týsdagur 13. desember 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. desember 2016 · Nr. 144
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FISKISKAPUR
Vilmund Jacobsen
Næstseinasta sunnudag gjørdi
lítli nótabáturin Katrin, sum er
heimahoyrandi í Søldarfirði,
størsta
nótakastið
higartil
í vertíðini. Teir royndu út
fyri Saltnesi, og tá samanum
kom, fingu teir 30 tons av sild
í kastið, sum er 10 tons meira,
enn báturin tekur.
Hilmar Johannesen sigur,
at enn er vertíðin so nýggj,
men hetta er størsta einstaka
nótakastið, sum teir higartil
hava havt í heyst.
Vanliga byrjar silda-og bris
lingavertíðin á Skálafjørðinum
í november, og hon varar út í
mánaðarskiftið februar/ mars.
Stórt nótakast
- Vit hava gjørt onkrar hamp
iligar túrar í heyst, men hava
ongantíð í hesi vertíðini fingið
so nógv í einum kasti, sum
næstseinasta sunnudag. Hetta
var alt hampiliga stór og góð
sild. Tá vit høvdu fylt bátin,
slóðaðu vit inn í Oyrahavnina
við nótini.
Hann sigur, at tað, sum
eftir var í nótini, eini 10 tons
tilsamans, varð tikið beinleiðis
upp í lastina á bryggjuni og
koyrt norður til Havsbrún í
Fuglafirði, sum tekur ímóti
sildini.
Hilmar Johannesen sig
ur, at brislingatíðin á Skála
fjørðinum er um somu tíð
sum sildavertíðin, og higartil
í heyst hava teir eisini fingið
nakað av brislingi. Men, enn
er ikki rættilig gongd komin á
veiðina eftir brislingi.
Spennandi verkætlan
Ein spennandi verkætlan við
brislingi er í gongd á Tavuni
í Leirvík, og í fjør eydnaðust
royndirnar eftir øllum at
døma væl.
- Vit eru spentir eftir at
vita, hvussu hesin veturin fer
at roynast við brislingi, og
hvussu tað fer at ganga hjá
Tavuni at gera fiskin kláran
til útflutnings og víðari fram
leiðslu í útlandinum, sigur Hil
mar Johannesen.
FYLTU BÁTIN EFTIR
ONGARI LØTU
- Vit hava gjørt onkrar hampiligar
túrar í heyst, men hava ongantíð
í hesi vertíðini fingið so nógv í
einum kasti, sum næstseinasta
sunnudag, sigur Hilmar Johannesen
Teir hava slóðað inn í Oyrahavnina við teimum
umleið 10 tonsunum, sum eftir eru í nótini
Myndir: Rúni í Hjøllum