Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. desember 2016 2 BLAÐIÐ SÓLVIT E. NOLSØ T að er nógvir føroyskir útisetar, ið ikki koma heim til Føroya um jólini. Bæði lesandi og fast­ búgvandi. Fleiri velja ikki at koma heim, tí tey vilja uppliva eini øðrvísi jól enn tað vanliga føroyska, meðan summi eru bundin av øðrum orsøkum, persónligum ella starvsligum, og tí halda jól uttanfyri okkara heimligur klettar. Borgny Brünings-Hansen er ein teirra, ið ikki er heima í Føroyum á jólum. Hon heldur síni jól í Danmark, har hon býr. Serliga um jólini hevur hon nógv at gera og fær ikki komið heim. Borgny hevur verið prestur í Danmark síðan 2004. Fyrst í Kolding próstadømi á Jyllandi og síðan 1. juni í ár hevur hon verið prestur fyri føroyska kirkjuliðið Sankta Ólavs í Keypmannahavn, ið hevur innivist í Hans Egede kirkju. Sankta Ólavs kirkjulið í Keypmannahavn var sett á stovn í 1915. Presturin og føroya­ vinurin, Gudmund Bruun, kom einaferð um mánaðin til Keypmannahavnar at hava føroyskar gudstænastur. Síðani stovnanina hevur Sankta Ólavs verið eitt nátúrligt savningarstað hjá føroyingum í Keypmannahavn. Sambært Borgny Brünings-Hansen, so eru jólini einki undan­ tak í so máta og tað verður nógv at gera um jólini. – Í nógv ár hevur føroyska kirkjuliðið havt jólagudstænastu annan jóladag og hon hevur verið varpað úr á P1 hjá Dan­ marks Radio í nógv ár. Eg fari út á sjúklinga­ húsið Tórshavn jólaaftan, har eg lesið jólaevangeliið og vit syngja jólasálmar. Eisini vitji eg sjúkrahúsinum jólaaftan, igur Borgny Brünings-Hansen. Borgny Brünings-Hansen sigur, at kór­ sangur eisini er partur av jólagudstænast­ unum í Keypmannahavn. Tað er eitt føroyskt kór, ið hoyrir til kirkjuliðið, ið syngur. Tey eru vanliga eitt sindur skerd á jólum, men eru alíkavæl nóg væl mannaði til at kunnu syngja í kirkjuni á jólum. Borgny Brünings-Hansen er ikki bert í Keypmannahavn á jólum. Hon hevur longu verið í Odense og í Holstebro og havt føroyskar gudstænastur, sum hava verið væl vitjaðar. Saknar Føroyar á jólum Hóast Borgny og familja hennara halda hvørji jól í Danmark, so er tó eisini pláss til nakrar serføroyskar siðir hvørt ár. – Vit fáa ræst kjøt úr Føroyum hvørt ár, sum vit eta saman við familju her í Danmark. Eisini fara vit annað jólakvøld í Føroyingahúsið at eta ræst kjøt. Tað fær mann ikki nóg mikið av á jólum, sigur Borgny Brünings-Hansen. Hóast Borgny hevur verið prestur í Danmark í nógv ár og tískil hildið nógv jól í Danmark, so saknar hon framvegis jólini heima. Hon sigur, at tey minnir hon hevur frá sínum barndómsjólum í Dali, enn koma fram hvørji jól. Hon sigur, at hon minnist væl jólahaldini í skúlanum. Nógv fólk komu saman í einum lítlum rúmi og tað var ein angi av mandarinum og øðrum jólaligum. Tey sungu jólasangir og hoyrdu eina søgu. Ein kensla av nostalgi kemur fram hvørji jól, ið ger, at mann leingist heim – Tað er undarlig kensla. Mann hevur ein longsul heim, hóast eg veit, at eg eri á rætta stað við børnum og familju og so víðari. Eg havi ein longsul heim hvørji jól, men kenni meg at verða á rætta stað alíkavæl, sigur Borgny Brünings-Hansen. SOLVIT@SOSIALURIN.FO Borgny Brünings-Hansen er prestur í Keypmannahavn fyri føroyska kirkjuliðið Santka Ólavs. Hon heldur jól í Danmark við familjuni, men minnist hvørji jól aftur á jólahugnan í Føroyum. Eta eisini ræst kjøt í Danmark