týsdagur 13. desember 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. desember 2016 · Nr. 144
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartans tøkk fyri hjálp og sýnda samkenslu tá
elskaði maður mín, pápi, verfaðir, abbi og langabbi
okkara,
Hans Jacob Magnussen
doyði og varð jarðaður.
Starvsfólkunum á G4 á Landssjúkrahúsinum
takka vit hjartaliga. Bergi Debes Joensen, Sverrra
Steinhólm, kirkjutænarum og sangarum takka vit
eisini hjartaliga. Tøkk tit mongu, sum stukku inn á
gólvið og ringdu, meðan hann lá undir børu. Tøkk
tit, sum vístu so stórt beinasemi í sambandi við
ervið, og hjartans tøkk tit mongu, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Takk fyri
blómur og kransar og fyri gávur til Leguhúsið í
Nesvík.
Vit fara samstundis at ynskja tykkum øllum eini
gleðilig jól.
Familjunnar vegna
Ruth, Kristina, Grækaris, Magnus, Bergur
og Reidunn
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá góði maður
og pápi
Alfred Poulsen
Saltangará
f.08.02.1928 d. 17.09.2016
varð sjúkur og andaðist.
Stóra tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt
rættu eina hjálpandi hond, og takk øll tit, sum
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á
foldum, ongin nevndur, ongin gloymdur.
Somuleiðis ynskja vit ætt, vinum og kenningum
eini gleðilig jól, og eitt av Harranum signað
nýggjár, við tøkk fyri tað brátt farna.
Vegna tey avvarðandi
Andrea og børnini við familju
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, ið stuðlaðu,
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði
maður, pápi, verfaðir, abbi, beiggi, svágur,
versonur, granni og vinur,
John á Líknargøtu
f. 22.10.1955 d. 24.04.2016
andaðist og varð jarðaður.
Vit vilja serliga takka familju, vinum og góða
grannalagnum, ið vitjaðu og vóru um hann í
hansara sváru síðstu tíð og sjúkralegu her á
foldum. Serstøkk tøkk til onkologisku deild á
Landssjúkrahúsinum og onnur, sum hjálptu og
starvaðust á sjúkrahúsunum hesa tíð. Stóra tøkk
til Ova Brim, prest, fyri hjálp og umsorgan, og til
Derard Jógvansson, prest, fyri góð og troystarrík
orð í kapellinum og í kirkjuni. Og tøkk til
orgulspælara, sangarar, kirkjutænarar og gravarar.
Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til á ymiskan hátt
heima á Garðagøtu 1, og við ervinum. Takk fyri
allan mat, baking og alla hjálp, tit sýndu okkum.
Og takk til kirkjukjallaran fyri beinasemi og hjálp.
Takk fyri vakrar blómur, kransar og góð orð. Og
takk fyri allar peningargávurnar til Gøtu kirkju.
Og til síðst skal ljóða ein stór tøkk til tykkum øll,
sum sýndu samkenslu og fylgdu okkara elskaða
John til hansara síðsta hvíldarstað her á fold.
Vit vilja eisini ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt
av Harranum signað nýggjár.
Vegna tey avvarðandi
Ólfríð, Hans Jacob, Jan, Annika og Lea
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi tá kæri maður mín,
pápi, bróðir og svágur, verpápi, abbi og langabbi
okkara
Óli Finnsson
f. 25.06.1930 d. 03.09.2016
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum fyri
góða røkt og umsorgan.
Tøkk til Sverra Steinhólm og Hilmar Jan Hansen,
og øll tykkum, sum møttu upp í kapellinum.
Tøkk til Jónsvein Bech, kirkjutænarar, sangarar,
berarar og sang frá Kristianu Finnsson og
mansbólkinum frá Missiónshúsinum, ið settu sín
vakra dám á hátíðarligu løtuna í kirkjuni.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir, peningagávur
til Glyvra kirkju og Missiónshúsið.
Tøkk til øll, sum vitjaðu, bakaðu og hjálptu til við
ervinum, og sum við opnum hjørtum og fjálgum
hondum hava verið um okkum í hesi sváru tíð.
Tøkk til øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldastað.
Somuleiðis ynskja vit øllum eini gleðilig jól, og
Harrans signing í komandi tíðum.
Heilsan við 1.Tess.br. 4:13-18.
Familjunnar vegna
Johild, Annika, Elmar og Kári, Jóhannes, Judith
og Jónsvein
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll,
sum á ymiskan hátt gleddu
okkum á krúndiamantbrúd
leypsdegnum 20. mai 2016.
Við ynski um eini gleðilig jól
og Harrans signað nýggjár.
Kærar heilsanir
Esther og Eivind Petersen
eblaðið
sos.fo