hósdagur 15. desember 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 145
23
MENNIRNIR
NA HOYDAL
Absalon í Buð er formaður
í Meginfelagnum og tað
er hann sum hevur sent
landsstýrismálanevndini
kæruna.
Trupulleikin við hesum er, at
Havstovan sambært skal fyrihalda
seg til lívfrøðilig og ikki rættarlig
viðurskifti og er sum so frítt still
að at tilmæla: - fiskidagar komandi
fiskiárið og - hvussu fiskiskapurin
skal skipast komandi fiskiárið.
Tað framgongur beinleiðis av
§ 22, stk. 2, í lógini at “Broytingar
í fiskidagatalinum skulu m.a. vera
grundaðar á metingar um, hvat
fiskidagatal fyri hvønn høvuðs
bólk av fiskiførum best tryggjar, at
fiskastovnarnir verða gagnnýttir
burðardygt”
Meginfelag Útróðramanna
staðfestir í kæruni., at lógarupp
skotið um fiskidagar, sum lands
stýrismaðurin hesa ferð legði fyri
Løgtingið, í roynd og veru er ein
kollvelting av verandi lóggávu og
rættindaviðurskiftum í henni.
Meginfelagið skrivar at :
- yvirskipaða lutfalsliga at
gongdin til føroyska botnfiskatil
feingið verður forskotin til fyri
muns fyri ávísan bólk av feløgum
(eigarum av ávísum fiskiførum og
at hettar verður gjørt uttanum § 28
- eitt nýtt hugtak um “burðar
dygga hjáveiðu” av hóttum høvuðs
fiskasløgum verður knæsett, men
at hettar bert er galdandi fyri
ávísar bólkar av feløgum
- ein nýggj skipan (sokallaða
buffaraskipanin, § 29, stk. 11- 14) –
sum bert er galdandi fyri avísar
bólkar av feløgum – verður knæsett
- eitt nýtt og í lógini ógreinað
hugtak (’luft í skipanini’) verður
sett í verk og brúkt sum grundar
lag og amboð fyri frátøku av bólka
rættindum (§ 28) og individuellum
rættindum (§ 29), men at hettar
bert er galdandi fyri feløg, sum
varða av fiskiførum í bólkunum 3,
4 og 5 - bert tey feløg, sum varða
av fiskiførum í bólkunum 3, 4 og 5,
gjalda prísin fyri endirreisnina av
toska- og hýsustovnunum
- tey feløg, sum í mestan mun
hava gjørt nýtslu av tí møguleika,
sum fiskidagaskipan stuðlar
uppundir, nevniliga at umseta
atgongdina til tosk/hýsu (innara
leið) við atgongd til annað tilfeingi
á ytru leið, í roynd og veru verða
harðast rakt av lógaruppskotinum
- lóggivið verður afturvirkandi
ella við tí, sum kann síðustillast
við afturvirkandi, uttan at feløg
hava havt møguliga at tillaga sítt
virksemi.
Meginfelag Útróðramanna und
irstrikar í kæruni, at ein grund
leggjandi fyritreyt fyri íverksetan
av átøkum úr einum tilmæli inn í
verandi lóggávu má sum minsta
mark vera, at áttøkini eru lóglig og
sambærilig við verandi lóggávu.
Fiskimálaráðið er evsti fyri
sitingarmyndugleiki og hevur tí
vitan, førleika og royndir, ið eigur
at geva tingfólkum grund fyri at
halda, at mál haðani eru fyrireikað
á slíkan hátt, at tey eru búgvin at
viðgera.
Eitt nú eiga tingfólk at kunna
ganga út frá, at heimildirnar fyri
tí, ið skotið verður upp, eru í lagi.
Við at lata tinginum málið
partvís uttan at upplýsa tingið við
øllum skjølum, sum eru til taks
í málinum, og partvís – at síggja
til – uttan at hava viðgjørt heim
ildargrundarlagið fyri teimum
átøkum, ið skotin verða upp, so
hevur landsstýrismaðurin tilvitað
ella ótilvitað villeitt Løgtingið.
Tað er tí uppfatanin hjá MÚ,
at tingfólk í roynd og veru hava
viðgjørt og atkvøtt í blindum í
hesum máli.
Landsstýrismálanevndin skal
nú taka støðu til, hvat hon ger við
kæruna frá Meginfelag Útróðra
manna.