Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. desember 2016 · Nr. 144 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÓNLEIKUR Ólavur á Heygum Hátún er leiðari og fyriskipari, og hann skrivar so­ leiðis: MESSIAS er sokallað oratori­ um, kirkjuligt tónaverk, sum hev­ur sínar røtur í katólsku mót­ reformatiónini. Fólk møttust tá til uppbyggilig møtir í sokallaðum oratorium, sum merkir biðisalur. Hetta gav navn til bíbilskar tón­ leikaframførslur í hesum sambandi, sum løgdu støði undir hesa nýggju, máttmiklu tónleikagrein. Ikki er tað ov nógv sagt, at týskføddi og tónleikaliga italskt uppaldi ong­lendingurin Georg Friedrich Händ­el (1685-1759) meira enn nak­ ar hevur skrivað oratoriir, sum saman við passiónunum hjá sam­ tíðar­manninum J. S. Bach verða standandi eftir í tónleikasøguni, tá ið tíðarinnar tonn hevur gnagað so mangt annað burtur. Heppið var tað fyri tey kirkju­ liga tónleikaáhugaðu, at bret­ lands­kongur í 1732 av pietistiskum ávum setti forboð fyri teatralskum framførslum av bíbliuhendingum. Händel, sum frammanundan hevði verið operukomponistur fram um allar, varð nú av umstøð­un­ um noyddur til at geva sjálvari frá­søgnini meira tyngd og persón­ unum eina djúpari lýsing. Í flestøllum av hesum kirkjuligu verkum er tað søga Ísraels, sum verður lýst, so sum heitini eisini geva til kennara; „Esther“, „Debo­ rah“, „Samson“, „Joshua“, „Saul“, „Judas Makkabæus“ og fleiri onn­ ur. Men „Messias„ hevur sína ser­ støðu. Her snýr tað seg ikki um at lýsa trupulleikarhjá einstøkum per­ sónum, ella um hvussu eitt einstakt fólk, Ísraels fólk, verður fríað úr trongd og neyð; men um, hvussu øll mannaættin verður loyst frá synd og trega og reist upp á evsta degi. Teksturin og við honum musi­ kalska íklæðingin lýsir søgu Krists frá fyrijáttan, føðing, lívi, deyða og fram til uppreisn. Drúgt er verkið, eisini um, sum í hesum føri, ikki allir partar verða tiknir við. Men neyvan í allari tón­ leikasøguni er verk skrivað, sum soleiðis eins og ein perlurøð við sínum resitativu frásøgnum, sínum undurføgru solosangum (arium) og sínum mongu máttmiklu, ljómandi kórpørtum hongur organiskt sam­ an frá byrjan til enda. Händel skrivaði Messias, hetta, í fullari longd, tríggja tíma tóna­ verkið, í musikalskari og religi­øsari ekstasu eftir bert trimum vikum, eitt bragd, sum tónleikasøgan ikki kennir makan til. Og um enn verkið var skrivað mitt í hansara virkistíð, í 1741, so gjørdist hetta verkið yvir øllum verkum, hann læt úr hondum. Ár eftir ár varð tað framført undir tónaskaldsins leiðslu fyri stúgvandi fullum kirkjum og konserthølum, og 8 dagar, áðrenn hann doyði, var tann blindi og likamliga avmaktaði meist­arin við til at framføra hetta sítt yndisverk. Verkið hevur varðveitt sín tokka millum fólk, og ongantíð man hátíðarstundin kennast ong­ lendingum sterkari, enn tá ið Halleluja-kórið enn í dag lyftir mannfjøldina úr sæti, eins og tað gjørdi á fyrsta sinni fyri nú meira enn hálvtriðja hundrað árum síðan. Framføra Messias hjá Händel í Gøtu í Havn um vikuskiftið Tvær framførslur verða av Messias eftir G. F. Händel. Onnur í Gøtu kirkju klokkan 16 leygardagin og hin í Vesturkirkjuni klokkan 16 sunnudagin ÓRA EINARSDÓTTIR Þóra Einarsdóttir fekk sangundir­ vísing á Sangskúlanum í Reykjavík hjá Ólöf Kolbrún Harðardóttir og helt útbúgvingarliga fram á Guildhall School of Music and Drama hjá Laura Sarti, professara. Þóra hevði sína frumroynd á Glyndebourne Festival Opera ein­ ans 23 ára gomul. Hun gjørdi tíðliga vart við sína úrmæltu sangrødd og sína fullgjørdu framkomu. Longu 18 ára gomul steig hon á fyrsta sinni á pall Íslendsku Operunnar í Verdis Rigoletto og Gandafloytu Mozarts og kom fyrstu ferð fram sum solistur í Wien í sambandi við vitjan hjá íslendska symfoniorkestrinum hagar í 1995, meðan hon enn var undir útbúgving. Þóra hevur havt leiklutir í oper­ um, í symfoniskum og kirkju­ligum Verkum og haft egnar kon­sertir víða um heim, og í 7 ár treivst hon í føstum starvi í operu­húsinum í Wiesbaden í Týsklandi. Hon er nú regluliga at hoyra á konsertum í heimlandinum eins og eisini uttanlands t.d. í Royal Albert Hall í London, í Konzerthaus Berlin eins og eisini í Carnegie Hall í New York. Av orkestrum, sum hon hevur havt samstarv við kunnu nevnast Orchestre de la Suisse Romande í Sveits, Bach Collegium í München og RSO og Philharmoniska Or­ kestr­ið í Berlin. Sum viðurkenning fyri sítt tón­listarliga virksemi er Þóra Ein­ arsdóttir vorðin heiðrað við m.a. danska Dannebrogsordenen og Íslendska Falkaordaninum. SESSELJA KRISTJÁNS­ DÓTTIR, mezzosopran Sesselja Kristjansdóttir fekk sang­ útbúgving á Tónlista­háskúlanum í Reykjavík. Lærari hennara var Rut Magnússon. Hon víðkaði sang­ útbúgvingina á Hochschule für Musik „Hanns Eisler“ í Berlin har hon fekk undirvísing av Aneliese Fried, Jula Varady og Wolfram Rieger, professarum, og fekk próv­ bræv „við viðurkenning“ hiðani. Í 2000 fekk hon Bayreuth-prísin, ið verður latin av Richard Wagner Samtakinum. Sesselja er alkøn bæði sum opera-, oratorii-, lieder- og kamar­ sangari. Hon hevur fram­ført saman við íslendska symfoni­orkestrinum, stjórnað av Vladimir Ashkenazy, við The Philharmonic Orchestra of St. Petersburg og saman við kamarorkestri Reykja­víkar. Hennara oratorieskrá umfatar requem eftir Mozart og Verdi, Magnificat, B-moll Messuna og Jólaoriatoriið eftir Bach, Messias eftir Händel, Gloria eftir Vivaldi, D-messuna eftir Dvorak, Petite Messe Solennelle eftir Rossini, Missa Solemnis og 9. Symfoni eftir Beethoven. Frá 2001 til 2004 var Sesselja við í íslendska opera tónlista­ bólkinum og vitjar javnan aftur sum gestasangari. Hon hevur havt leiklutir sum Rosina og Øsku­fía í operum eftir Rossini, sum Carmen eftir Bizet og sum Cheru­bino í Brúdleypi hjá Figaro og Triðja Frúan í Gandafloytuni eftir Mozart, Nachbarin í Mavra eftir Stravinsky, Lis í Wie Werde ich Reich und Glücklich eftir Spoliansky, Charlotte í Werther, Biddarkvinnan í Sweeny Todd, Lola í Cavalleria og sum Maddalena í Rigoletto eftir Verdi. Sesselja hevur ofta verið at sæð og hoyrt í íslendska kring­varp­ inum. Ein av væl umtóktu fløgu­ útgávum hennara er „Svanasöngur á Heiði“, har Jónas Ingimundarson hevur undirspælið. ERNST SONDUM DALSGARÐ byrjaði at spæla tónleik 6 ára gam­ al. Fór at syngja av álvara aftaná at hava vunnið sær pláss í Det kongelige operakor í 1995. Áðrenn sangin tók til var hann útbúgvin floytispælari við debut­ konsert í 1990 frá Det kongelige musik­konservatorium og hevur spælt floytu bæði í Det kongelige kapel og í Sjællands symfoniorkestur. Hevur umframt at hava sungi nógvar smáar solo-partar á Det kongelige teater eisini sungi høv­uðsleiklutin í La Bohemé og Tosca av G. Puccini, í L’amour des trois oranges av S. Proko­fieff og í L’elisir d’amore av G. Donizetti. Solistur í konsert-verk­um so sum Jólaoratoriið og Johannis­ passiónina av J.S.Bach, Messias av G. Händel, Elias av F. Mendelsohn, Stabat Mater og Petit messe solennelle av G. Rossini og Requiem av G. Verdi. Í 2001 fekk hann Reumert heið­ urs­bræv fyri leiklutin sum Mario Cavaradossi. Ernst Sondum Dalsgarð hevur fingið smíða nógv verk bæði sum floytuspælari og sum sangari og gav tí eina fløgu út í 1991 við nýggj­ um føroyskum floytu­tón­leiki. Gav í 1996 út jólafløguna Ad­ vents og Jólasálmar og var ábyrgd­ armaður og producentur tá fløgan hjá Regin Dahl var givin út í 1997. ÁGÚST ÓLAFSSON fekk sangaraútbúgving á Sibe­lius Akademiinum í Helsinki, har Jorma Hynninen og Sauli Tiilikaiinen.vóru hansara lærarar. Í lesnaðartíðini søkti hann eisini lærdóm úti í Europa eitt nú á master class skeiðum hjá so gitnum sangarum sum Dietrich Fischer-Dieskau og Elisabeth Schwarzkopf, ið bæði eisini hava givið honum privata undirvísing. Í 2004 hevði Ágúst sína fyrstu almennu framførslu við høv­uðs­ leiklutinum í Sweeny Todd hjá S. Sondheim á íslendsku operuni. Í 2007 hevði hann sáttmála við operuna við leilutum sum Nick Shadow („Rake's Progress“ eftir Stravinsky), Harlekin („Ariadne á Naxos“ eftir Richard Strauss) og Belcore („L'elisir d'amore“ eftir Donizetti), sum hann fekk heiðurs­ prísin „Gríman“ fyri sum ársins sangari 2010. Nú í oktober/november var hann Papageno í „Gandafloytu“ Mozarts á íslendsku operuni. Ágúst Ólafsson hevur havt fjøld av sang- konsertum sam­ an við ymsum orkestrum og orkesturleiðarum – m.a. sum bass­ sangari í oratorium Bachs, Händels Messiasi, Requiem Mozarts eins og í kamartónleiki við smærri ljóm­liðum. Sum lieder-sangari hevur Ágúst vitjað gitin konsertstøð úti í Europa, eitt nú Wigmore Hall í London og Berliner Philharmonie í Týsklandi. Í 2004 vunnu Águst og hansara samstarvari pianisturin Izumi Kawakatsu aðru virðislønina í lieder-kappingini á Hugo Wolf Akademiinum í Wien. Í mai 2010 framførdu Ágúst Ólafsson saman við pianistinum Gerrit Schuil allar tríggjar sangrøðirnar „Schöne Mülle­rin“, „Winterreise“ og „Schwan­en­gesang“ hjá Fr. Schubert á Listar­hátíðini í Reykjavík. Ágúst og G. Schuil vunnu í 2011 tónleikaprís fyri framførslur í Íslandi. UM SOLISTARNAR G. F. Händel