mánadagur 19. desember 2016síða 50
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 51 • 19. DESEMBER 2016
2
Á Jobmatch kanst tú skapa tær eitt
týðandi netverk, sum ger tað lættari
at hjá tær at finna eitt hóskandi starv,
tí tú kennir fyritøkuna og fólkini, ið
starvast har.
Eisini er hetta netverkið týdningar
mikið, um tú eitt nú skalt undir at
skriva høvuðsuppgávu ella ynskir at
koma í starvsvenjing hjá føroyskari
fyritøku, stovni ella kommunu.
Jobmatch er harafturat ein góður
møguleiki at kunna seg um føroyska
arbeiðsmarknaðin, og samstundis
gera vart við seg í mun til framtíðar
arbeiðsgevarar.
Breiðari luttakarafjøld
Aftur í ár er metstórur áhugi hjá arb
eiðsgevarum at luttaka á Jobmatch,
og starvsstevnan er fullteknað við 45
luttakarum, sum ynskja at koma á tal
við føroyingar – bæði herbúgvandi og
útisetar.
Jobmatch varð fyrstu ferð fyriskip
að í 2008, og endamálið er framvegis
at skapa og viðlíkahalda samband
millum føroyska arbeiðsmarknaðin
og lesandi, nýútbúgvin og útisetar
sum heild.
Í fjør bleiv málbólkurin víðkaður til
eisini at fevna um fólk við royndum á
arbeiðsmarknaðinum, t.v.s. fólk, sum
eru í starvi, men eru áhugað í at kunna
seg um nýggjar starvsmøguleikar, og
harumframt eru eisini fyritøkur við,
sum sóknast eftir fólki við royndum
innan handverkarayrkið.
Bílegg eitt JobPrát og
tryggja tær talutíð
Fyri at tryggja tær talutíð hjá teimum
fyritøkum og stovnum, tú ynskir at
koma í samband við, er møguligt at
bíleggja eitt JobPrát framman undan
starvsstevnuni.
Eitt JobPrát er ein óbindandi styttri
samrøða á umleið 10-15 minuttir,
har tú fært høvið til at kunna teg um
arbeiðsgevaran og greiða frá um teg
sjálvan. Tað er als ikki nøkur treyt
at bíleggja JobPrát fyri at luttaka á
Jobmatch, bert ein møguleiki.
Vanliga vitja um 400 fólk í Norð
urlandahúsinum, tá Jobmatch er.
Harvið kann tað í løtum tykjast
trupult at koma á tal við onkrar av
luttakarunum, men henda trupulleika
hevur tú sjálvsagt ikki, um tú hevur
bílagt JobPrát.
Leyp bíðirøðina um
Øll, ið vitja Jobmatch, verða biðin um
at skráseta seg, tá tey koma, so til ber
at eftirmeta starvsstevnuna og betra
um tiltakið.
Skrásetingin hevur áður ført við
sær, at ein ávís bíðitíð hevur verið við
inngongdina.
Hesari bíðirøð kann ein sleppa
undan við at skráseta seg á heima
síðuni áðrenn Jobmatch.
Harvið liggur navnamerkið klárt við
úthurðina, tá tú kemur á Jobmatch,
og tú kanst leypa køðina um og fara
beinleiðis inn at hitta luttakararnar.
Jobmatch.fo í nýggjum hami
Fyriskipararnir av Jobmatch royna at
betra um tiltakið á hvørjum ári.
Í ár varð orkan løgd í at gera
nýggja snøgga heimasíðu, sum ger
tað meiri ómakaleyst at kunna seg
um luttakandi fyritøkur, stovnar og
kommunur. Á nýggju heimasíðuni
er tað harumframt vorði lættari at
“matcha” egnar førleikar við tað, sum
luttakararnir sóknast. Harafturat er
lætt at fáa eitt yvirlit yvir leys størv,
verkætlanarevnir og luttakarar, sum
ynskja at fáa fólk í starvsvenjing.
Líka síðan byrjan hevur tað verði
avgerandi fyri Jobmatch starvs
stevnuna, at tað hava verið stuðlar,
sum ynskja at tiltakið skal vera á
hvørjum ári. Tórshavnar kommuna
og Bakkafrost eru aftur í ár høv
uðussponsorar, og harumframt er
ein stýrisbólkur við umboðum fyri
Tórshavnar kommunu, Vinnuhúsið,
MFS og ASK v/Fróðskaparsetur Før
oya.
Tað er ráðgevingarfelagið Syn
tesa, sum stendur fyri praktisku fyri
reikingunum og prosjektleiðsluni av
tiltakinum.
Vælkomin!
Hósdagin 29. desember standa 45 føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur til reiðar
at møta tær á Jobmatch, sum aftur í ár verður hildið í Norðurlandahúsinum.
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Jobmatch blaðið 2015
Lýsingarblað frá Miðlahúsinum
Fyrskipari: Syntesa
Tekstur: Danjal av Rana
Umbróting: Sosialurin
Lysingar: Birgir Waag Høgnesen