Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-20, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikdagur 21. desember 2016 16 BLAÐIÐ HALLUR AV RANA T að sita fólk við øll borðini, tá eg stígi inn í hugnaliga krókin í nýumvælda bygninginum hjá Tórshavnar kommunu í Steinatúni. Bygningurin, ið fyrr húsaði Bank Nordik, hevur fingið nýggjar leigarar. Tjaldur Apotek hevur latið upp eina nýggja deild í bygninginum og Visit Tórshavn er eisini flutt inn í hølini mitt í býnum. Ørindini í dag eru tó at vitja kaffistovuna Gómagott, ið lat dyrnar upp fyri tveimum mánaðum síðan. Her hava tey úr at gera í jólarokinum. Fleiri starvsfólk renna aftur og fram og royna at veita eina so góða tænastu sum til ber, meðan kassar av nýggjari vøru verða bornar upp í kaffistovuna. At tey hava nokk at gera verður undir­ strikað, tá eg hoyri røddina á Kirsten Hammer, stjóranum í Gómagott, ið tosar við ein kunda. – Tað mást tú orsaka, men vit fáa ikki appelsinsósina aftur fyrr enn í januar mánað. Tað tekur fleiri starvsfólkum ein heilan dag at gera hana, og tað hava vit bara ikki tíð til í løtuni, tí eftirspurningurin er so stórur eftir øllum, ljóðar frá Kirstini Hammer. At tað er nakað um tosið vitna hálvtómu hillarnar í handlinum um. Tað er nevniliga gravgangur eftir vørunum frá fyritøkuni, ið hevur vunnið sítt pláss í hjørtunum hjá føroyskum sjokolátaelskaðum við sínum søtum bitum. Vilja hava konfekt Eg fái mær ein kopp av kaffi og nakrar sjokolátabitar, meðan eg bíði eftir, at Kirstin Hammer fær ein lítlan steðg, so vit kunnu tosa um jólasøluna hjá Gómagott. Tað gongur tó ikki so leingi áðrenn hon sessast yvirav mær við eitt av lítlu borðunum í kaffistovuni. Stjórin greiðir frá, at tað serliga eru lítlu sjokolátabitarnir, konfekt, ið fólk vilja hava á jólum. – Vit selja øgiliga nógvar konfektir og konfekteskjur. Tær hava verið útseldar í næstan eina viku nú. Fólk senda tað sum gávur til familju og vinir í útlondum ella lata hvørjum øðrum lítlar gávur í desember. Í síðstu viku varð eg liðug við ein umgang av konfektum, ið eru nakrar hundrað eskjur. Longu dagin eftir varð útselt aftur, greiðir Kirstin Hammer frá. Tað er ikki bara sum at siga tað, at fram­ leiða hesar søtur bitarnar. Nógv arbeiði liggur aftanfyri og tekur tað fleiri langar arbeiðsdagar áðrenn ein eskja er liðug. – Tað tekur einar tíggju dagar at gera alla konfektirnar í einari eskju. Fyrst arbeiðir man við myrkari sjokolátu, so ljósari, so hvítari. Eg kann ikki arbeiða við øllum teim­um ymisku sløgunum av sjokolátu sam­ stundis. Og tá tekur man ikki hædd fyri, at onkran dagin arbeiðir man við marsipani og øðrum, greiðir Kirstin Hammer frá. Langir arbeiðsdagar Sjokoláta og aðrar søtar sakir hoyra hjá mongum føroyingum til jólini. Hjá starvs­ fólkunum hjá Gómagott merkir tað nakrar langar arbeiðsdagar. – Eg arbeiði sjálv millum fjúrtan og sekstan tímar hvønn dag, men hóast tað, so megna vit ikki reiðiliga at fylgja við eftir­spurninginum á jólum. Vit lótu kaffi­ stovuna upp eitt sindur seinni enn ætlað, so starvsfólkini arbeiddu í bakarínum tær fyrstu vikurnar. Tá hildu vit, at vit høvdu nokk av vøru til jólar, men tað varð skjótt útselt, greiðir Kirstin Hammer frá. Millum annað vísir Kirstin Hammer á, at tað ikki er meira enn ein viku síðan, at seinasta framleiðslan av konfekt var liðug. – Men tað varð skrætt av hillunum beinan­vegin. Vit høvdu gjørt nakrar hundrað eskjur av konfekt, men fýrogtjúgu tímar seinni var alt selt. Tað er eisini orsøkin til, at tað ikki eru so nógvar vørur á hillunum í dag. Fólk keypa vørurnar so skjótt tær eru framleiddar, sigur Kirstin Hammer. Kaffistovan fingið góða móttøku Gómagott hevur í longri tíð framleitt sjoko­ látu, men kaffistovan lat ikki upp fyrr enn fyri tveimum mánaðum síðan. Líka sum við sjokulátuni, so hava fólk tikið væl móti kaffistovuni, sigur Kirstin Hammer. – Tað eru nógv fólk, ið eru glað fyri okkara kaffistovu. Vit hava longu fingið fleiri fastar kundar, og er tað blandað hvørji aldursbólkar koma her, sigur Kirstin Hammer. Kundarnir í kaffistovuni kunna keypa alskyns vørur, men felags fyri allar vørurnar er, at alt er heimagjørt. – Tað er alt gjørt frá botni av. Sjokoláta, kakao, bollar, kakur, súltutoy og so framvegis er alt gjørt her. Fyrst hugsaðu vit, at tað kanska var eitt sindur kiksað at gera sum heima hjá sær sjálvum, men fólk elska tað. Tað hevur víst seg, at verið ein marknaður fyri slíkt, greiðir Kirstin Hammer frá. HALLUR@SOSIALURIN.FO – Vit selja øgiliga nógvar konfektir og konfekteskjur. Tær hava verið útseldar í næstan eina viku nú. Fólk senda tað sum gávur til familju og vinir í útlondum ella lata hvørjum øðrum lítlar gávur í desember. Í síðstu viku varð eg liðug við ein umgang av konfektum, ið eru nakrar hundrað eskjur. Longu dagin eftir varð útselt aftur. Tað sigur Kirstin Hammer, stjóri í Gómagott, ið hevur úr at gera í desember. Føroyingar vilja hava Gómagott