mánadagur 19. desember 2016síða 70
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 51 • 19. DESEMBER 2016
22
Danjal av Rana
– Klintra er ein nýggj, men vitanartung
KT-fyritøka, ið raðfestir vitan, førleikar
og royndir. Fólkið, við servitan
innan mong virkisøki, er væl kent á
føroyska KT-marknaðinum. Sermentar
dygdarloysnir, og ráðgeving, er okkara
sereyðkenni,
skrivar
nýggja
KT-
fyritøkan um seg sjálva.
Klintra varð sett á stovn í mars
í ár, tá stovnararnir keyptu part av
virkseminum úr Nema-samtakinum.
Jógvan K. Glerfoss greiðir frá, at
onkrir av stovnarunum hava verið
starvsfelagar líka síðani Atlantstøkni
varð sett á stovn í 2001. NEMA keypti
Atlantstøkni í 2007, men fyrr í ár
keyptu nakrir so ein part av felagnum
úr samtakinum.
– Tað hevur gingið væl higartil.
Sjálvandi hevur fyrsta tíðin borið
brá av at vit eru byrjaðir fyri okkum
sjálvar, men vit merkja, at tað er
stórur eftirspurningur eftir okkara
tænastum. Tað er ein stór broyting
síðani tíðina í Nema. Har arbeiddu
vit við øgiliga nógvum ymiskum
uppgávum. Her í Klintra hava vit
skorið inn á bein, til tað vit duga, og
halda vit fast við tað, sigur Jógvan K.
Glerfoss.
Klintra fæst altso
við sermenning av
KT-skipanum
– Vit menna skraddarseymaðar skip
anir til tað vit kalla high-end kundar.
Vit hava ment eina starvsfólkaskipan,
Klintra Fólk, sum nú verður brúkt av
4.000 starvsfólkum í Føroyum. Klintra
Crew, sum upprunaliga varð ment til
Skansi Offshore, verður nú brúkt av
trimum føroyskum kundum, umframt
at vit eru í ferð við at marknaðarføra
skipanina uttanlands. Harumframt
hava vit ment Teyggjuna fyri Fiski
málaráðið og Sjóvinnustýrið, eina
heildarskipan fyri Almannaverkið,
aliskipan fyri Heilsufrøðiligu Starvs
stovuna og Tinglýsingarskipanina hjá
Umhvørvisstovuni, sigur Jógvan K.
Glerfoss.
Hann greiðir frá, at starvsfólka
skipanin, Klintra Fólk, hevur sín
uppruna heilt afturi í tíðini frá At
lantstøkni. Tá var tað Tryggingar
felagið Føroyar, sum var kundi.
Gjøgnum árini eru skipanin ment
víðari, so at hon nú verður brúkt av
sjey teimum størstu arbeiðsplássunum
í Føroyum við yvir 4.000 starvsfólk
tilsamans. Umframt mennan av KT-
skipanum veitir Klintra eisini ráð
geving innan ymisk øki.
– Starvsfólk okkara hava eina
holla teotetiska bakgrund. Øll hava
tey onkra KT-útbúgving og eru væl
útbúgvin fólk. Vit leita tó alla tíðina
eftir fólkum, sum kunnu geva okkum
okkurt nýtt og styrkja fyritøkuna,
sigur hann.
Klintra verður tí eisini til
staðar á Jobmatch í ár
– Eg fari niðan har fyri at leita eftir
onkrum góðum. Tað er eitt sindur sum
at vera talentspeidari. Eg havi verið
har nakrar ferðir fyri Nema, og onkur
av teimum, sum starvast hjá okkum
í dag, bleiv settur í starv eftir at vit
hittust á Jobmatch, sigur Jógvan K.
Glerfoss.
Hann sigur, at fyritøkan roynir
at slúsa lesandi inn longu undir
lestrinum, millum annað við at tey
skriva og loysa uppgávur fyri Klintra.
Á skrivstovuni hjá Klintra í Bella-
centrinum í Keypmannahavn sita trý
lesandi og arbeiða fyri fyritøkuna.
– Hóast vit ikki skammast við at
headhunta roynd fólk til fyritøkuna,
so mugu vit eisini seta ung fólk við.
Tað gagnar eisini fyritøkuni á tann
hátt, at tey hava nýggj hugskot, tí tey
eru uppvoksin við hesi nýggju tøknini,
heilt øðrvísi enn eg sjálvur, sigur hann.
Men hvørjum leitar Klintra
so eftir á Jobmatch?
– Vit eru ráðgevarar og KT-mennarar.
Tí mugu fólk duga at forrita. Sam
stundis, so eru vit komin har til, at vit
eisini mugu hugsa meiri um mark
naðarføring, millum annað uttan
lands. Tí eru vit eisini áhugað í lesandi,
ið kunnu hjálpa okkum við okkara
marknaðarføring, sigur Jógvan K.
Glerfoss.
Eg fari niðan sum
talentspeidari
Onkur, sum arbeiðir hjá okkum, fekk starv eftir at vit hittust á Jobmatch, sigur Jógvan K. Glerfoss, stjóri í Klintra.