Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. desember 2016 · Nr. 144 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Varðin Pelagic á Tvøroyri, sum byrjaði sítt virksemi á heysti í 2012, hevur higartil í ár keypt umleið 67.000 tons av uppsjóvarfiski, harav ein góður helmingur av nøgdini er makrelur. Restin er sild, svartkjaftur og lodna. Nú føroysku makrel­kvot­ urnar í ár eru uppfiskaðar, metir virkisleiðarin á Varð­ a­num Pelagic, Ólavur Bjark­ hamar, at tað hevur stóran týdning fyri virkini, sum virka uppsjóvarfisk til matna, at Fiskimálaráðið longu beinanvegin í nýggja ár­inum skrivar út ein part av makrelkvotuni í ES-sjógvi fyri 2017. Stóran týdning Longu í fyrstu viku av januar í ár skrivaði Fiskimálaráðið út makrelkvotur, og hetta gjørdi, at arbeiðsfólkið á Varðanum Pelagic kundi arb­ eiða allan januar mánaða. Ólavur Bjarkhamar vísir á, at eisini fyri skipini og manningarnar, sum fiska makrel, hevur tað stóran týd­ning, at menn í góðari tíð vita, hvussu teir best kunnu leggja árið til rættis. - Tað er tí okkara vón, at Fiski­málaráðið aftur í ár fer at skriva út makrelkvotu fyrst í nýggja árinum. Virkisleiðarin vísir á, at verður eingin makrelkvota skrivað út, soleiðis at skipini kunnu fiska í ES-sjógvi í januar, verður eingin mak­ rel­ur fiskaður aftur fyrr enn í august. - Tá fiskurin hevur gýtt, gerst hann rak. Síðan verður hann fullur í æti og bleytur, og tað tekur rúma tíð, til hann aftur er best egnaður til okkara framleiðslu, sigur virkisleiðarin. Betri marknaðir Ólavur Bjarkhamar sigur, at samlaðu nøgdirnar, sum uppsjóvarvirkið á Tvøroyri hevur tikið ímóti higartil í ár, eru nøkulunda á sama støði sum í fjør. - Enn er árið ikki endaliga gjørt upp, men eg haldi, at tað hevur gingið hampiligt. Og tó; alt kann gerast betri. Vit royna alla tíðina at finna betri gjaldandi marknaðir enn russiska marknaðin, har nógv tann størsti parturin er farin í ár. Hann ásannar tó, at russ­ iski marknaðurin hevur verið kærkomin, tá nøgdirnar, sum uppsjóvarvirkini framleiða og selja, eru stórar. Lodna ger mun Øll árini, síðan Varðin Pelagic byrjaði sítt virksemi, hevur virkið keypt lodnu, sum før­ oysk skip eru sloppin at fiska í íslendskum sjógvi í januar og februar. - Í fjør keyptu vit 7.000 tons av lodnu, og í ár var talið 5.000 tons. Lodnukvotan, sum føroysk skip fáa í Ís­ landi, er skiftandi, men vit vóna, at tað aftur í ár fer at eydnast okkum at fáa fatur í nøkrum túsund tonsum av lodnu. Ólavur Bjarkhamar sigur, at eini 30-40 prosent av lodnuni, sum Varðin Pelagic keypti í januar og februar mánaði í ár, fór til Japans - og restin fór til Ruslands. - Øll lodnan varð útflutt til matna, leggur Ólavur Bjark­hamar aftrat. Vilmund Jacobsen Tá freistin at stilla upp til sýslu­for­ mansvalið í Føroya Fiski­manna­ fel­ag var úti hin 5. des­ember, var greitt, at val bara verð­ur í einari sýslu á hesum sinni. Tað er í Sand­ oyar sýslu, har Sniálvur Røv­ils­ berg í Skopun hevur gjørt av at bjóða sitandi for­manni, Tummasi Frank Joensen í Skúvoy, av. Fyri trimum árum síðan vann Tummas Frank Joensen á Sniálvi Røvilsberg, ið annars hevði sessin frammanundan. Í Føroya Fiskimannafelag siga tey, at atkvøðuseðlar í hesum døg­ um verða sendir út til allar limir felagsins í Sandoyar sýslu, og valið fer fram við brævatkvøðu fram til 31. januar 2017. Andrias gevst Eisini í Vága sýslu verður sýslu­ formansskifti, men har verður einki stríðsval. Andrias Berglíð í Sørvági, sum hevur verið sýslu­ formaður síðani 1992, still­ar ikki uppaftur, og Sólberg Ol­sen í Mið­ vági er sum hin ein­asti still­aður upp at taka við sýslu­for­mans­ sess­inum. Sólberg Olsen er tískil longu valdur sýsluformaður fyri Vága sýslu. Í Føroya Fiskimannafelag siga tey, at allir verandi sýsluformenn - undantikið í Sandoynni og Vág­ um - halda fram uttan mótval­evni. Sýsluformenninir eru: Norðoya sýsla (Magnus Pauli Glerfoss), Suð­uroyar sýsla (Sámal Poulsen), Eyst­ur­oyar sýsla (Mortan G. Berja­ stein) og Streymoyar sýsla (Axel Han­sen). Tað eru sýsluformenninir, sum saman við felagsformanninum mynda stjórnina í Føroya Fiski­ manna­felag, og nýggja stjórnin tekur við hin 1. februar 2017. Varðin Pelagic leitar eftir betri prísi fyri fiskavørur - Enn er árið ikki endaliga gjørt upp, men eg haldi, at tað hevur gingið hampiligt. Og tó; alt kann gerast betri. Vit royna alla tíðina at finna betri gjaldandi marknaðir, sigur Ólavur Bjarkhamar, virkisleiðari Sniálvur bjóðar av - og Andrias gevst   Í ár er sýsluformansval í Føroya Fiskimannafelag, men tað er bara í Sandoyar sýslu, at stríðsval verður. Í Vága sýslu verður eisini nýggjur formaður, tí Andrias Berglíð gevst - Tað er okkara vón, at Fiskimálaráðið aftur í ár fer at skriva út makrelkvotu fyrst í nýggja árinum, sigur virkisleiðarin á Varðanum Pelagic, Ólavur Bjarkhamar