týsdagur 20. desember 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. desember 2016 · Nr. 147
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í skrásettu tølunum hevur
Kambur fiskað fyri stívliga
29,2 miljónir - og Klakkur fyri
beint yvir 29 miljónir krónur.
– Eg veit, at hesi tøl eru
ikki tey endaligu. Klakkur
hevur størri veiðivirðið enn
vit.
Tað sigur ein lítillátin
skipari á Kambi, Mortan
Mortensen á Eiði, og biðir
okkum ringja til skiparan á
Klakki.
Tað eru brøðurnir, Líggjas
og Bethuel Johannesen, ið
føra Klakk.
– Veiðivirðið hjá okkum
í ár liggur neyvt um tað
sama sum í fjør, umleið 33,5
miljónir krónur.
Tað sigur Bethuel Johan
nesen, skipari, tá vit hava
hann í telefonini.
Ein miljón meira
Mortan Mortensen, skipari
á Kambi, sigur, at veiðivirðið
hjá teimum í ár er júst eina
miljón krónur hægri enn í
fjør - ella 31,7 miljónir.
– Tað er trupult at siga,
hvaðni henda miljónin kem
ur, men vit gjørdu ein góðan
túr á Rygginum í summar,
har vit seldu fyri umleið 3,8
miljónir. Tað er ein góður
summartúrur.
Skiparin sigur, at Kambur
gjørdi tveir túrar á Flemish
Kap fyrst í hesum árinum, og
hetta vóru góðir túrar.
– Vit fóru yvir á Flemish
Kap 2. januar í ár, og vit ætla
okkum at fara yvir aftur
somu tíð eftir ársskiftið
komandi. Vit høvdu góðan
túr yvir seinast og brúktu
hálvt áttanda døgn. Ferðin
yvir á Flemish Kap kann ikki
gerast stytri enn tað.
Mortan Mortensen heldur
seg minnast, at Kambur
var heima í Føroyum aftur
umleið 20. februar.
Báðir loysa 2. januar
Bethuel Johannesen sigur,
at teir loystu úr Føroyum 30.
desember í fjør, tá teir fóru
yvir á Flemish Kap, men
hesaferð er ætlanin at loysa
sama dag sum Kambur, 2.
januar.
– Vit eru væl nøgdir við
árið í ár, og vit vóna, at árið
2017 eisini fer at roynast,
sigur skiparin á Klakki.
Tað er ikki bara í ár, at
Klakkur liggur ovastur í
veiðivirði av okkara frysti
línuskipum. Tað gjørdu teir
eisini í fjør og fyrraári.
Klakkur, sum var undan
hesum, var ísfiskaskip, men
eisini tá gekk væl at fiska, og
sum ísfiskaskip lá Klakkur
eisini í allar fremstu røð.
Frystilínuskipið Klakkur
er væl størri enn Kambur,
og teir kunnu hava eini 70-
80 tons meira í lastini enn
Kambur. Hetta hevur ikki
minst týdning, tá fiskað
verður á Flemish Kap.
Gongur væl við fólki
Mortan Mortensen, skipari
á Kambi, sigur, at tað hevur
gingið væl at mannað skipið
- ikki minst, síðan teir fóru at
frysta, og møguleikarnir at
reka línuveiði gjørdust betri.
- Tað hevur gingið væl at
mannað skipið, og vit hava
støðuga og góða manning. Eg
skal ikki siga, at onkur maður
ikki hevur vantað onkran
einstakan túr um summarið,
men hetta hevur als ikki
verið nakar trupulleiki. Tað
hevur gingið ógvuliga væl
hjá okkum at hildið upp á
fólkið, og tað hevur stóran
týdning, bæði fyri skip og
manning, leggur skiparin
aftrat.
Í nýggjastu veiðihagtølunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum standa frystilínuskipini, Kambur og Klakkur,
at hava fiskað fyri stívliga 29 miljónir krónur í part í ár, men hesi tøl eru ikki tey endaligu
KLAKKUR ER ENN
EINAFERÐ BESTUR AV
LÍNUSKIPUNUM
Aftur í ár liggur frystilínuskipið Klakkur ovastur
í veiðivirði við 33,5 miljónum krónum
Aftur í ár liggur
frystilínuskipið Klakkur
ovastur í veiðivirði við
33,5 miljónum krónum
Í hølunum á Klakki liggur
frystilínuskipið Kambur
við 31,7 miljónum krónum
Gøtumenn nýggjan nótabát
Fyrr í ár fekk nótabáturin Sildin, fyrrverandi Sjófossur, nýggjar eigarar
Vilmund Jacobsen
Teir eru tó ikki allir gøtu
menn, sum eiga bátin, og
báturin er heldur ikki heilt
nýggjur.
Tað veit Facebook-síðan
hjá Føroysku Sjómansmissi
ónini at siga.
Lagt verður aftrat, at
tríggir av eigarunum búgva
í Gøtu; teir eru Martin og
Mannbjørn
í
Grund
og
Sámal Jákup Joensen. Hin
fjórði eigarin býr á Eiði og
eitur Heini Martin Jørdal
Niclasen.
Føroyska Sjómansmissi
ónin veit at siga, at Sildin
er ikki heilt “fesk”, tí hon er
smíðað í Fuglafirði í 1966 og
er sostatt 50 ára gomul.
Sildin er 15,1 metrar long
og 4,1 metur breið. Hin er
merkt 19,5 bruttotons.
– Fyrst tóku eigararnir
bátin upp á land og settu
hann í stand. Síðan hava
teir gjørt Sildina klára til
fiskiskap eftir fjarðarsild og
brislingi á “Innaru landleið”,
sum loyvið eitur.
Tað merkir, at Sildin kann
veiða við nót inni á fjarð
unum
eftir
brislingi
og
fjarðarsild.
– Hetta er sama slag loyvi,
sum
smáu
nótabátarnir,
Katrin og Veðranes, hava,
veit Føroyska Heimamissi
ónin at siga.
Fyrst tóku eigararnir bátin upp á land og settu hann í
stand. Síðan hava teir gjørt Sildina klára til fiskiskap eftir
fjarðarsild og brislingi á “Innaru landleið”, sum loyvið eitur
Mynd: Torleif Johannesen