Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 51 • 19. DESEMBER 2016 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Kári við Rættará, grafikari STÓLURIN Í STÓLINUM HESA VIKUA LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ TRIMUM ORÐUM: Tvørur, pliktuppfyllandi og egin HVAT MERKI ER TELEFON TÍN? SONY EXPERIA HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR­ FRÍTÍÐARUPPLIVING? Á Mallorka í 1977 HVAT ORÐ ELLA HVØNN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? Onki problem! HVØRJUM HYGGUR TÚ AT HJÁ HINUM KYNINUM? Heildini HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG? At arbeiða saman við jaligum fólkum HVAT STRESSAR TEG? Deadline HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR? Turrur fiskur og turrsaltað spik HVAT GLEÐIR TEG? Tá tað gongst børnunum væl HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ, SUM TÚ FEKST UPPFYLT? At verða giftur aftur við fittari konu HVAR ARBEIÐIR TÚ? Í Miðlahúsinum og sum sjálvstøðugur HVØRJUM TÓNLEIKI LURTAR TÚ EFTIR? Country HVAT ER BESTA UPP­ FINNINGIN OG HVÍ? Teldan HVAT ER BESTA ÍLØGAN TÚ HEVUR GJØRT? Mítt deiliga hús, sum eg havi umvælt HVAT ER TÍTT BESTA HEIMARÁÐ? Ikki útseta tað, tú kanst gera í dag HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR? Eg havi ein hund og tvær kettur. Hundurin eitur Baloo og ketturnar Garfield og Hulda HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN EINA MILLIÓN? Goldið skuldina niður HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN TÍGGJU MILLIÓNIR? Goldið skuldina og givið mínum nærmastu burturav HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ FØROYUM OG HVÍ? Lítil kriminalitetur, friðarligt og hampuligt veðurlag HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR? Vónandi nøkulunda sama stað. Havi framvegis mítt egna virki, sum fer at koyra væl Lat ikki sólina seta yvir tína vreiði Ikki útseta tað tú kanst gera í dag