mánadagur 19. desember 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146
MÁNADAGSBLAÐIÐ
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Eirikur Lindenskov
Redaktiónin
red@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tekniska deild
t@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
– Vit miða eftir at lata hand
ilin uppaftur mikudagin 28.
desember.
Tað sigur Niels Morten
sen, stjóri í SMS, sum eigur
Bónushandlarnar.
Tað var týsdkvøldið 6.
desember, at eldur kom í
matvøruhandilin Bónus í
Hoyvík. Brandskaðin var
serliga stórur á goymsluni.
Millum annað skulu fleiri
frystarar skiftast út, og
partar av útveggunum skulu
eisini skiftast. Men í sjálvum
handlinum var talan um
roykskaða, sum tó eisini er
sera umfatandi. Fólk eru
komin niðrifrá, sum eru
serkøn í at reinsa roykluktin
burtur. Nógvar vørur eru
koyrdar burtur, aðrar verða
vaskaðar.
Skaðin er ikki heilt upp
gjørdur enn, men mett verð
ur, at talan er um einar 5-7
milliónir krónur.
Niels Mortensen sigur,
at tey vilja sjálvandi lata
upp
sum
skjótast,
men
tey fáa ikki latið upp, fyrr
enn
handilin
er
klárur.
Goymslan verður ikki klár
enn á sinni, tí har skal stórt
umvælingararbeiði
ger
ast, men so má handilin
bara klára seg við minni
goymslu eina tíð, sigur Niels
Mortensen.
Enn er tað ikki heilt greitt,
men sum málið er í dag, so
verður latið upp mikudagin
28. desember, sigur Niels
Mortensen.
Fá munnu ivast í, at tað verður borg
arstjóraskifti í høvuðsstaðnum,
hóast borgarstjórin seianstu 12 árini
hevur roynt ymiskt, soleiðis, at tað
ikki verður júst tann meiriluti, sum
fær valdið, ið boðað varð frá, eftir
at Fólkaflokkurin hevði brotið av
taluna við Javnaðarflokkin og Sam
bandsflokkin, sum var gjørd val
náttina 9. november um trítíðina.
Heðin Mortensen viðurkennur
nú, at hansara tíð sum borgarstjóri
er farin, og tí bjóðaði hann – sam
bært in.fo fríggjadagin – Gunvør
Balle á fund at tosa um samgongu,
har hon kundi gerast borgarstjóri.
Men tað vil Gunvør Balle ikki.
Hon segði við útvarpið í gjár, at
hon tók ikki tilboðið frá Heðini
Mortensen fyri fult. Hon heldur, at
tað hjá honum bara snýr seg um at
gera teimum fortreð, sum nú hava
undirskrivað samstarvsavtalu um
nýggja býráðsleiðslu í Havn.
Og tað kann væl vera, at hon
hevur rætt. Helst hevði tað skalað
trúvirði hjá Tjóðveldi, um tey
runnu frá eini undirskrivaðari av
talu. Men hinvegin, so eru tað so
mong onnur, sum hava gjørt tað,
so spurningurin er, hví tað skuldi
skalað Tjóðveldi meira enn Fólka
flokkin ella Sambandsflokkin ella
Javnaðarflokkin.
Men tað stendur helst rímuliga
greitt, at Tjóðveldi stendur við ta
avtalu, sum flokkurin gjørdi við
Fólkaflokkin og Framsókn dagin
eftir valið. Einki er sum bendir á,
at flokkurin ætlar at víkja frá teirri
avtaluni, hóast flokkurin helst
hevur seriøsan møguleika at fáa
borgarstjóran í eini breiðari sam
gongu millum 11 býráðslimir.
Eingin kann siga Anniku Olsen
ringa fyri at taka av tilboðnum at
fáa borgarstjórasessin. Tað er tað
størsta, sum kann henda, um tú
ætlar tær ávirkan á Tórshavnar
býráð.
Tað er ikki ókent, at býráðs
politikarar takka nei til kjansin at
stjóran býnum. Tá Poul Michelsen
tók av tilboðnum í 1980, merkti tað,
hann fór at gera Fólkaflokkin til
størsta flokk í Havn – og tað við
lít. Fólkaflokkurin fekk skjótt 5
býráðslimir. Ta ferðina fekk Javn
aðarflokkurin borgarstjórasessin
í boði við tveimum býráðslimum.
Men flokkurin tók ikki av. Tað
skuldu ganga 24 ár til tan møgu
leikin kom aftur.
Bæði Sambandsflokkurin og
Tjóðveldi hava síðani tá vaksið
seg seg stórar av hesi uppgávu,
og nú liggur tann luturin í hond
um Anniku Olsen. Hon hevur
gylta møguleikan at bjarga Fólka
flokkinum í Havn – og tað fer eisini
at ávirka flokkin í løgtinginum.
Sjálvandi tekur hon av gylta
møguleikanum.
Borgarstjórasessurin
gevur størsta møguleika
at fáa ávirkan
AVGERÐIN ER TIKIN
Bónus letur upp
aftur 28. desember
Stormur
jólaaftan
Fekk
jólapakkan
hjá ver
móðurini
UMRØÐA
SÍÐA 8
Tá
búrfiskur
gav metsølu
TÍÐINDI SÍÐA 9
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Færri fólk koyra ávirkað, og færri ferðsluóhapp eru
orsaka av rúsdrekka, eftir at promillumarkið var lækkað
Fleiri djúp lágtrýst yvir Atlantshavinum fara í ein
útsynning móti Íslandi komandi dagarnar. Tilhoyrandi
brúgvaløg við regni og vindi koma í løtum fram við
Føroyum av útsynningi og vestri.
Tollaksmessudag
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 18
m/s, sum lækkar í ein útsynning og sunnan og øtlar í skrið
ella storm, 18 til 23 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður.
Hitin millum 5 og 9 stig.
Jólaaftan
Stormur til hvassan storm av útsynningi og vestri, 20
til 25 m/s, men sum frá líður makar hann vindin í stívt
andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og
ælaveður og hitin millum 5 og 9 stig.