Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 51 • 19. DESEMBER 2016 4 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ HEILDARVEITARI KÓKIPLÁTA IQWF 80 Induktión (3.700 W med power booster) Fingra touch BxHxD: 75x49x47 cm KÓKIPLÁTA EIP 60 Induktión Fingra touch BxHxD: 56x60x56 cm INNBYGNINGSOVNUR ECO 012 NG Svartur, fingra touch 11 baki- og steiki programmir, 67 litrar BxHxD: 56x60x56 cm Orkuflokkur A 11.699,- SPAR 6300,- 2899,- SPAR 2800,- 4999,- SPAR 4000,- HVÍTVØRUR Á samkomu í Svimjihøllini í Gunda­dali í fríggjamorgunin varð alment avdúkað, at Selmar Nielsen Arkitektar hava vunnið hug­skotskappingina um at byggja ein 50 metra svimji­hyl upp í svimjihøllina í Gunda­dali. Trý ráðgevaratoymi hava verið við í hugskotskappingini, har tey hava havt høvi til at geva eitt skikkað boð upp á eina høll til ein komandi langhyl. Tey trý toymini eru hesi: Firvaldar við Ósbirni Jakobsen arkitekti SNA Arkitektar Árni Winther Arkitektar Tað var á heysti í ár, at Tórshavnar komm­una bjóðaði til hugskotskapping um langhyl í Gundadali. Trý ráð­ gevara­toymi vóru undangóðkend at luttaka og fóru í gongd 22. august 2016. Hugskotini vórðu latin inn 23. november 2016. Hugskotskappingin byggir á byggi­ skránna fyri langhylin, ið Tórshavnar býráð samtykti 16. juni 2016. Byggiskráin lýsir neyðugar for­ treytir fyri langhylinum sum kapp­ ingar­hylur og vanligur svimjihylur, ynskir um, hvussu nýggi hylurin skal samanbyggjast við verandi svimjihøll, umframt tey teknisku viðurskiftini í sambandi við bygging av langhylinum, sum fer at vera karmur um svimjing, bæði fyri úrvalsíðkarar og vanliga borgaran, og soleiðis at høllin kann stuðla og framhaldandi menna tað virkna og fjøltáttaða felags- og frí­ tíðarvirksemið, sum er í kommununi. Í dómsnevndini, sum eisini er byggi­n­evndin, sita: Elin Lindenskov, býráðslimur, forkvinna Birita Wardum, býararkitektur Mikael Viderø, tekniskur stjóri Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari Brynhild Setberg, fíggjarfulltrúi Umframt ráðgevar hjá bygginevndini, sum eru: Eyðun Húsgarð, umboð fyri Havnar Svimjifelag Gunnar Streymoy, leiðari í Svimjihøllini í Gundadali Dómsnevndin sigur soleiðis í úrskurðinum: – Uppskotið er besta svarið upp á kappingina. Ein langhylur, sum við ein­um tilvitaðum bygningskroppi og samleika fellur væl inn í lendið og verandi svimjihøll. Góða skipanin og innrættingin av virkseminum gevur virkseminum dagsljós, tó uttan at blenda og ávirka virksemið neiliga, umframt at brúkarin fær nøktandi út­ sýni til grannalagið/náttúruna. Hugskotið arbeiðir greitt og til­ vitað við bygningskroppinum, sum dómsnevndin metir vera tað hug­ skotið, sum á bestan hátt leggur seg afturat verandi bygningi. Harafturat arbeiðir hetta hugskotið við verandi lendi sum partur av innandura upp­ livingini, sum dómsnevndini dámar serstakliga væl. Uppskotið smæðist ikki burtur, men á ein háfloygdan, einfaldan og næstan listarligan hátt leggur reini bygningskroppurin seg í lendið mill­ um tvær betongskivur, sum skapa bygningskroppin við sermerkta tak­ inum. Tað tykist, sum at arbeitt hev­ur verið miðvíst við sniðinum á takinum, soleiðis at rætt og nøkt­andi ljós verður latið inn í høllina. Bygn­ ingskroppurin torir at vera sín egin, men velur samstundis eisini at mima verandi svimjihøll. Dómsnevndin metir, at uppskotið ger vart við seg í grannalagnum, tó uttan at taka nakað frá øðrum bygn­ ingum í nærumhvørvinum. Yvirskipaða planloysnin er væl loyst í mun til verandi svimjihøll, um­ framt at arbeitt hevur verið við at staðseta fleiri inngongdir, soleiðis at langhylurin og verandi svimjihøll kunnu nýtast hvør sær og ótarnað av hvørjum øðrum. Dómsnevndin metir hesa avgerðina at vera væleydnaða og sera hóskandi at hava møguleikan til. Tætta sambandið millum verandi og nýggju høllina er væl loyst við eyg­ leiðararúmi millum hallirnar. Yvirskipað arbeiðir uppskotið sann­førandi við at lúka treytirnar í byggiskránni, tó er ynskiligt, at fer­ metrarnir verða eftirhugdir og opti­ meraðir. Serliga verður hugsað um ovaru hæddina, umframt turrøkið kring hylin, sum helst skal kunna hýsa flytiligum áskoðaraplássum til kapp­ ingar. Uppskotið greiðir á ein sannførandi hátt, hvussu berandi konstruktiónin verður uppbygd. Dómsnevndin sær fyri sær, at framferðarhátturin og kendi byggistílurin koma væl við hjá før­oysku byggifyritøkunum. Dómsnevndin fegnast um tað einfalda og stílreina úttrykkið, sum er lætt skilligt í tilfarinum og á ein sannførandi hátt verður víst á tekn­ ingunum. Dómsnevndin metir tað vera týdningarmikið, at hetta eisini sæst aftur í endaligu byggingini. Ætlanin er, at nýggi hylurin, sum skal byggjast upp í 34 ára gomlu svimjihøllina í Gundadali, skal standa liðugur í 2019-20. Kostnaðurin verður mettur til millum 80 og 100 milliónir krónur. Nú fær Havnin sín 50 metra svimjihyl Selmar Nielsen Arkitektar vunnu hugskotskappingina um langhylin í Havn Arkitektavirkið SNA vann hugskotskappingina. Her handar Elin Lindenskov, forkvinna í bygginevndini, Selmari Nielsen frá SNA blómutyssi