mánadagur 19. desember 2016síða 56
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 51 • 19. DESEMBER 2016
8
Ger eina langtíðar íløgu
Byrja tíðliga í lestrartíðini at seta teg í samband við hugsandi arbeiðsgevarar. Tað gevur tær ein fyrimun,
tá tú skalt søkja starv eftir loknan lesnað, heldur Holger Arnbjerg, leiðari á Altjóða Skrivstovuni.s
Í ár verður fimta árið, at Jobmatch
verður hildið í Føroyum. Tvey tey fyrstu
árini var tað hildið í Keypmannahavn,
men Holger Arnbjerg, leiðari á Altjóða
Skrivstovuni, strongdi á, saman við
øðrum, fyri at flyta tiltakið til Føroya.
Hann heldur, at tað var heilt røtt
avgerð at flyta Jobmatch til Føroya.
– Nú er tað ikki bara føroyingar í
Keypmannahavn og økinum rundan
um, sum fáa gleði av Jobmatch, men
eisini øll tey lesandi, sum ikki búgva í
Keypmannahavn, men eisini í Føroyum
og øðrum londum, sigur hann.
Onkuntíð hevur verið prát um at
hava stevnuna okkurt annað tíðs
punkt, men Holger Arnbjerg heldur,
at hetta kortini er besta tíðin.
– Tað er keðiligt hjá onkrum
fyritøkum, at stevnan liggur mest sum
mitt í jólafrítíðini, men fyri tey lesandi
og arbeiðssøkjandi er hetta allarhelst
besta tíðspunktið, tí tað eru so nógv
teirra í Føroyum, greiðir hann frá.
Seinastu árini er Jobmatch víðkað
til at líkjast eini meiri vanligari Job
match-stevnu. Nú er hon ikki longur
einans fyri nýútbugvin ella tey, sum
eru undir útbúgving, men eisini fyri
bæði arbeiðsleys og tey, sum kundu
hugsa sær eitt annað arbeiði. Holger
Arnbjerg heldur, at víðkanin og
endurnýggjanin av málbólkinum hevur
eydnast væl.
– Eg haldi eisini fyritøkurnar er
væl nøgdar við broytingina. Nú koma
tær ikki bara í samband við lesandi,
sum kunnu skriva onkra uppgávu ella
nýúbtúgvin, men eisini fyri fólk, sum
hava starv í Føroyum ella útlandinum
og sum kundu hugsa sær at broytt
kós, sigur hann.
Áhugin fyri Jobmatch er støðugt
vaksandi og í ár eru metnógvar fyri
tøkur, sum hava meldað seg til.
– Umframt at hetta er eitt gott høvi
hjá lesandi at hitta arbeiðsgevarar,
so er hetta samstundis eitt gott
høvi hjá fyritøkum at hitta komandi
arbeiðstakarar. Her er møguleikin
at økja um kunnskapin um hvønn
annan. Luttakararnir fáa møguleikan
til eitt óformelt, men álvarsamt
prát um, hvørjir starvsmøguleikarnir
eru. Samstundis fáa fyritøkurnar
møguleikan at hitta væl útbúgvin fólk
og kanska bróta nakrar fordómar um
tey. Tey fáa møguleikan at fortelja,
hvat tey hava lært og duga. Tað er
eingin loyna, at ofta er lætt at villast
í heitunum á nýggju fakunum og
útbúgvingunum. Tá kann eitt prát
svara nógvum spurningum, sigur
hann.
Seinastu tvey árini hevur Jobmatch
verið hildið í Norðurlandahúsinum
og eisini hesa broytingina er Holger
Arnbjerg væl nøgdur við.
– Vit eru sera glað fyri Norður
landahúsið og tað haldi eg, at bæði
luttakarar og fyritøkur eru eisini.
Norðurlandahúsið er sera væl egnað.
Her er møguleiki at hava góðar básar
í teimum stóru hølunum, eins og at
fyritøkurnar kunnu halda styttri 15
minuttirs framløgur í minni hølunum,
sigur hann.
Holger Arnbjerg eggjar øllum
lesandi at leggja leiðina fram við
Jobmatch. Hann sigur, at kanningar
vísa, at jú fyrr ein byrjar at hugsa um
lívið eftir lestrartíðina, jú størri er
møguleikin at fáa eitt starv.
– Hetta er ein langtíðaríløga, bæði
fyri fyritøkurnar og tey lesandi. Onkrar
av fyritøkunum hava eingi leys størv
júst nú, men kunnu greiða frá, hvønn
tørv tey fara at hava í framtíðini.
Kanningar vísa eisini, at tey, sum
byrja longu undir bachelorlesnaðin at
hugsa um, hvat tey skulu gera aftan á
loknan lesnað, hava størri møguleika
at fáa eitt starv, enn tey, sum ikki
líta frameftir, fyrr enn tey hava havt
kandidatveitsluna, sigur hann.
– Við at vera tíðliga úti um seg,
kann tann lesandi hjálpa fyritøkuni
við at skriva ávísar uppgávur og
varpa ljós á ávís mál, eins og hann
kann hava í huga, tá hann velur fak
og annað, hvat tænir honum best á
arbeiðsmarknaðinum, sigur hann.
Hann mælir eisini til, serliga móti
endanum av lesnaðinum, at fólk
umhugsa at fáa sær arbeiðsrelevant
studiustørv.
– Vit trúgva eisini, at saman við
øðrum átøkum, eigur Jobmatch sín
part av æruni fyri tann støðuga
fólkavøkstur, sum hevur verið í Før
oyum seinastu árini, sigur Holger
Arnbjerg.