Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-20, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. desember 2016 6 BLAÐIÐ Í skrivandi stund eru hitastigini um 8 kring landið. Tað eru bert nakrir dagar eftir til jólaaftan, og givið er, at tað er trupult at spáa um veðrið við vissu. Men hendir eingin broyting rímiliga skjótt, so skulu vit ikki vænta okkum nøkur hvít jól. – Tað eru als eingi tekin um, at jólini vera hvít, staðfestir Hanus Kjølbro. Men tað er nú heldur ikki nakað nýtt. Í Danmark hava tey hvít jól í miðal tíggjunda hvørt ár – onkuntíð ganga 20 ár í millum, at jólini eru kavaklødd. – Soleiðis er eisini her heima. Vit hava onkra ímynd av, at jólini eiga at vera hvít, hóast tey at kalla ongantíð eru tað. Tað er kanska Disney, sum hevur forstýrað okkum myndina, sigur Hanus Kjølbro. Í 2004 vóru hvít jól í Føroyum, minnist hann aftur á, tó hann ikki kann siga við vissu, um tað hava verið hvít jól síðani. – Í 2006 minnist eg, at tað var bara ein nátt í Havn, har hitin fór niður um fortmarkið, sigur Hanus Kjølbro. Samstundis síggja vit, at tað meira enn so kemur fyri, at kuldin kemur seinni. – Í 2015 var kavi líka fram til mai mánað, tá ið mangur seyðamaður kom illa fyri av veðrinum. Men 2016 var heilt øðrvísi, sigur Hanus Kjølbro. Hann staðfestir, at tað eru eingi mynstur, sum ganga aftur. – Vit hava ongan kjans at vita nakað við vissu, tí tað skiftir so nógv og tað er einki afturvendandi mynstur, sigur hann. Heldur sær út til í dag, at tað verður nakað av illveðrið um jólini. Jólaaftan sigur hann stormur til hvassan storm av útsynningi og vestri, 20 til 25 m/s, men sum frá líður makar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður og hitin millum 5 og 9 stig. Fáa neyvan eini hvít jól – Fyribils eru eingi tekin í sól og mána um, at vit fara at fáa eini hvít jól, sigur Hanus Kjølbro, sjómansskúlalærari.