mánadagur 19. desember 2016síða 59
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 51 • 19. DESEMBER 2016
11
Almannaverkið
www.av.fo, tlf 360000
Almannaverkið er skipað í deplarnar Viðskiftadepilin,
Trivnaðardepilin fyri sálarsjúku, autismu og barnavernd og
Trivnaðardepilin fyri menningartarn og onnur brek.
Arbeiðsøki: Skrivstovuumsiting, málsviðgerð, sosialráðgevar,
roknskaparkøn, lógarkøn og onnur við viðkomandi útbúgvingum
innan sosiala landsumsiting.
Almannaverkið er á bási 11 í Klingruni
Apoteksverkið
www.apotek.fo
Endamálið hjá apoteksverkinum er at útvega og framleiða
heilivág og heilsufremjandi vørur til føroyska samfelagið og til
útflutnings.
Arbeiðsøki: Farmaseutar, farmakonomar,
farmakonomnæmingar, laborantar, verkfrøðingar,
skrivsstovufólk og hjálparfólk.
Apotekið er á bási 8 í Klingruni.
Arbeiðsloysisskipanin
www.als.fo, tlf 349550
Endamálið við Arbeiðsloysisskipanini er at virka fyri bøttum
møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa starv og at umsita
arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin.
Arbeiðsøki: Umsiting, skrivstova og ráðgeving
Arbeiðsloysisskipanin er á bási 30 í Skálanum.
Articon
www.articon.fo, tlf 350700
Articon hevur serligan førleika innan jørð-, kloakk-,
betongarbeiði, byggibúgving, vega- og havnagerð, fjarhita,
timbur- og snikkaraarbeiði eins og ymisk apteringsarbeiði, tá
skip verða bygd ella umvæld.
Arbeiðsøki: Verkfrøðingar, byggifrøðingar, tøkniligir
serfrøðingar og búskaparfrøðingar. Maskin- og lastbilførarar,
spreingimeistarar, betongarbeiðarar, timburmenn og snikkarar.
Articon er á bási 23 í Skálanum.
Atlantic Airways
www.atlantic.fo
Umleið 160 fólk arbeiða hjá felagnum. Atlantic Airways hevur
høvuðsskrivstovu í Vágum og skrivstovu í Keypmannahavn.
Umframt rutuflúgving út í heim er Atlantic Airways
tænastuveitari í frálandavinnuni og innlendis tyrluflúgving.
Atlantic Airways hevur afturat hesum nógvar leiguuppgávur
longur úti í heimi. Í flestu førum eru tað starvsfólk hjá Atlantic
Airways, sum manna flogførini til hesar leiguuppgávur. Hetta
er eitt øki, sum felagið framhaldandi leggur stóran dent á at
menna.
Atlantic Airways er á bási 12 í Klingruni.
Bakkafrost
www.bakkafrost.com, tlf 405000
Bakkafrost framleiðir og selur fyrsta floks matvørur úr laksi
til marknaðir í Evropa, USA, Russlandi, Kina og aðrastaðni.
Høvuðsvørurnar eru laksaporsjónir til stórar handilsketur og
feskur laksur til sushimarknaðin.
Arbeiðsøki: Aling, slátur, matvøruframleiðsla, skrivstova, søla,
samskifti, marknaðarføring, roknskapur, leiðsla.
Bakkafrost er á bási 2 í forhøllini.
Betri Pensjón
www.betri.fo , tlf 345600
Endamálið hjá P/F Betri pensjón er at reka eftirlønar- og
lívstryggingarvirksemi, sambært ta til eina og hvørja tíð
galdandi lóg um tryggingarvirksemi, ið kann útinnast av einum
lívstryggingarfelag.
Arbeiðsøki: Fyrisitingarlig starvsfólk innan búskap, sølu og
pensjónsfakkunnleika.
Betri Pensjón er á bási 22 í Skálanum.
Eik
www.eik.fo, tlf 348000
Eik er ein banki á føroyska marknaðinum, ið tænir privat-,
vinnu- og almennum kundum. Virkisøkið er innlán, útlán og
gjaldsmiðling, umframt virksemi, sum er tengt at hesum.
Arbeiðsøki: Bankavirksemi, búskaparfrøði, løgfrøði,
kunningartøkni, marknaðarføring og HR. Eik tekur nýggjar
næmingar inn á hvørjum ári.
Eik er á bási 22 í Skálanum.
Elektron
www.elektron.fo
Elektron telist millum føroya størstu veitarar av KT-tænastum
til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur.
Umframt at menna KT-loysnir, bjóða vit eisini tænastur
sum hýsing, umsiting av undirstøðukervi, Pakk og prent, KT
ráðgeving, lønarskipan, Mínrokning, Mínlykil, Mínboks og
Vitanet.
Elektron er á bási 10 í Klingruni.
Faroe Ship
www.faroeship.fo
Faroe Ship er millum størstu flutningsfyritøkur í Føroyum við
umleið 130 starvsfólkum. Faroe Ship veitir tænastu innan øll
flutningsøki, so sum sjófrakt, flogfrakt, koyring og warehousing.
Harumframt hevur Faroe Ship kuldagoymslu og agency
tænastu.
Faroe Ship leggur seg eftir støðugt at menna felagið og fólkið
og leitar altíð eftiri viðkomandi førleikum og eginleikum. Í Faroe
Ship starvast fólk, sum eitt nú eru útbúgvin innan leiðslu, sølu-
og marknaðarføring, logistikk, búskap og bókhald.
Faroe Ship er á bási 31 í Skálanum.
Fiskaaling
www.fiskaaling.fo, tlf 474747
Vit stremba eftir at veita alivinnuni rogn og yngul av besta
slagi í neyvum samstarvi við heimsins fremstu kynbótafeløg,
umframt at vit veita alivinnuni holla tænastu yvirhøvur.
Arbeiðsøki: Umsiting, aling, kunning og gransking.
Fiskaaling er á bási 18 í Skálanum.
Formula
www.formula.fo, tlf 344000
Formula er útvegari av tøkni, ið fremur kappingarføri bæði
innanlands og uttanlands. Okkara aðalmál er at virka fyri at
okkara viðskiftafólk fáa optimerað teirra virksemi, og harvið
økja teirra produktivitet.
Arbeiðsøki: Móttøka, skrivstova, bókhald, søla, samskifti,
forritan, verkfrøði, búskapur, leiðsla.
Formula er á bási 4 í Klingruni.
Framtak
www.framtak.fo
Hevur tú eitt hugskot ella eina verkætlan, men ikki neyðuga
kapitalin, so er Framtak møguliga rætti samstarvsfelagin.
Framtak ger íløgur í føroyskt vinnulív við at veita ábyrgdarlán og
seta partapening í føroyskar fyritøkur.
Sum váðafúsur og tolin íleggjari hava vit møguleika at menna
vinnur, har nýskapan og langtíðarætlanir eru neyðugar, og
fíggjarligi vinningurin kanska ikki er her og nú.
Framtak kann eisini saman við íverksetara vera við til at seta
eina nýggja fyritøku á stovn.
Framtak er á bási 34 í Dansistovuni.
Fróðskaparsetur Føroya
www.setur.fo, tlf 352500
Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er at inna gransking, geva
frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig
úrslit og háttaløg.
Arbeiðsøki: Umsiting, frálæra og gransking á
Føroyamálsdeildini, Læraraskúlanum, Søgu- og
samfelagsdeildini, Náttúruvísindadeildini og
Sjúkrarøktarfrøðisskúlanum.
Fróðskaparsetrið er á bási 5 í Klingruni.
Fuglafjarðar kommuna
www.fuglafjordur.fo, tlf 668000
Kommunal fyrisiting
Arbeiðsøki: Fyrisitingarlig starvsfólk í umsitingini, frá lærlingum
til fólk við hægri útbúgving innan eitt nú verkfrøði, búskapi,
løgfrøði og námsfrøði.
Fuglafjarðar kommuna er á bási 21 í Skálanum.
Føroya Tele
www.ft.fo, tlf 303030
Føroya Tele er fremsti veitari av fjarskifti í Føroyum. Missiónin
er at veita einfalt fjarskifti til kundan, sum verður settur í
miðdepilin í øllum okkara virksemi.
Arbeiðsøki: Verkfrøðingar, teldufrøðingar, handilsfólk,
búskaparfrøðingar, samskiftisráðgevar, marknaðarfólk,
roknskaparfólk, tænastufólk og skrivstovufólk.
Føroya Tele er á bási 17 í Klingruni.
Gjaldstovan
www.gjaldstovan.gov.fo, tlf 352400
Gjaldstovan er kjarnin í allari almennari búskaparstýring í
Føroyum. Stovnar landsins eru knýttir í miðsavnaða kervið hjá
Gjaldstovuni, Búskaparskipan landsins.
Arbeiðsøki: Fyrisitingarlig starvsfólk innan búskap og KT.
Gjaldstovan er á bási 24 í Skálanum.
Granskingarráðið
www.gransking.fo
Tað eru góðir møguleikar at granska í Føroyum. Vit hava
eitt gott granskingarumhvørvi við fróðskaparsetri og fleiri
sektorgranskingarstovnum.
Vit hava nógv evni, sum vit kunnu og eiga at granska í. Tað ber
til at arbeiða sum granskari fulla ella part tíð. Tað ber eisini til
at taka granskaraútbúgving, ph.d., á Fróðskaparsetrinum.
Granskingarráðið er á bási 27 í Skálanum.
Hagstova Føroya
www.hagstova.fo, tlf 352800
Hagstova Føroya er almenni hagtalsmyndugleikin í landinum.
Tað er sostatt Hagstovan, sum kunnger almenn hagtøl í tann
mun, sum tey eru tøk. Aðrir almennir myndugleikar, sum
fremja hagtalsuppgerðir eiga at samskipa hetta virksemi við
Hagstovuna.
Hagstovan er á bási 33 í Dansistovuni.
Havsbrún
www.havsbrun.fo
Havsbrún er ein av teimum stóru fyritøkunum í Føroyum. Virkið
byrjaði framleiðslu av fiskamjøli og lýsi í 1966, og er henda
framleiðslan enn ein av hornasteinunum undir Havsbrún. Í 1988
bygdi Havsbrún eitt fóðurvirki, sum framleiddi alifóður til ta
støðugt vaksandi føroysku alivinnuna.
Á Havsbrún arbeiða umleið 80 fólk. Havsbrún selur sína
framleiðslu bæði innan- og uttanlanda. Serliga framleiðslan av
alifóðri er tøkniliga og lívfrøðiliga ein sera krevjandi framleiðsla.
Virkið hevur tí brúk fyri starvsfólkum við hollari útbúgving av
ymiskum slag. Á virkinum arbeiða verkfrøðingar við hollari
tøkniligari- og telduvitan, lív- og evnafrøðingar, elektrikarar,
grannskoðari, skrivstovufólk, laborantar, og eini 18-20
maskinfólk v.m.
Havsbrún er á bási 2 í forhøllini.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
www.hfs.fo, tlf 556400
Á Heilsufrøðiligu starvsstovuni arbeiða vit við kanningum,
upplýsing og eftirliti av ymiskum slag. Vit hava tríggjar altjóða
góðkendar kanningarstovur innan økini kemi, mikrobiologi og
patologi.
Arbeiðsøki: Djóralæknar, verkfrøðingar, lívfrøðingar, laborantar,
matvøruteknikarar.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan er á bási 6 í Klingruni.
Hiddenfjord
www.hiddenfjord.com
Hiddenfjord ein føroysk familju fyritøka, sum alir heimsins besta
laks. Laksurin er aldur á ein burðardyggan hátt.
Vit eru ein undangongufyritøka og slóðbrótari í alivinnuni. Vit
hava javnan vitjan av alarum kring knøttin, sum koma at hyggja
eftir okkara tilgongdum.
HiddenFjord laksur verður seldur og marknaðarførdur um allan
heim.
Hiddenfjord er á bási 19 í Skálanum
LUTTAKARAR JOBMATCH 2016