týsdagur 20. desember 2016síða 58
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikdagur 21. desember 2016
26
BLAÐIÐ
1. Fantastic beasts and where to find
them.
Hetta ævintýrið snýr seg um loyniligar
felagsskapir av heksum og gandakallum
og gongur fyri seg í New York 70 ár áðrenn
Harry Potter lesur sína bók í skúlanum.
2. Vaiana
Eitt ævintýr um oyggjar, hetjur, um
sjógvin og um hálvgudar.
3. Miss Peregrine’s Home for Peculiare
Children
Tá Jacob finnir spor í einum loynidómi,
sum hevur vart gjøgnum øldirnar, finnir
hann Miss Pererine’s Home for Peculiare
Children. Men vandin veksur, tá ið hann
finnir útav, hvat tey gera á heiminum og
hvørji serlig evni tey hava.
4. Junglebook
Søgan um tigara Shere Khan, Mowglie,
pantaran Bagheera og bjørnina Baloo, og
teirra hendingaríka lív í frumskóginum.
5. The secret life of pets
Fitti hundurin Max er ráðaleysur, tá ið
eigari hansara tekur hundin Duke, inn til
teirra at búgva. Max dámar einki Duke.
6. Storks
Storkarnir eru farnir frá at levera
nýføðingar til at levera pakkar. Men
okkurt gongur galið, tá ið ein ordri kemur
inn til at levera eitt barn.
7. Sing
Ein koalabjørn við heitinum Buster Moon
hevur ein síðsta møguleika at umbyggja
sítt leikhús til æru og heiðurs aftur. Tí fer
hann undir heimsins størstu sangkapping.
8. Hairspray
Tannáringurin Tracy Turnblad lærir
íbúgvararnar í Baltimore í 1962 nøkur ting,
tá ið hon fær pláss á lokalari sjónvarps
dansisending.
9. Elf
Hann er uppvaksin sum ein vættur á
Norðpólum, men eftir at hava gjørt
meira skaða enn gagn við sínari stóru
vættrastødd, verður hann sendur til USA
at leita eftir sínum veruliga uppruna.
10. Trolls
Poppy, tann glaðasti trollurin nakrantíð
og vinmaðurin Branch fara á eina ferð at
bjarga vinum sínum eftir at bygdin Troll
Village varð invaderað.
11. Beauty and the Beast
Ein nýggj tulking av gamla Disney
filminum, har ein vøkur ung kvinna og ein
ræðuligur prinsur gerast forelskað.
12. Home alone
Hann er ein jólaklassiskari og tað sæst
eisini aftur á IMDB. 8 ára gamli Kevin
verður av óvart gloymdur eftir heima og
megnar at halda stand, meðan tveir tjóvar
royna at fáa fatur á lutum í heimi hansara.
13. It’s a Wonderful Life
Ein eingil hjálpir einum ráðaleysum
vinnulívsmanni við at vísa honum, hvussu
lívið hevði verið, um hann ongantíð hevði
verið føddur.
14. How the Grinch Stole Christmas
Í útkantinum av Whoville, býr grøni,
óndsinnaði Grinch, sum ætlar at oyðileggja
jólini fyri allar íbúgvararnar í býnum.
15. Zootropolis
Ein revur og ein kanin mugu arbeiða
saman fyri at finna fram til órættvísar
ætlanir í havanum.
IMDB, viðurkenda sjónvarpsheimasíðan, hevur ein lista yvir teir best
umtóktu familjufilmarnar. Her eru 15 teir bestu.
Bestu familjufilmarnir
til jólafrítíðina