Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. desember 2016 · Nr. 144 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Í morgin, hósdagin 15. desember, verður Jóna Lindenskov, Tór­fins­ gøta 31 í Havn, 80 ár. Jóna er elst av børnunum hjá Ellefíu (1912- 77) og Jóhannes Jacobsen (1910- 2007), ortopediskur skómakari í Fuglafirði. Hini systkini eru: Ninne­ ma (1938), Óli (1940), Oddvør og Lena (1942), Sigga (1945) og Osvald (1950). Eftir skúlagongdina var Jóna í handlinum hjá Pidda (S. P. Peter­ sen). Átjan ára gomul fór hon at út­búgva seg sum sjúkrasystir. Var á sjúkrasystraháskúlanum í Stege í 1955, síðani næmingur á Dr. Alexandrines Hospital (Lands­ sjúkra­húsið), og í 1958 fær hon psyki­atrisku útbúgvingina á St. Hans Hospital, Roskilde, og í 1959 narkosoútbúgving á Gen­tofte Amt­sygehus. Í 1986 var hon á Ríkis­ sjúkra­húsinum í Keyp­manna­havn, har hon næm sær kunn­leika innan alt tað nýggja á anæstesiøkinum. Í 1960 verður hon sett í starv á Landssjúkrahúsinum, og her hevur hon síni ríku virkisár, til hon í oktober 2000 valdi at gevast. Jóna er framvegis sera virkin. Samvitskufull hevur hon røkt tað, henni varð álagt – sína Florence Natingaleuppgávu hevur Jóna røkt í størsta álvara. At hon valdi narkosuútbúgvingina gjørdi somu­ leiðis tað, at hon bant seg til eitt presitiónsstarv av rang. Hon fekk næmingaárini og fittan part av virkisárunum á tí gamla hospitalinum við teirri útgerð, ið tá var. Tá hon tók við á skurðdeildini var bert ein narkosusjúkrasystir, Laura Eirikstoft. Við Jónu vóru tær tvær, sum nú skiftust um vaktbyrðuna, stand-by dag sum nátt. Jóna er ein av tí gamla »besetn­ inginum« frá tíðini, tá »yvirlæknin« – og tað var sjálvsagt Pauli Dahl – ráddi fyri borgum. Jónu sást tú kvikgongda og skundisliga fara eftir Hospitals­ vegnum, hon var á síni deild áðrenn klokkan sló átta, ikki minst tey 17 árini hon var deildarleiðari. Uttan fyri lívsstarv sítt hevði Jóna áhugamál, sum hon røkti ikki minni samvitskufult. Maðurin var politikari, børnini vóru ein dýrur lutur, at teimum skuldi einki tróta var umráðandi. Jóna hevur tikist við ymiskt í handligum sum andligum verki, lesur nógv, fæst nógv við handarbeið, íðin at binda inn bøkur og ger nógv burtur úr ættargransking, er virkin í fe­ lagnum Ættarbandinum. Hon hevur seinastu árini verið partur av søgubólkinum hjá Fuglafjarðar kommuna sum savnar saman tilfar í bók um Fuglafjørð, sum kemur á prent komandi ár. At hon eisini hevur sín blómu- og plantuáhuga, er eyðsýnt í urta­ garðinum í Tórfinsgøtu. Jóna giftist í 1961 við Jákup Lindenskov. Tey eiga børnini Elin (1962), Birita (1964) og Eirikur (1966). Ommubørnini eru Fía (37), Maria (21), Anna (15) og Jónas (13) – og langommubørnini Høgni (13), Lóa (???) og Antonia (??????). Opið hús verður í Losjuni í Havn, Tinghúsvegur 18, leygardagin 17. desember kl 19. Jóna Lindenskov 80 ár VIÐMERKINGAR Heðin Mortensen Kommunufelagið Undir yvirskriftini “hálvur sannleiki frá Kommunu­ fe­lag­num” vísir hon á, at hon bert hevur svarað teim­ um spurningum, sum hon bleiv spurt um. Hetta er gaman í rætt. Hon hevur m.a. svarað, at komm­ unurnar hava havt ein vøkstur í inntøkunum seinastu 25 árini á 160 %, samstundis sum landið “bert” hev­ur ein vøkstur á 90 %. Síðani vísir hon á lutfallið mill­um land og kommunur. Inn­ tøkurnar hjá landinum vóru 3,4 ferðir størri enn inntøkurnar hjá kommununum í 1997, og í 2015 vóru inntøkurnar hjá landinum “bert” 2,5 ferðir størri. Enn einaferð verður staðfest, at inntøkuvøksturin í kommunala geiranum er nógv størri enn samsvarandi vøksturin í landskassanum. Hetta verður skrivliga borið fram fyri tinginum, og umvegis KVF verður hesin boðskapur varp­ aður út í almenna rúmið. Eingin hevur sagt ósatt, hvørki landsstýriskvinnan ella kring­ varpið. Tað er ikki ósatt, at komm­ unurnar hava havt ein størri inn­ tøkuvøkstur enn landið. Men tað er ein frágreiðing, hví so er. Kommunurnar hava havt ein munandi inntøkuvøkstur seinastu 25 árini, samanlagt uml. 1.585 mió. kr. Men sama tíðarskeið hava kommunurnar yvirtikið málsøki, sum í dag kosta kommununum uml. 800 mió. kr. Tískil er veru­ ligi inntøkuvøksturin hjá komm­ ununum 785 mió. kr. Landið hevur hinvegin havt ein inntøkuvøkstur seinastu 25 árini, sum er omanfyri 3 mia. kr. Hetta er hent samstundis, sum landið hevur latið kommununum málsøki fyri 800 mió. kr. Í roynd og veru er inntøkuvøksturin hjá landinum sostatt 4 mia. kr. seinastu 25 árini. Veruleikin er, at vøksturin hjá landinum er nógv størri enn hjá kommununum. Hetta kann ikki sigast at vera í samsvari við tann sannleika, sum Kristina Háfoss sigur seg umboða. Eitt er at tiga, annað helvtina at siga Landsstýriskvinnan kundi valt at tagt, men hon valdi enn einaferð at siga helvtina av sannleikanum, tá ið hon svaraði viðmerkingunum hjá Kommunufelagnum HEILDARVEITARI KÓKIPLÁTA IQWF 80 Induktión (3.700 W med power booster) Fingra touch BxHxD: 75x49x47 cm KÓKIPLÁTA EIP 60 Induktión Fingra touch BxHxD: 56x60x56 cm INNBYGNINGSOVNUR ECO 012 NG Svartur, fingra touch 11 baki- og steiki programmir, 67 litrar BxHxD: 56x60x56 cm Orkuflokkur A 11.699,- SPAR 6300,- 2899,- SPAR 2800,- 4999,- SPAR 4000,- HVÍTVØRUR