flokk fyrsta árið, men tveir flokkar annað árið og tríggjar flokkar triðja árið. - Tað er onki at ivast í, at hetta fer at merkjast og at vit mugu repa seglini nakað, men hvussu og hvat vita vit ikki, tí enn hava vit ikki fing­ ið endaliga talið, sigur Hug­ in Skaalum, Fíggjarleiðari á Fróð­skaparsetrinum NÝGGJ ÚTBÚGVING TIL VAKSANDI FERÐAVINNU Pengar setir av á fíggjarlógini, so útbúgving til ferðavinnuna kann setast á stovn Táttar í við pengum til Fróð­skap­ar­setrið Fróðskaparsetrið fær fimm milljónir krónur minni enn tey hava biðið um til rakstrurin komandi ár Árni Gregersen Tað er avgerandi neyðugt fyri hvørt ein­ asta samfelag at hava eina tilbúgv­ing­ arætlan, sum er tøk og virkar, tá ið okkurt óvæntað hendir. Í Føroyum er tað MRCC og Tórshavn Radio, sum umsitir hesa ætlan, og sum eis­ini stendur fyri so at siga øllum sam­ skift­inum. Serliga er tað eisini tann vegin samskiftið millum skip og mynd­ug­leikar fer fram, tá ið talan er um sjóbjarging. Fyri at hetta skal virka er brúk fyri send­arum, antennum og stýrisútgerð. Bæði senddararnir og mastrarnar eru gomul – út móti 20 árum. Í 2015 vóru góðar níggju milljónir krónur settar av til hetta arbeiðið, so hetta kundi nútímansgerast skjótast gjørligt. Men slíkt tekur tíð. Higartil eru brúkt­ ar 7,4 milljónir krónur og mett verður at ein milljón skal brúkast afturat í ár. Tað ger, at neyðugt er við einari milljón aftur til næsta ár. Pengar til tilbúgv­ingna á sjógvi og á landi Tilbúgvingin er ikki nóg góð og serliga er tað samskiftisútgerðin, sum er vorðin ov gomul Vestmanna fær eina nýggja útbúgving og Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi, heldur at vit hava brúk fyri einari ferðavinnuútbúgving. Tilbúgvingin kann nú endaliga dagførast, tá ið hon fær eina milljón afturat næsta ár Fróðaskaparsetur Føroya manglar fimm milljónir í mun til, hvat setrið hevur biðið um