týsdagur 13. desember 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. desember 2016 · Nr. 144
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Terji Nielsen
Mánadagin hevði starvsnevndin
í Fótbóltssambandi Føroya fund,
og eit av málunum á skránni
var umsóknin frá feløgunum í
Suðuroynni um at skipa samstarv
um at hava eitt felags lið í vaksna
mannadeildunum komandi kapp
ingarár.
Starvsnevndin samtykti ein
mælt at ganga umsóknini á møti, og
tí restar nú bert góðkenningin frá
eykaaðalfundunum í feløgunum í
oynni.
Avgerðin fell hóskvøldið
Tey trý feløgini í oynni, TB, FC
Suðuroy og Royn, hava skrivað
undir eina samstarvsavtalu fyri
komandi kappingár. Við saman
leggingini hava tey trý feløgini
eitt felagslið í hvørjari av vaksna
mannadeildunum líka úr Effo
deildini niður í 3. Deild. Avtalan,
sum feløgini hava skrivað undir, er
fyribils galdandi fyri royndarárið
2017.
Men
hóast
samstarvsavtala
er undirskrivað felagna millum,
so eru allar súðir ikki syftar enn.
Tí enn restar góðkenningin frá
eykaaðalfundum í einstøku fe
løgunum. Tey trý feløgini hava
avtalað, at tey øll trý hava eyka
aðalfund í annaðkvøld, tað vil siga
hóskvøldið, so tá fellur endaliga
avgerðin.
Tað, sum er altavgerandi fyri
framtíðina hjá samstarvinum, er
at øll trý feløgini í samstarvinum
góðkenna avtaluna. Um so er, at
bara eitt av feløgunum vrakar
avtaluna, so má øll tilgongdin til
samstarvið byrja av nýggjum.
Formaðurin í FC Suðuroy, Julius
Vest Joensen, sigur, at avgerðirnar
á eykaaðalfundinum verða tiknar
við vanligum meiriluta.
Ítróttarligi parturin
Um tað gongur, sum tey flestu
vænta í Suðuroynni, og at sam
starvið verður veruleiki, so er tað
skipanin av tí ítróttarliga partinum,
sum kemur at standa ovast á
breddanum næstu tíðina.
Poul Erik Smedemark, formaður
í TB, sum er felagið, ið eigur
luttøkuloyvið í Effodeildini, hevur
áður sagt við Sosialin, at man
hevur gjørt ávísar fyrireikingar
fram móti kappingarárinum, men
at neyðugt hevur verið at bíða, til
spurningurin um eitt felagslið varð
endaliga avgreiddur.
Eitt nú hevur tað verið frammi,
at man hevur tosað við fyrrverandi
HB-venjaran, Jan Dam, um at taka
sær av besta liðnum, men sum
skilst er hetta nú dottið niðurfyri,
og Jan Dam fer at hava annað venj
arastarv.
Men ein venjari skal so set
ast, og samstundis skal man eis
ini lutfalsliga skjótt hava eitt
nøkunlunda yvirlit yvir hópin til
komandi kappingarár, so tað er eitt
nokk so stórt arbeiði, ið liggur fyri
framman í Suðuroynni.
NÚ ER BARA
EITT STIG EFTIR
Samanleggingin av fótbóltsliðunum í Suðuroynni eru nú næstan komin undir land.
Nú manglar bara góðkenningin frá aðalfundunum hjá einstøku feløgunum
Samanleggingin av fótbóltsliðunum í Suðuroynni er nú so nær sum ongantíð fyrr. Einans eitt
stig er eftir á leiðini – góðkenning frá aðalfundinum hjá feløgunum.
Gott lutakast
hjá U17
Føroysku
U17-dreingirnir,
sum skrivaðu søgu við at
spæla seg víðari úr und
anbólki sínum, fingu í dag
at vita, hvørjum teir skulu
spæla ímóti í sonevndu Elite
Round. Og lutakastið má
sigast at vera gott.
Føroyar komu í bólk 8
saman við Írlandi, Kypros
og Slovakia. Gamaní er talan
um sera sterk mótstøðulið,
men til samanberingar kann
nevnast, at vit kundu til
dømis endað í bólki Spania,
Portugal, sum er verandi U17-
meistari og Grikkalandi, ella
í bólki 5 saman við Hollandi,
Italia og Hvítarusslandi.
Kappingin
verður
av
greidd sum ein kapping, sum
verður avgreidd eftir nøkrum
døgum. Føroyski bólkurin
verður spældur á Kypros í
døgunum frá 15. Til 20. Mars.
TB missir
málmannin
TB má leita sær eftir einum
nýggjum málmanni. Tað er
greitt, nú málmaðurin seinnu
helvt av farna kappingarárið,
Casper Radza, hevur skrivað
sáttmála við Middelfart Bold
klub.
Casper Radza kom til
Tvøroyrar í juli, eftir at hin
málmaður, Joslain Mayebi
úr Kamerun, fór til Afrika í
samband við at pápin doyði.
Stutt eftir varð venjarin
hjá TB, hollendski Robert F.
Roelofsen, uppsagdur, og so
avgjørdi Joslain Mayebi, at
hann ikki kom aftur.
TB fekk fyrst undantaks
loyvi at leiga Pedrag Marko
vic og síðani leigaði felagið
Meinhardt Joensen úr KÍ,
áðrenn Casper Radza kom til
felagið 13. juli.
Spurningurin er so, um
felagið fer at leita sær eftir
nýggjum málverja ella um
onkrir lokalir fáa møguleikan.
Ein upplagdur møguleiki er,
at Kári Jacobsen, sum hevur
vart málið hjá FC Suðuroy
farna kappingarár, verður
nýggjur málmáður, í øllum
førum um suðuroyarfeløgini
leggja saman í eitt felag.