mánadagur 19. desember 2016síða 68
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 51 • 19. DESEMBER 2016
20
Allar útbúgvingar
eru áhugaverdar
Ein av fyritøkunum sum fyrstu ferð
luttekur á Jobmatch er Faroe Ship.
Skipafelag Føroya varð stovnað í
1919, og røkti fram til 1969 rutu
siglingina millum Keypmannahavn og
Føroyar við skipunum hjá sær, sum øll
itu Tjaldur. Síðani legði felagið seg
meiri eftir farmaflutningi, men eftir at
hava kappast í mong ár við Eimskip
um farmaflutningin í Norðuratlants
havi, løgdu feløgini saman í 2004
undir navninum Eimskip. Í 2006 keypti
felagið Farmaleiðir frá Strandferðsluni
og hevur sostatt farmaflutning bæði
á landi og á sjógvi. Síðani 2007 hevur
alt virksemi í Føroyum verið undir
navninum Faroe Ship.
Faroe Ship er millum størstu flut
ningsfyritøkur í Føroyum við umleið
130 starvsfólkum. Faroe Ship veitir
tænastu innan øll flutningsøki, so
sum sjófrakt, flogfrakt, koyring og
warehousing.
Harumframt
hevur
Faroe Ship kuldagoymslu og agency
tænastu.
Per
Dávidsson
Jacobsen
er
operatiónsleiðari hjá Faroe Ship og
sigur, at felagið vónar, at Jobmatch
verður ein góður sýnisgluggi fyri
felagið.
– Vit vænta, at hetta er ein góð
ur háttur at koma í samband við
lesandi og onnur, sum er áhugað í
einum starvi hjá okkum ella at skriva
uppgávur fyri okkum, sigur hann.
Hann sigur, at hóast felagið ikki
hevur nakað leyst starv at bjóða júst
nú, so eru sera fegin um at koma í
samband við lesandi.
– Um fólk eru áhugað, so kann væl
vera, at vit kunnu koma ásamt um
onkrar uppgávur, sum fólk kunnu
skriva fyri okkum ella kanningar, tey
kunnu gera fyri okkum. Eisini er
møguligt at koma í lestrarstarv ella
starvsroynd í felagnum. Hinvegin,
skuldi tað víst seg, at onkur serstak
liga áhugaverdur persónur legði
leiðina fram við, so kann tað vera, at
vit mugu royna at skapa eitt arbeiðs
pláss til viðkomandi í fyritøkuni, sigur
Per Dávidsson Jacobsen.
– Vaksandi inn- og útflutningurin
í Føroyum hevur við sær nógvar
spennandi avbjóðingar fyri Faroe
Ship og fyri starvsfólkið. Altjóða
sambondini, sterka marknaðarstøðan
og umskiftandi marknaðurin ger Faroe
Ship til eitt spennandi, avbjóðandi
og mennandi arbeiðspláss, skrivar
felagið um seg sjálvt á heimasíðuni
hjá Jobmatch.
Á Faroe Ship arbeiða í løtuni um
130 fólk innan alskyns øki so sum
lastbilakoyrarar, bókhaldarar, sølufólk
og innan logistikk og umsiting.
Tískil er tað ikki nøkrum ávísum
útbúgvingum, tey leita eftir.
– Sjálvandi vóna vit fyrst og fremst
at koma í samband við dugnalig fólk
innan okkara virkisøki. Sølufólk og
logistikkfólk vilja vit gjarna hava eitt
prát við, umframt tey, sum arbeiða
innan til dømis bókhald og umsiting.
Annars er tað altíð áhugavert, um
onkur hevur okkurt gott at vísa og vil
eg siga, at næstan allar útbúgvingar
eru áhugaverdar, sigur hann.
Faroe Ship verður í Skálanum á
bási 31. Minst til, at til ber at bíleggja
eitt JobPrát umvegis heimasíðuna
Jobmatch.fo. So ert tú tryggjaður at
sleppa fram at júst teimum, tú ynskir
at tosa við á stevnuni.
Tí er umráðandi, at tú hevur fyri
reikað eitt sonevnt elevatorpitch
um teg sjálvan. Í hugtakinum
elevatorpitch liggur, at tað er ein
lýsing av tær sjálvum – eitt pitch
– sum ikki varar longur enn ein
vanligur túrur við elevatorinum,
ella lyftuni.
Á hendan hátt fáa umboðini
hjá luttakarunnum, sum tú ert
áhugaður í at fáa samband við,
eina góða fatan av, hvør tú ert
sum persónur, og hvat tú hevur
at bjóða. “You never get a second
chance to make a good first
impression” verður sagt á enskum,
og man hetta ikki vera satt? Tá tú
hittir fólk fyri fyrstu ferð, hevur tú
skjótt gjørt tær tína hugsan um
viðkomandi. Tí hevur tað stóran
týdning, at tú fyrireikar teg væl,
soleiðis at tú sum persónur, tínir
førleikar og mál verða týðiliga
framborin.
Ger títt egna elevatorpitch,
og nýt góðar vinir og familju sum
ummælarar. Greið frá um tína
útbúgving. Greið frá um førleikar
heldur enn lærugreinar. Tað er ikki
niðurstøðurnar í uppgávunum ella
smálutir í ávísum lærugreinum,
sum er áhugavert fyri ein møgu
ligan arbeiðsgevara, men hvørjar
førleikar, tú hevur ogna tær.
Tað eru tínir førleikar at greina,
at arbeiða málrættað, at loysa
krevjandi uppgávur, at skapa
sambond og líknandi, sum er
áhugavert. Tì er týdningarmikið,
at tú setir orð á tínar persónligu
førleikar. Tú skalt velja teir mest
rámandi førleikarnar. Restina kanst
tú hava við í CV’inum. Nevn bert
tær royndir, sum eru mest týðandi
fyri teg og tín profil. Royndirnar
skulu bert nevnast, um tær hava
týdning fyri tað umboð og fyritøku,
sum tú tosar við. Restina kanst tú
nevna í CV’inum. Ymiskir málbólkar
leggja dent á ymisk viðurskifti og
tí er so týdningarmikið, at títt
elevatorpitch er málrættað til
móttakaran.
Ver nærverandi. Nýt títt egna
mál og ansa eftir, at tú hevur eitt
fyrikomandi kroppsmál. Enda sam
røðuna við tínum starvsynskjum,
soleiðis at umboðið fyri fyritøkuna
dugir at síggja fyri sær, hvussu tey
í teirra virksemi kunnu nýta ein við
tínum førleikum.
Eisini er gott at greiða frá, hví
tú heldur, at júst teirra fyritøka er
áhugaverd at samstarva við.
Á Jobmatch verða nógv sambond
knýtt mllum luttakararnar og tey
lesandi og liðugt útbúnu. Tey, sum
umboða luttakararnar koma í samband
við nógv ung ein slíkan dag.
Sel teg rætt
Skuldi tað víst seg, at onkur serstakliga áhugaverdur persónur
legði leiðina fram við, so kann tað vera, at vit mugu royna at skapa
eitt arbeiðspláss til viðkomandi í fyritøkuni, sigur Per Dávidsson
Jacobsen.