Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 16. desember 2016 Meintu teir nakað við tað, so høvdu teir langt síðani býtt Kringvarpið sund­ur Tað kann tykjast heldur møðsamt støð­ugt at hoyra summar politikarar gremja seg um, at Kringvarpið átti at verið býtt sundur í tvær redaktiónir. Serliga møðsamt er tað at hoyra menn sum Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø gremja seg um tað. Tað var júst Jógvan á Lakj­uni, sum í óð­um verkum klaskaði stovn­ar­nar Útvarp Før­oya og Sjónvarp Føroya saman í ein og sama miðil fyri meira 10 árum síðani. Sam­bært honum sjálvum illa umhugsað og skeiv avgerðin – men ta avgerðina kundi hann broytt, um hann meinti tað. Men hann gjørdi einki fyri at tryggja, at hetta ikki skuldi ávirka tíðindaflutningin. Aðrar ráðfrúur og ráðharrar hava sitið í Mentamálaráðnum síðani. Men felags fyri øll er, at einki er hent á økinum. Tann sein­asti var Bjørn Kalsø, sum heldur einki broytti av týdningi – og sum heldur ikki fekk gjørt ein nýggjan public service sátt­ mála. Síðani Jógvan á Lakjuni klaskaði stovn­ ar­nar saman, hevur Kring­varp­ið silgt sín egna sjógv – til í ár, tá stovnurin fekk mun­ andi tryggari fíggjarligt grundarlag. Kringvarpið hevur verið illa hartað, og stovn­urin hevur verið niðurpíndur, tí hann ikki hevur fingið tær ræsur, sum hann átti at havt. Gamaní hevur handalagið inn­an­ hýs­is í Kringvarpinum hesi árini ikki altíð ver­ið heppið, men politiska stýringin hevur sum heild verið út av lagi vánalig. Tað kann væl vera, at Kringvarpið kann keypa sær tænastur frá privatum veit­ ar­um – ella útveita onkrar public service upp­gáv­ur. Men tað broytir ikki tað mest grund­leggj­andi av øllum, at vit skulu hava eitt gott og trygt kringvarp. Alt annað er utt­ an­um­tos – og besta prógvið um, at tað bara er snikk-snakk er júst tað, at hvørki Jógvan á Lakj­uni, Bill Justinussen ella Bjørn Kalsø rættu hond frá síðu at broyta nakað, tá teir høvdu alt valdið yvir Kringvarpinum. Tað er gott, at tað aftur verður gjørdur ein public service sáttmáli. Men hann skal fylgj­ast upp, og hann skal kritiserast og hann skal til­lagast alla tíðina. Kringvarpið er ein ment­an­arligur tænastustovnur, sum vit øll skulu njóta gott av og sum skal stimbra dem­o­krat­isku súlurnar undir samfelagnum. Hetta seinasta árið hevur stórur fólkavøkstur verið í Føroyum. Men ein uppgerð, Hagstovan hevur gjørt, vísir, at tað er serliga til Havnar, at fólkið streymar. Hagstovan sigur, at hetta seinasta árið er fólkatalið í Føroyum vaksið 743 fólk. Men bæði í tali, og í prosentum, er nógv størsti vøksturin í Havnini, tí har er fólkatalið vaksið 387, ella 2,1 prosent. Hetta er 52 prosent av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Men í Tórshavnar Kommunu sum heild, er fólka­tal­ið vaksið 412 fólk, og tað eru 55 pro­sent av øllum fólka­vøkstr­inum. Í tali hevur næststørsti fólkavøksturin verið í Eysturoynni, har tað nú eru 138 fólk fleiri nú, enn fyri einum ári síðani. Tað er ein vøkstur upp á 1,4 prosent, og nakað tað sama er fólkatalið vøkstur heur verið í Vágum og í Norðoyggjum, vaksið. Í Sandoy var vøksturin minni, tí har hevur hann verið 1,2 prosent. Og minst er fólkatalið hækkað í Suðuroy, har tað er vaksið 0,6 prosent. – Men tað eru bert fáir mánaðir síðani at gongdin vendi frá eini minking til ein vøkstur, og sum nú tykist at halda sær, sigur Hagstovan. Annars er fólkatalið vaksið í 21 kommunum, men í hinum kommununum stendur tað antin í stað, ella er tað minkað eitt vet. Snikk snakk um public service Helvtin er í Havn Fólkavøkstur Les eisini blaðið á telefonini Eysturoyartunnil: Nú kemur hol á Tema síða 11 Føroyar valdu Ronaldo Ítróttur síða 30-31 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Fiskimálaráðharrin er kærdur til landsstýrismálanevndina Tað er Meginfelag Útróðramanna, sum hevur sent eina kæru um landsstýrismannin við fiski­ vinnu­málum til landsstýrismálanevndina. Kært verður um: 1. Brot á § 22, stk. 41 lógini um vinnuligan fiski­skap um serstaka upplýsingingarskyldu í sambandi við ásetan av fiskidøgum/fiski­ rætt­indum 2. Óviðkomandi og ófullfíggjaða eftir­ kann­an av heimildargrundarlagnum fyri í­verk­setan av átøkum og diskriminerandi inn­trivum 3. Villleiðing av løgtinginum Samanumtikið skrivar Meginfelagið og for­maðurin, Absalon í Buð, at Fiskimálaráðið er evsti fyrisitingarmyndugleiki og hevur tí vitan, førleika og royndir, ið eigur at geva ting­fólkum grund fyri at halda, at mál haðani eru fyrireikað á slíkan hátt, at tey eru búgvin at viðgera. Eitt nú eiga tingfólk at kunna ganga út frá, at heimildirnar fyri tí, ið skotið verður upp, eru í lagi. Við at lata tinginum málið partvís uttan at upplýsa tingið við øllum skjølum, sum eru til taks í málinum, og partvís – at síggja til – uttan at hava viðgjørt heimildargrundarlagið fyri teimum átøkum, ið skotin verða upp, so hevur landsstýrismaðurin tilvitað ella ótilvitað villeitt Løgtingið. Tað er tí uppfatanin hjá MÚ, at tingfólk í roynd og veru hava viðgjørt og atkvøtt í blindum í hesum máli. Grundað á omanfyristandandi verður heitt á Landstýrismálanevndina um at taka málið upp sambært teimum heimildum, ið nevndin hevur. Tey kæra Høgna Hoydal