Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-19, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2016síða 62

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ VIKA 51 • 19. DESEMBER 2016 14 Hugskotið www.hugskotid.fo Hugskotið er íverksetarahúsið hjá Tórshavnar Kommunu og bjóðar íverksetarum og fyritøkum vegleiðing og góðar karmar. Hugskotið bjóðar eitt kveikjandi umhvørvi, har møguleiki er at fáa ókeypis vegleiðing og innivist, har møguleiki at netverka við aðrar íverksetarar er til staðar. Hevur tú ikki tørv á innivist, kanst tú ístaðin fáa vegleiðing og hjálp at koma víðari við tínum hugskoti. Pláss er eisini til starvslesandi í Hugskotinum. Møguleiki er at koma í starvsvenjing ella at skriva uppgávu. Fyrimun hava lesandi sum lesa íverksetan, entrepreneurship og líknandi Hugskotið er á bás 1 í forhøllini. Klaksvíkar Kommuna www.klaksvik.fo, tlf 410000 Í Klaksvík eru óteljandi møguleikar, har eitt fjøltáttað vinnulív hevur nógv at bjóða. Vinnan hevur eitt virkið vinnulívsráð, sum stuðlar uppundir ymisk tiltøk fyri vinnuna, og at vinnan hevur góð kor at virka undir. Arbeiðsøki: Fyrisitingarlig starvsfólk í umsitingini, frá lærlingum til fólk við hægri útbúgving innan eitt nú verkfrøði, búskapi, løgfrøði og námsfrøði. Klaksvíkar kommuna er á bási 16 í Klingruni. Klintra www.klintra.fo Klintra er ein nýggj, men vitanartung KT-fyritøka, ið raðfestir vitan, førleikar og royndir. Fólkið, við servitan innan mong virkisøki, er væl kent á føroyska KT-marknaðinum. Sermentar dygdarloysnir, og ráðgeving, er okkara sereyðkenni. Klintra er á bási 36 í Dansistovuni. Knassar www.knassar.fo, tlf 208080 Knassar er føroysk KT fyritøka sum mennir skipanir og tænastur til internetið. Fyritøkan byrjaði sítt virksemi í 2002 og nú koyra yvir 600 heimasíður við Ivevo, sum er heimasíðuskipanin hjá Knassum.. Arbeiðsøki: Menning og umsiting av heimasíðum, tíðindafólk, sølufólk, forritarar og grafikarar. Knassar er á bási 38 í Dansistovuni. Landsfyrisitingin www.foroyalandsstyri.fo, tlf 306000 Landsfyrisitingin fevnir um Løgmansskrivstovuna og sjey stjórnarráð: Fíggjarmálaráðið, Fiskimálaráðið, Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Samferðslumálaráðið, Mentamálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsu- og innlendismálaráðið. Arbeiðsøki: Skrivstova, móttøka, umsiting, roknskapur, stjórnmálafrøðingar, búskaparfrøðingar, løgfrøðingar, samfelagsfrøðingar. Landsfyrisitingin er á bási 29 í Skálanum. Landssjúkrahúsið www.lsh.fo, tlf 304500 Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum og er eitt tað størsta einstaka arbeiðsplássið í landinum. Okkara visjón er at kunna bjóða føroyingum eina góða heilsutænastu á alsamt fleiri økjum heima í Føroyum. Arbeiðsøki: Reingerð, kantina, portørar, sjúkrarøkt, medisin, gransking, samskifti, búskapur, løgfrøði og leiðslu. Landssjúkrahúsið er á bási 14 í Klingruni. Landsverk www.landsverk.fo, tlf 340800 Okkara starvsfólk byggja land – tey byggja vegir, brýr, havnir, tunlar, bygningar, taka sær av basing av oljudálking á sjónum, gera veðurmátingar, kanningar og rannsóknir av alskyns slagi. Arbeiðsøki: Umsiting, skrivstovuhald, roknskapur, kunning, verkfrøði, ráðgeving, leiðsla. Landsverk er á bási 28 í Skálanum. MEST www.mest.fo MEST samtakið er samansett av trimum virkisøkjum: skipasmiðjuvirksemi, framleiðsluútgerð og offshore tænastur. MEST samtakið er samansett av trimum virkisøkjum: Skipasmiðjuvirksemi, Framleiðsluútgerð og Offshore tænastur. MEST hevur fleiri ítøkiligar starvsmøguleikar júst nú. MEST er á bási 39 í Dansistovuni. Ocean Rainforest www.oceanrainforest.com, tlf 310700 Ocean Rainforest er eitt føroyskt felag, sum arbeiðir við framleiðslu av havbiomassa úr tara, sum er aldur á opnum havi. Ocean Rainforest hevur sum mál at verða ein av heimsins fremstu veitarunum av burðardyggum aldum tara á opnum havi. Arbeiðsøki: Starvsfólk við hægri útbúgving innan aling og framleiðslu úr taraúrdráttum. Ocean Rainforest er á bási 35 í Dansistovuni. Petur Larsen www.pl.fo Petur Larsen p/f hevur serkunnleika í at veita maskinur, tænastur og ráðgeving til fiski- og alivinnuna á føroyska og altjóða marknaðinum. Petur Larsen telist millum tær bestu fyritøkurnar í Norðanlondum viðvíkjandi tænastum og umvæling av BAADER maskinum. Okkara mál er at veita okkara kundum betri úrtøku á teirra vørum og bjóða loysnir, ið eru álítandi og skapa rakstrartryggar karmar fyri kundan. Petur Larsen p/f hevur meira enn 40 ára royndir at bjóða kundum okkara. Petur Larsen er á bási 20 í Skálanum. Posta www.posta.fo, tlf 346000 Posta er ein føroysk logistikfyritøka, sum verður rikin á handilsligum grundarlagi og sum veitir flutnings- og samskiftistænastur til vinnufyritøkur og privat. Arbeiðsøki: Speditión, logistikkur, flutningur, søla, marknaðarføring, kundatænasta, samskifti, framleiðsla, roknskapur og umsiting. Posta er á bási 7 í Klingruni. Runavíkar kommuna www.runavik.fo, tlf 417000 Kommunal fyrisiting Arbeiðsøki: Fyrisitingarlig starvsfólk í umsitingini, frá lærlingum til fólk við hægri útbúgving innan eitt nú verkfrøði, búskapi, løgfrøði og námsfrøði. Runavíkar kommuna er á bási 13 í Klingruni. Sansir www.sansir.fo, tlf 355355 Sansir arbeiða við branding, online marknaðarføring, sniðgávu, kampanjum, blaðútgávu og samskifti. Vit veita strategiska marknaðar- og samskiftisráðgeving til fyritøkur, almenn ráð og stovnar og skipað fyri marknaðarátøkum og tiltøkum. Arbeiðsøki: Branding, virkissamleiki og marketing. Samskiftisfrøðingar, marknaðarføring, handilsfrøðingar, sniðgevar, KT-fólk og roknskaparfólk. Sansir er á bási 26 í Skálanum. Sendistovan www.sendistovan.fo, tlf 347150 Vit eru eitt full-service samskiftisvirki ið fevnir um alt frá strategiskari ráðgeving, PR, sniðgeving og marknaðarkanningum til forritan, usability og implementering til skelting, deko og innrætting. Arbeiðsøki: Móttøkufólk, sølufólk, handverkarar, grafikarar og fólk við hægri útbúgving innan marknaðarfrøði, búskap og samskifti. Sendistovan er á bási 9 í Klingruni. SEV www.sev.fo, tlf 346800 SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 150 fólk starvast fulla tíð í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Arbeiðsøki: Verkfrøðingar, maskinmeistarar, el-installatørar, elektrikarar, roknskaparfólk, skrivstovufólk, KT-fólk og umsitingarfólk. SEV er á bási 15 í Klingruni. Sunda kommuna www.sunda.fo, tlf 667271 Sum ein partur av miðøkinum í landinum stendur kommunan sterk og flestu føroyingar munnu javnan ferðast gjøgnum Sunda kommunu við tað, at vegurin, sum bindur suður og norð gongur í gjøgnum okkum. Arbeiðsøki: Fyrisitingarlig starvsfólk í umsitingini, frá lærlingum til fólk við hægri útbúgving innan eitt nú verkfrøði, búskapi, løgfrøði og námsfrøði. Sunda kommuna er á bási 25 í Skálanum. Syntesa www.syntesa.fo, tlf 333080 Syntesa er ein altjóða ráðgevingarfyritøka og veitir ráðgeving innan nýskapanarprosessir, impakt greiningar og marknaðarmenning. Arbeiðsøki: Fólk við hægri útbúgving innan marknaðarføring, umsiting, búskaparfrøði, samskifti og náttúruvísind. Syntesa er á bási 35 í Dansistovuni. TAKS www.taks.fo Ein so stórur bussur sum TAKS hevur ikki tann kvikasta motorin, men hann hevur legendariska trygd og rástyrki. Hann førir teg eisini langt, antin tú brúkar hann sum stabilisator í tínum lívi ella sum vippu víðari upp í gradirnar. TAKS er á bási 37 í Dansistovuni. Tórshavnar kommuna www.torshavn.fo, tlf 302010 Búskaparvøkstur og eitt sunt og dynamisk vinnulív er við til at skapa tann góða býin. Í dag, og enn meira í komandi tíðum, verður búskaparvøksturin í stóran mun skaptur av vitan. Arbeiðsøki: Fyrisitingarlig starvsfólk í umsitingini, frá lærlingum til fólk við hægri útbúgving innan eitt nú verkfrøði, búskapi, løgfrøði og námsfrøði. Tórshavnar kommuna er á bási 1 í forhøllini. Tryggingingarfelagið Føroyar www.trygging.fo, tlf 345600 Okkara mission er at skapa tryggleika. Okkara virðisgrundarlag er at vit hava viljan til lønandi vøkstur, vit virða heildina, vit eru ágrýtin og nærløgd, vit hava langtíðarhugsjón og vit eru broytingarsinnaði. Arbeiðsøki: Fyrisitingarlig starvsfólk innan búskap, leiðslu, løgfrøði, HR, marknaðarføring og KT, sýnsmenn og húsavørðar og fólk við tryggingarkunnleika. Tryggingarfelagið Føroyar er á bási 22 í Skálanum. Tvøroyrar kommuna www.tvk.fo Tvøroyri er miðdepil Suðuroyar og við teimum møguleikum, ið núverandi vøksturin í fólkatali og skattainntøku gevur okkum, hava vit veruliga sett trivnaðin á breddan. Arbeiðsøki: Fyrisitingarlig starvsfólk í umsitingini, frá lærlingum til fólk við hægri útbúgving innan eitt nú verkfrøði, búskapi, løgfrøði og námsfrøði. Tvøroyrar kommuna er á bási 32 í Skálanum. Vinnuhúsið www.industry.fo, tlf 309900 Føroya Arbeiðsgevarafelag eigur og rekur Vinnuhúsið og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av virkseminum. Í dag húsast 13 feløg í Vinnuhúsinum. Feløgini arbeiða við at fremja áhugamálini hjá einstaka felagnum. Arbeiðsøki: Ráðgevar, búskaparfrøðingar, samskiftisráðgevar, skrivstovufólk, móttøkufólk, stjórnmálafrøðingar, løgfrøðingar. Vinnuhúsið er á bási 3 í forhøllini. Visit Norðoy www.visitnordoy.fo, tlf 456939 Visit Norðoy leitar eftir fakliga sterkum eldsálum, at menna norðoyggjar saman við okkum. Ferðavinnan í Føroyum er í stórari menning, og økta ferðafólkatalið setir alsamt størri krøv til ferðavinnuna úti á økjunum í Føroyum. Visit Norðoy er á bási 16 í Klingruni. LUTTAKARAR JOBMATCH 2016